Bilar

Bilin brúka vit mest t.d.

at koyra til arbeiðis, at keypa og tá ið vit ferðast. Nógvir serbilar eru eisini, t.d. kappkoyringarbilar, sjúkrabilar, løgreglubilar, hýruvognar og sløkkibilar. Nýmótans bilar brenna diesel ella bensin eins og fyrstu bilarnir, ið vórðu gjørdir síðst í 1880. Men í útsjónd líkjast okkara bilar ikki teimum, sum vórðu gjørdir fyri bara 20 árum síðan. Settu vit allar bilar í heiminum á rað, høvdu teir rokkið av jørðini upp á mánan, og riðilin gerst longri hvønn dag. Motorurin er framman í flestum bilum. Hann dregur beinleiðis á framhjólunum, afturhjólunum ella á øllum fýra hjólum. Oftast eru fýra ella fimm gervi, sum verða nýtt alt eftir ferðini og vegnum. Í lágum gervi mala hjólini seint og fáa eyka megi at fara í gongd ella at koyra niðan brekku. Tá ferðin er nógv, í 4. ella 5. gervi, mala hjólum skjótt. Teldur gera framtíðarbilin eftir royndum í vindtunnlum. Hann verður á tremur av elektronikki, sum ger alt møguligt, eitt nú kann hann finna stytstu leið heim. Verksmiðjurnar nýta nýtt plasttilfar og eru farnar at gera royndir við motorum úr keramikki.

Bilar
Chevrolet, stytt Chevy, er ein tann mest seldi pickup (lítlan lastbil) gjøgnum tíðinar. Chevrolet Silverado er t.d. sera væl dámd í USA. Hann er ein kraftargóður bilur við stórum motori og trivaligum dekkum, góður at koyra við á ósløttum lendi.

Bilar eru til so mangt. Flestu persónbilar eru rúmligir og koyra skjótt borið saman við tað, teir brenna. Kappkoyringarbilar og teir dýrastu bilarnir leggja dent á ferð og maglæti. Porsche er gott dømi um marglætisbil. Hann er gjørdur í hond næstan allur, sum hann er, og er ein av vakrastu og dýrastu bilum í heiminum, t.d. 10 Porsche 918 Spyder. Kappkoyringabilar, sum t.d. Ferrari, eru gjørdir at koyra skjótt og eru ikki sum aðrir bilar. Teir hava sterkar, stórar motorar, og skrokkurin er úr serliga løttum tilfari. Teir eru so lágir, at teir hava so at siga onga luftmótstøðu, og bilstjórin má tí næstan liggja niðri. 8-10 strokkar í tí øgiliga sterka motorinum gera, at kappkoyringarbilurin fer upp um 500 km/tíman. Trivaligu kringlubremsurnar kunnu minka ferðina á bilinum úr 300 km/tíman niður í 60 km/tíman eftir minni enn trimum sekundum. Dekk til kappkoyringar eru púra sløtt, tað gevur minst mótstøðu, men tey eru ógvuliga breið, so tey hava vegtak kortini. Stuttleikabilar hava stóran motor, rundað snið og vanliga bara rúm fyri tveimum fólkum.

Toyota er heimsins størsti bilframleiðari. Eftir at hava verið tann bilaframleiðarin, sum seldi flest bilar frá 2012 til 2015, bleiv Toyota yvirhálað av Volkswagen í 2016.

Søga



Land Bilar framleitt
í 2013
1 Bilar  Kina 22,116,825
2 Bilar  USA 11,045,902
3 Bilar  Japan 9,630,070
4 Bilar  Týskland 5,718,222
5 Bilar  Suðurkorea 4,521,429
Bilar 
Benz Auto, 1886

Fólk flentu í kíki at fyrstu royndunum í 1880-árunum at gera bilar. Myndugleikarnir kravdu, at maður skuldi ganga við reyðum flaggi framman fyri bilin. Karl Benz (1844-1929) gjørdi í 1885 ein bil, sum summi siga vera tann fyrsta, men hann hevði bara trý hjól. Fyrsti bilurin við 4 hjólum var danskur. Tað var Hammel-bilurin frá 1886. Hann koyrir enn, og er nú t.d. eisini at síggja á Teknisk Museum. Fransmaðurin Nicolas-Joseph Cugnot (1725-1804) gjørdi longu í 1769 fyrsta eimaktfarið, ein traktor at draga kanónir. Eitt slíkt eimlokomotiv dró ferðafólkavognar millum t.d. Nørre og Fredrikshavn frá 1862. Í 1890-árunum gjørdu René Panhard (1841-1908) og Émile Levassor (1843-1897) fyrsta bilin, har motorurin var framman fyri ferðafólkið. Soleiðis er nú enn í flest øllum bilum. Longu í 1903 koyrdu teir skjótastu bilarnir upp í 100 km/tíman, men teir vóru ógvuliga dýrir og steðgaðu ofta upp. Nú eru bilarnir bíligari og meira álítandi. Henry Ford (1863-1947) í Michigan gjørdi í 1908 fyrsta flutningsbandið í heiminum og kundi tí gera bilar so bíliga, at vanlig fólk høvdu ráð at keypa teir. Hvønn dag koyra milliónir av fólki um allan heimin í bili.

