Janus Djurhuus

Jens Hendrik Oliver Djurhuus, vanliga nevndur Janus, livdi frá 26.

februar">26. februar 1881 til 1. september 1948. Havnframi Hans Andrias Djurhuus var bróðir Janusar. Saman ganga Hans Andrias Djurhuus og Janus Djurhuus undir heitinum Áarstovubrøðurnir.

Janus Djurhuus
Janus Djurhuus á føroyskum frímerki frá 1984
Janus Djurhuus
J. H. O. Djurhuus saman við Jørgen-Frantz Jacobsen, William Heinesen og Hans A. Djurhuus

Hann varð borin í heim í Havn í 1881. Hann vísti seg skjótt at vera evnaríkur út yvir tað vanliga, og las longu í realskúlanum grikskt og latín. Sum skilst fekk hann ans fyri móðurmálinum, tá hann í skúlanum hoyrdi ein av sínum floksfeløgum, Jákup Dahl, lesa yrkingina Nú er tann stundin..., av yrkjaranum og tjóðskaparleiðaranum Jóannes Patursson.

Janus tók preliminerprógv í 1897, og fór so til Danmarkar at ganga á studentaskúla. Hann var fyrst í Keypmannahavn, men flutti so til Bornholm, har fyrrverandi lærari hansara, Emil Bruun, var prestur. Janus tók studentsprógv í 1900, og árið eftir kom fyrsta yrking hansara Blíð er summarnátt á Føroya landi. Í 1911 gjørdist Janus Djurhuus cand. jur., og virkaði síðan sum løgfrøðingur í Danmark og í Føroyum. Í 1914 kom fyrsta yrkingasavnið: Yrkingar.

Restina av søguni kenna vit. Fimm yrkingasøvn og ein mongd av umsetingum, m.a. av teimum klassisku griksku yrkjarunum. Størsta verk hansara var umsetingin av Illiaduni eftir Homeros, Janus nevnir verkið Ilionskvæði á føroyskum. Tá Janus Djurhuus doyði í 1948, lógu yvir 200 yrkingar og umsetingar eftir hann.

Tær klassisku fornbókmentirnar og kunnleikin til grikst og latín seta dám á poetisku verkini hjá Janusi Djurhuus. Men eisini tjóðskaparromantiska rørslan, tokkin til føroyska málið og kunnleikin til fornnorrønu bókmentirnar hava gjørt hann til hin mest týðandi føroyska yrkjaran – faðir at tí bundna føroyska nútíðarskaldskapinum.

Útgávur

  • J. H. O. Djurhuus: Yrkingar 1898 - 1948; Mentunargrunnur Studentafelagsins 1988
  • Hanus Andreassen: J.H.O. Djurhuus - Ein bókmentalig ævisøga, I - III; Mentunargrunnur Studentafelagsins 1994 - ?

Ávísingar úteftir

Keldur

Tags:

1. september1881194826. februarHans Andrias DjurhuusÁarstovubrøðurnir

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

GNU Free Documentation License7. februarPaulus ápostul1963AlnetsøkisnøvnMumitrøllið21. aprílUniversity of Cambridge1596Søguligar hendingarNeil ArmstrongHonoluluAnfinn Kallsberg1907Ronald Reagan1. aprílTunlar í FøroyumHósdagurVeðurlagsbroytingarLuciano PavarottiAmerikanska KollveltinginTunglyndiBilarSambandsflokkurin1860TórshavnVágurVatikanið13. juliNew Jersey22. apríl11. øldMarianna Debes DahlHeimsvevurStavangerFøroya Ungdómsráð1989BóghvítuhvalurYvirgangsálopið móti Charlie HebdoNigeriaVinstrahallur politikkur20. mai2021NiðurlondGrikskt mál10. januarHøgrahallur politikkurHalvarðsøkaMerkiðISorinskrivarar í FøroyumFrank Lloyd Wright12. januarRMS TitanicSýriaÚtvarp Føroya.kiHavtaska1797🡆 More