Eginteldur ella PC-arar (úr enskum - Personal Computer ella PC) eru allastaðni.
Á skrivstovum, í skúlum og heima. Egintelda er lítil, men nú á døgum ógvuliga evnalig. Hon er býtt í fýra - knappaborð at skriva við, minni at goyma upplýsingar og forrit á, ergeril, ið arbeiðir forrtitið, og skríggi, har ið vit síggja úrslitini.
Í einari eginteldu eru mong túsund smá elektrónisk rensl, men áðrenn hon kann arbeiða, skal hon fáa at vita, hvat ið hon skal gera - hon skal forritast. Tá ið forritið arbeiðir, virkar teldan, hon viðger tær upplýsingar, sum hon fær. Til dømis kann teldan vísa støðuna í einum spæli og spyrja, um spælarin skal til vinstru ella høgru í einari villiniborg. Talvur, tekstur og myndir kunnu eisini takast fram á skríggjan. Tá ið músin verður flutt, fer ein lítil pílur á skríggjanum sama veg. Soleiðis ber til at peika í tekstinum og geva boð ella flyta á myndunum. Knappaborðið er skipað sum á einari skrivimaskinu, men teldan hevur eykaknappar til serlig boð.
Eftir 2. heimskríggið læt verjumálaráðið í USA fyrstu stóru, elektrónisku telduna byggja. Tá vóru teldurnar ovurstórar. Nú hava farkleivir og erflísar (chipar) gjørt teldurnar sterkari og minni.
This article uses material from the Wikipedia Føroyskt article Eginteldur, which is released under the Creative Commons Attribution-ShareAlike 3.0 license ("CC BY-SA 3.0"); additional terms may apply (view authors). Innihaldið er tøkt undir CC BY-SA 4.0 um ikki annað verður viðmerkt. Images, videos and audio are available under their respective licenses.
®Wikipedia is a registered trademark of the Wiki Foundation, Inc. Wiki Føroyskt (DUHOCTRUNGQUOC.VN) is an independent company and has no affiliation with Wiki Foundation.