Søgugongd

Bilar 
Henry Ford stovnaði bilverksmiðju sína í Detroit í 1903. Fimm ár seinni kom hann á marknaðin við einum lítlum bíli, Modell T. Í 1920 var annar hvør bilur í øllum heiminum Modell T.
  • 1765: Nicholas Cugnot byggir tvey dampstýrd akfør, ið skulu brúkast at flyta vápn.
  • 1835: Dampbussar verða tiknir í nýtslu til ferðafólkaflutnings í Onglandi.
  • 1885: Gottlieb Daimler og Wilhelm Maybach byggja akfar við motori á tveimum hjólum.
  • 1885: Carl Benz byggir eitt trýhjólað akfar við motori.
  • 1893: Charles og Frank Duryea byggja tann fyrsta amerikanska bilin við motori.
  • 1896: Henry Ford byggir sín fyrsta bil.
  • 1903: Ford Motor Company verður stovnað í Detroit, Michigan í USA.
  • 1908: Ford T bilmerkið kemur á marknaðin.
  • 1933: Fyrsti Drive-In-biografurin í USA stovnaður.
  • 1968: Bilar seldir í USA skulu hava trygdarseðlar (nýtt krav).
  • 1971: Japan gerst heimsins næststørsti bilframleiðari eftir USA.
  • 1973: Fyrsta altjóða orkukreppan í kjalarvørinum av Yum Kippur-krígnum í Ísrael.
  • 1976: Ráðið fyri Ferðslutrygd sett á stovn í Føroyum.
  • 1979: Iranska kollveltingin elvir til nýggja oljukreppu.
  • 2003: Álitið um Nullhugsjónina hjá RFF almannakunngjørt.
  • 2007: Ferðslutrygdarætlan fyri Føroyar sett í verk.

Bilsøgan í Føroyum

Bilar 
Føroysk nummarpláta, 1996 −.



Fyrsti bilurin kom til Føroya 6. mai 1922, men verulig ferð kom ikki á bilasøluna fyrr enn seinast í 1960-árunum. Ferðslan á vegunum í Føroyum frá tí, at fyrsti bilurin kom til landið og so upp í 1960-árini, kann als ikki sammetast við ta ferðslu, sum vit kenna í dag. Bilarnir vóru sera fáir, og sama var við vegunum í bygd og bý. Heldur ikki vóru nógvir vegir millum bygda, og tað bar als ikki til at nýta bilin at ferðast úr einum enda á landinum í hin. Við tað at ferðslan var lítil, vóru eisini fáar ferðsluvanlukkur í mun til fólkatalið. Men í mun til bilatalið og koyrdar km var ikki heilt einki av ferðsluvanlukkum. Tá ið komið varð í 1970-árini, er føroyska samfelagið fyri stórum broytingum, og eftir fáum árum fekk tá tann vanligi føroyingurin væl meira av peningi um hendi í gerandisdegnum. Hetta bar m.a. við sær, at bilatalið fór at vaksa í stórum. Í 1969 vóru 3001 bilar skrásettir í Føroyum, men bara fimm ár seinni er talið meira enn tvífaldað: í 1974 eru 6825 bilar skrásettir. Longu í 1981 fór bilatalið upp um 12.000, so tað varð ferfaldað eftir bara 12 árum. Samstundis, sum hetta hendi, kom verulig gongd á at útbyggja vegasambandið: vit fáa brýr og tunlar, og bilaferjur fara at sigla millum oyggjarnar. 



Ì 1980-árunum liva føroyingar yvir evni, og tá kemur uppaftur meira ferð á bilasøluna. Bara í 1984 vera 2093 nýggj akfør skrásett, og í 1985 eru 15.000 akfør í Føroyum. Og bilatalið veksur enn skjótari næstu fimm árini, tí 1. januar 1990 eru skrásettt 18.000 akfør í Føroyum, og bilatalið er næstan tvífaldað í tíggju ár. Hetta árið eru 3551 vøru- og lastbilar, 118 bussar, 233 hýravognar, 13.986 vanligir persónbilar og bara 113 motorsúkklur. Síðani koma kreppuárini, og eini 6000 fólk flyta av landinum. Fólk hava ikki ráð at umvæla eldri bilar, og teir verða settir, og tí minkar talið av akførum. Alt virksemið steðgar, og stóru lastbilarnir verða seldir av landinum. Næstu fimm árini gerast akførini 5000 færri í Føroyum. Ì 1995 er skrásett 15.504 akfør, men tá ið vit koma til ár 2000 ár, táttar bilatalið longu í 20.000 akfør. Vøru- og lastbilarnir í 2013 vóru 516, vøruvognarnir 3560, bussarnir 108, motorsúkklurnar 725, hýruvognarnir 101 og persónbilarnir 20.507. Haraftrat eru onnur akfør skrásett, sum ikki dagliga koyra í gøtunum millum annað ellisakfør og brandbilar. Verður alt talt við eisini prutlini, sum eru 1614 í tali, kampingbilar og kampingvognar, so nærkast vit 31.000 akfør við nummarplátu. Til hvørt motorakfar vóru 2,1 fólk, og til hvønn persónbil vóru 2,9 fólk.



