Stavanger

Stavanger er tann fjórðstørsti býurin í Noregi og ein mentanarbýur.

Skjøldur Kort
Skjøldur Staðseting av kommununi í fylkinum Staðseting av fylkinum í Noregi.
Grunddáta
Fylki: Rogaland
Vídd : 241 km²
Íbúgvar: 143 691 (2020)
Staðseting: {{{staðseting}}}
Heimasíða: www.stavanger.kommune.no.kommune.no

Býurin hevur 143 691 íbúgvar (2020). Býurin er eyðkendur millum annað fyri træhúsini, stóru frábrigdini í landslagnum og fyri breiða úrvalið av handlum. Økið kring Stavanger hevur eina fjølbroytta og vakra náttúru við høgum fjøllum og langum fjørðum. Stavanger hevur níggju býarpartar, sum eru Finnøy, Rennesøy, Tasta, ‘Eiganes og Våland’, ‘Madla og Kvernervik’, Storhaug, Hundvåg, Hillevåg og Hinna.

Stavanger
Býarpartar i Stavanger

Nógv fólk flytur til Stavangurs. Teir koma serliga at arbeiða í oljuvinnuni, sum er ein altjóðavinna.

Søga

Stavanger 
Dómkirkjan í Stavangri er líka gomul sum býurin.

Stavanger varð bygdur í 1125 og sama ár varð farið at byggja dómkirkjuna. Nógv sild varð fiskað vestur úr Stavangri, og býurin vaks nógv. Síðani komu seglskipini. Skip úr Stavangri sigldu á øllum heimshøvunum og kastaðu nógv av sær til býin. Síðst í 18. øld, tók nýggjur stórídnaður seg upp: niðursjóðingarvirki. Tað var mest fiskur, sum varð niðursjóðaður. Brislingur og sardinir í dós til útflutnings vóru altíð í nógv ár. Og tá ið eitt niðursjóðingarvirki fyri og annað eftir varð stongt í sekstiárunum og sjeytiárunum, funnu tey olju. Og í Stavangri gjørdu tey skjótt av og búðu seg út til oljuvinnuna. Og Stavangur hevur nú tryggjað sær flestu arbeiðsplássini í oljuvinnuni í Norra.

Landafrøði

Stavanger liggur í útsynningshorninum á Noregi. Stavanger er býarkommuna, og mesta lendið er bygt og lagt undir vegir o.tíl. Ein grein av Golfstreyminum tekur tætt fram við Stavangri. Tí eru vetrarnir lýggir. So langt frá miðkringi er tað fáastaðni í Norðurlondum, at vetrarnir eru so lýggir.

Samferðsla

Gott samband er bæði við ferðamannaskipi og flogfari, ikki bara við aðrar partar í Noregi, men eisini við útheimin.

Fyri fjørðinum stendur ymiskur stórútbúnaður til oljuídnaðin í Norðsjónum. Fram við bryggjunum við norðara landið og við eystara landið sigla nógv skip. Við sunnara landið er stórur hylur til stuttleikabátar.

Útbúgvingar

Í Stavangri eru nógvir skúlar. Har eru skúlar til norsk børn og skúlar til útlendsk børn. Summir skúlar laga seg eftir vinnulívinum, og aðrir skúlar laga seg eftir teimum, sum ætla sær uttanlands at arbeiða. Har er enntá kokkaskúli, har meistarakokkar kunnu fáa sær serútvúgving.

Viðgitið fólk frá Stavanger

Vinabýir [2]

Stavangers vinabýir eru:

Myndasavn

Wiki FøroysktStavanger 
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið


Keldur

Tags:

Stavanger SøgaStavanger LandafrøðiStavanger SamferðslaStavanger ÚtbúgvingarStavanger Viðgitið fólk frá Stavanger Vinabýir [2]Stavanger MyndasavnStavanger KeldurStavangerNoreg

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

DýrMissouriSvartkjafturEvnafrøði.ga1857DublinIndiaOlympia (Grikkaland)OPCWTom HanksFranklin D. RooseveltViðarlundinChristoffer von GabelJugoslaviaKasakstan17331245YouTubeFólkaræði2019TíðarøkiHernaðarliga verjanPalleba6. novemberAnna drotningFakfeløgFrankiska ríkiðMentanarvirðisløn LandsinsKongsríki DanmarkarMjólk2020Skotskt whiskyBeşiktaş J.K.JerseyRossLandsstýri síðan 1948KrossmessaJohannes VermeerOscar-virðislønin7. januar927AlgeriaVårgårda kommuna1707AlgoritmaDagur og vikaNashvillePauli DahlAnfinn KallsbergNiðurlondTeistiWikipedia8. marsKyros II90Janus Djurhuus1675.jpAlnetsøkisnøvnTok1012ÚlvurOtto von Bismarck989TinganesHansina IversenManilaLeynarKommunismaSunnudagur🡆 More