Anker Eli Petersen

Anker Eli Petersen, føddur tann 7.

juni">7. juni 1959 á Tvøroyri, er ein føroyskur grafikari, myndprýðari og yrkjari. Hann varð føddur á Tvøroyri, men flutti seinni til Havnar at búgva, og býr nú á Sjællandi. Hann er sjálvlærdur listamaður. Hann er serfrøðingur í kollasju og teldugrafikk. Fyrimyndir hansara eru William Heinesen, ið eisini var pappírsklipp listamaður og Elinborg Lützen.

Anker Eli Petersen
Anker Eli Petersen
Anker Eli Petersen
Sævarmaður, 1998, 55x60cm, Føroya Læraraskúli.

Anker Eli lærdi seg fornnorrønt, meðan hann gekk í skúla, í verkum hansara eru ein mongd av motivum úr norrønu gudalæruni. Hann hevur starvast sum netvørður og hevur týtt nógvar tekstir úr føroyskum til danskt og enskt og hevur eisini skrivað greinir um føroysk viðurskifti. Hann hevur eisini skrivað sangir, teir kendastu munnu vera barnsangurin Á ferð til dreymaland og Ljóðsmynd. Síðstnevndi varð valdur til Ársing føroyski sangur í 20. øld. Terji Rasmussen gjørdi lagi, sangurin er við á útgávuni Terji og Føstufressar, ið var útgivin í 1990. Hann hevur eisini myndprýtt fleiri bøkur og tónleikaútgávur. Anker Eli hevur gjørt grafiskt arbeiði fyri tað danska orkestrið Othala, sum sást í albummi teirra "Når alting er glemt", ið varð útgivið á heysti 2007.

Útvaldar ser- og bólkaframsýningar

M.a. í Norðurlandahúsinum. Smiðjuni í Lítluvík. Foreningen Norden í Hørsholn, Birkerød og Allerød. Foreningen Norden í Gøteborg. Det Finske Kulturinstitut, Keypmannahavn. Føroyahúsið í Keypmannahavn. Vestnorrænt menningarsetur, Hafnarfjörður. Udstilling Nordlys, Horsens. L. Tandrup støtteprojekt, Horsens. Ymsar framsýningar fyri Postverk Føroya.

Keldur


Wiki FøroysktAnker Eli Petersen 
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið

Tags:

19597. juniElinborg LützenSjællandTvøroyriTórshavnWilliam Heinesen

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

KommunaFriedrich NietzscheSólorkaIslamBeninFeðgar á ferðBagdadShahnameReinsaríiðEftirnøvn í FøroyumAlgeriaOscar-virðisløninSlovakiskt málZ32020. septemberJames JoyceVatnViðareiði830-árini14. maiThomas De GendtSjavsur8181816New York Stock ExchangeAvgusturHamradunKappróðrarbátur1815BergenNFLHillary ClintonLettlandÓlavsøkaIranJugoslavia18. øld28. oktoberTjaldurEddie MurphyAssýrar.mvEginteldurMary ShelleySmáverulívfrøðiNapoleon Bonaparte20231440NorðuramerikaJóannes Patursson.erBýir í FøroyumBarainErnest BorgnineFiskaalingBakuHM í svimjing á stuttgeil102SummartíðTailandKommunur í SvøríkiKanadiskt enskt mál141627. juniVincenzo NibaliHafnirSaltfiskur825MetronidazolEiðiskollur (fjall)🡆 More