Hagtøl

Bilar 
Bilar/100.000 íbúgvar.

Í 1960 vóru 111 persónbilar í Føroyum, í 2013 er talið 20.504 bilar. Sambært fólkateljingini hjá Manntali í 2014, so er bilur næstan í hvørjum húski. 85 % av øllum í landinum hava ein ella fleiri bilar. Sambært fólkateljingini sæst, at í øllum økjum í Føroyum hava umleið helvtin av øllum húskum ein bil. Bara í Eysturoynni og Norðstreymi er tað undir helvtin av húskinum, sum bara hevur ein bil. Afturfyri eru tað fleiri húski her, sum hava tveir ella tríggjar bilar. Húskini í Eysturoynni hava flestar bilar. 90 % av øllum húskum í Eysturoynni hava ein ella fleiri bilar.

Síðani 6. juli í 2013 til 6. juli 2014 eru níggju deyð í ferðsluni í Føroyum - ein kvinna og átta menn. Samanborið við grannalond okkara eru flest deyð í ferðsluni í Føroyum í mun til fólkatalið (18 deyð/100.000 íbúgvar). Í Danmark, Noregi og Svøríki eru umleið 3-3,7 deyð seinastu árini fyri hvørjar 100.000 íbúgvar. Síðan fyrstu deyðsvanlukkuna í ferðsluni í 1928, eru 281 føroyingar deyðir í ferðsluni. 202 menn og 79 kvinnur. Av hesum vóru 100 børn ella ung, yngri enn 18 ár.

# Land Bilar/1000 íbúgvar Deyð/100.000 íbúgvar
1 Bilar  San Marino 1,263 0,0
2 Bilar  Monako 899 0,0
3 Bilar  USA 809 11,6
4 Bilar  Liktinstein 750
5 Bilar  Ísland 745 3,8
6 Bilar  Luksemborg 739 6,5
7 Bilar  Avstralia 717 5,2
8 Bilar  Nýsæland 712 7,4
9 Bilar  Malta 693 3,8
10 Bilar  Italia 679 6,2
11 Bilar  Guam 677
12 Bilar  Puerto Riko 635 12,8
13 Bilar  Grikkaland 624 9,1
14 Bilar  Finnland 612 4,7
15 Bilar  Kanada 607 6,0
16 Bilar  Spania 593 4,1
17 Bilar  Japan 591 4,8
18 Bilar  Noreg 584 2,9
29 Bilar  Svøríki 520 3,0
34 Bilar  Danmark 480 3,0
39 Bilar  Føroyar 410 18,0
45 Bilar  Ísrael 350 3,3
48 Bilar  Teivan 324 20,5
49 Bilar  Litava 319 10,8
53 Bilar  Russland 293 18,6
54 Bilar  Surinam 291 19,6
57 Bilar  Brasil 249 22,5
66 Bilar  Teiland 206 38,1
105 Bilar  El Salvador 94 21,9
107 Bilar  Bahamaoyggjar 81 13,7
114 Bilar  Ekvador 71 27,0
129 Bilar  India 41 19,9
136 Bilar  Komoroyggjar 33 21,8
163 Bilar  Eritrea 11 48,4
167 Bilar  Tansania 7 22,7
171 Bilar  Móritania 5 28,0
182 Bilar  Togo 2 17,2

Kelduávísingar

Wiki FøroysktBilar 
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið

Tags:

Bilar Søga

Bilar Bilsøgan í FøroyumBilar HagtølBilar KelduávísingarBilarLøgreglaMáninTeldur

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

11. øld159620. januarDaniel Jacob DanielsenTunglyndiFøroyska krónanMaltiskt mál14. mars1985Vinstrahallur politikkurYvirgangsálopið móti Charlie HebdoHinduismaSjómíl9. januarSkopjeLuciano PavarottiMahatma GandhiAlmenn ognMikudagurISO 3166-185013. maiSorinskrivarar í FøroyumRonald ReaganBauhaus1. novemberScience fictionLøgmenn í FøroyumTryggingarfelagið FøroyarRio de JaneiroBjørnstjerne BjørnsonTjóðpallur FøroyaFøroysk mentan1153Anthony BourdainFrédéric ChopinRussiska kollveltingin 1917Átrúnaður í USASamuel BeckettSeyðabrævið7. februarSkotvápnMerkiðHalvarðsøkaSvenskt mál22. aprílItaliaAbraham LincolnFøroyskir fótbóltsmeistararKalendari7. januarSameindu Tjóðir12. aprílEysturtýsklandMývatnBuffaloKaliforniumFuglurTalImmanuel KantBrynhildar tátturHeimsvevurViggo MortensenVatnHanus Debes Joensen19441973🡆 More