Olja

Olja og gass vóru elasmáar verur, sum doyðu fyri milliónum árum síðani og komu at liggja undir havbotninum.

Sum tíðin leið, vórðu tey til olju. Gass verður ofta funnið beint oman á oljuni. Viðhvørt verður olja leidd gjøgnum rør inn á meginlandið; men veldiga stór skip, nevnd oljutangaskip, sigla vanliga oljuna til lands. Nógv olja og gass er funnið undir havbotninum, so einasti háttur at fáa fatur á tí er at bora djúpt niður. Oljuboripallar eru serliga gjørdir til at bora eftir olju og gassi. Olja verður nýtt til mangt og hvat, sum til dømis bensin til tok og flogfør og til elorkuverk. Arbeiðsfólkið er á boripallunum vikur í senn. Útgerð verður flogin út við tyrlum.

Olja

Var oljan uppi, hevði heimurin steðgað. Ídnaðurin og samferðslan høvðu staðið still, og mong hús staðið køld. Olja er tí týdningarmesta stakvøra, handlað verður við nú á døgum. Bara fá lond vinna og flyta út olju; tey flestu oljulondini eru í Miðeystri, Norður- og Vesturafrika og í Mið- og Suðuramerika. Oljan verður flutt úr einum landi í annað ígjøgnum rørleiðingar og við tangaskipum.

Tey londini, ið keypa mestu oljuna, eru USA, Evropa og Eysturásia (Japan er uppií).

Wiki FøroysktWiki Commons logo
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið

Tags:

GassOljutangaskip

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

Bygdir og býir í Føroyum1780-áriniBjarni Kárason Petersen182121. aprílSilkihegriAmerikanskur fótbólturErling HaalandAlisfrøðiKasakstanVistfrøði12. maiVanuatuPeter FondaOntarioPaulus ápostulMarokkoBjörn SkifsSomalia13. maiNorðurlandahúsið í FøroyumJohnny CashTórshavnGuatemalaViggo MortensenKili29. novemberÉPlantulívið í FøroyumUSA1940ArgentinaHinduismaSamuel BeckettRókurThomas JeffersonSteffan Klein PoulsenButan1947JørðinAmerikanska KollveltinginFrank Lloyd WrightSpanskt málBjörn GustafssonFøroysk landafrøðiSameindu TjóðirJóan Jakku GuttesenFrédéric ChopinAlment mál20. mai23. aprílKoltur1995194810. januarVinstrahallur politikkurSkarðForsíðaNiðurlondOpið innihaldLars UlrichFøroyskar bókmentirHveiti25. november1878Nigeria2004🡆 More