Padda

Paddur hava verið til í mangar mió.

ár og eru allastaðni uttan í kuldalondum. Paddur eru t.d. ikki í Føroyum (innfluttar paddur klára tó at lívdjarga sær), men í grannalondum sunnanfyri eru tær vanligar. Paddur liva bæði í vatni og á landi, til dømis froskar og ormapaddur. Froskar eru vanligastu paddurnar, og teir halda til í oyðimørkum og frumskógum eins væl á fjallalendi. Flestar paddur verpa í vatni. Ynglið minnir um fiskayngul og andar við táknum, men vaksin froskur hevur lungu, so hann fær andað uppi á landi. Froskdýr hava long afturbein, og tey bæði leypa, svimja og klíva í trøum. Nógvir froskar og aðrar paddur við verpa í vatni, men summar paddur verpa í vætu á bløðum ella í vátum holum undir jørð. Froskaeggjaklunkar í vatni klekjast til halapaddur við ongum útlimum. Sum tær vaksa, fáa tær útlimir og búnast til froskar og fara upp á land. Henda broytingin nevnist metamorfosa. Ormapaddur hava ongar útlimir og eru bara í hitalondum. Tær grava sær gongir í jørðini og svimja sum állur.

Padda
Við stóru eygunum ansar froskurin eftir fíggindum. Við eygunum ætla teir eisini um, hvussu langt teir skulu leypa.
Wiki FøroysktWiki Commons logo
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið

Tags:

FøroyumOyðimørk

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

ÍFBayer 04 Leverkusen1596New JerseyHanus Debes JoensenTú alfagra land mítt850Björn GustafssonSilkihegriSjónvarp FøroyaFíggingargrunnurin frá 1992Sámal SollDanskt málStavangerHvalbaWikiFøroya ArbeiðarafelagRókurStøddfrøðiRuandaKeypmannahavnLars UlrichSkótiBaltisku londiniListasavn Føroya1904Tvøroyrar BóltfelagNicolae CeauşescuTórshavnar kommunaGregorianski kalendarinKjad9. aprílThiaminFakfeløgVeðurlagsbroytingar4. apríl1987Fótbóltur í Føroyum199512. aprílNasitýsklandEgyptalandJohannes VermeerOTunlar í FøroyumBoston2005ÁlandBjørnstjerne BjørnsonKinaMark Cavendish202120. januarJóannes PaturssonJ.K. RowlingBilarAlbert EinsteinTvíbýlisnotaAltjóða arbeiðaradagurSky FerreiraRuth VangBoris JeltsinEg vil elska, eg vil livaPaulus ápostulUniversity of Cambridge1969🡆 More