Grindadráp

Grindadráp í Føroyum hava óivað verið løgfest líka frá fyrstantíð.

Øll mannagongdin í eini grind hevur enn á døgum støði í hinum gomlu norsku landslógunum, serliga hini Eldru Gulatingslógini, seinni Yngru Gulatingslógini, til Landslóg Magnusar Hákunarsonar Lógbøtara tók yvir í 1271. Longu tá hava eftir øllum at døma verið føroyskar serlógir fyri landbúnaðarviðurskifti, og tað sæst aftur í hini føroysku serlógini Seyðabrævinum frá 1298, ið eitt nú eisini snýr seg um hvalaveiði. Seinni kom Norska Lóg Kristjans fjórða í 1604, síðan Norska Lóg Kristjans fimta í 1688. Hesar lógir vóru í gildi til 1832, tá ið grindakunngerðin gjørdist føroysk serlóg. Serlógin er síðan endurskoðað og lagað til samfelagsmenningina í árunum 1857, 1872, 1909, 1940, 1955, 1986, 1993, 1995, 1998 og 2013. Allar lógir og kunngerðir eru savnaðar í einum bóklingi frá ár 2000: "Hvalir og grind. Hvat sigur lógin? Eitt kunngerðar- og lógarsavn". Í útgrevstrum úr víkingaøld eru grindaleivdir funnin, og prógvar hetta, at norðbúgvar hava dripið grind, síðan teir komu higar og settu búgv um ár 800. Dentur skal verða lagdur á, at føroyingar enn á døgum ikki drepa grind til vinnulig endamál. Øll kunnu fara í grind, óansæð hvør borgarliga vinna teirra enn er. Tó krevur grindalógin frá 2013 í §18, at tann ið avlívar hval, skal hava: sitat: luttikið á skeiði, har hann fær kunning og upplæring um grindareiðskap, drápsháttin, deyðseyðkenni og lóggávuna um hvalaveiðu.

Grindadráp
Bátar reka eina grind inn eftir Vágsfirði í august 2012.
Grindadráp
Grind er dripin í Føroyum síðan landnámstíð.
Grindadráp
Blásturongul verður í dag nýttur í staðin fyri sóknarongul.

Føroyingar fara í grind við tí føroyska árabátinum ella maskinbátinum, sum teir vanliga fara til útróður við. Eisini er vert at hava í huga, at grind í øllum grindaumdømum síðan fyrst í 19. øld verður býtt javnt eftir, hvussu stór húskini eru. Heldur ikki verður grindin viðgjørd á virki við handilsligum endamáli, men alt verður hagreitt heima við hús, annaðhvørt nýtt beinleiðis í sjálvum húsarhaldinum ella lakasaltað til døgurðamat hjá langfaraskipum.

Eingin árlig kvotuveiða er, heldur eingin avmarking, hvussu nógv grind skal verða dripin, men tá ið sýslumaðurin heldur, at nóg nógv grind er dripin eina ávísa tíð eitt ávíst stað, ber tað til at seta forboð fyri at drepa grind í einum grindaumdømi. Men tað ber eisini til at bjóða øðrum grindaumdømum grindina, har longur er ímillum grindirnar, og teimum tí trýtur grind. Hesi grindaumdømi skulu tá gjalda tær útreiðslur, sum standast av drápinum, til dømis at rudda upp eftir drápið. Tey góðu grindaárini er vanligt at seta forboð fyri at drepa grind í einum grindaumdømi. Í góðum grindaárum kann forboð setast fyri at drepa grind í upp móti helminginum av grindaumdømunum frá 14 døgum upp í eitt hálvt ár.

Grindahvalur hevur allar tíðir verið virðismikið tilfeingi til matna hjá føroyingum, umframt til ljós og hita og annað mangt fyrr í tíðini Døglingalýsi var eisini nýtt til útvortis viðgerð av t.d. forkølilsi og øðrum sjúkum. Í trongum tíðum hevur hvalur verið bjargingin hjá mongum húsarhaldi. Tað hevur verið umráðandi at fáa hetta tilfeingið til høldar.

Góðkendar hvalvágir

Tað eru 24 hvalvágir, ið eru góðkendar til grindadráp í Føroyum sambært § 13 í Kunngerð um grind:

  1. Norðoyar:
    1. a)Klaksvík, á sandinum niðan fyri Víkarnar, og Borðoyarvík, fyribils góðkend hvalvág.
    2. b)Viðvík, á sandinum.
    3. c)Hvannasund
  2. Eysturoy:
    1. a)Fuglafjørður, á sandinum.
    2. b)Funningsfjørður, inni í ósanum.
    3. c)Syðrugøta.
    4. d)Norðragøta, á vestara arminum niðan fyri kirkjugarðin og á sandinum norðanfyri.
    5. e)Norðskála, í Møðstøðukrókinum ímillum Stórá og Garðsenda og undir kirkjuni.
    6. f)Skálafjørður, fyribils góðkend hvalvág
  3. Streymoy:
    1. a)Tórshavn, Sandagerð.
    2. b)Leynar, á sandinum.
    3. c)Vestmanna, á Fitjasandinum.
    4. d)Hvalvík, um Oyrarnar nærri Streymneslandinum.
    5. e)Tjørnuvík, á sandinum.
    6. f)Kollafjørður, fyribils góðkend hvalvág
  4. Vágoy:
    1. a)Miðvágur, á sandinum.
    2. b)Bøur, á sandinum.
    3. c)Sandavágur, á sandinum.
  5. Sandoy:
    1. a)Sandur, á sandinum.
    2. b)Húsavík, á sandinum.
  6. Suðuroy:
    1. a)Øravík, á sandinum.
    2. b)Trongisvágur, á sandinum.
    3. c)Hvalba, Lítlabergssandur, í Nesi og Hvalbiarsandur.
    4. d)Vágur
    5. e)Fámjin

Djóravernd

Veiði- og drápshátturin hevur lagað seg eftir teimum verandi umstøðunum fyri at fáa sum mest burturúr, men tað var eisini hugsað um, at alt skuldi ganga skjótt og ruddiliga fyri seg ella við øðrum orðum, at hugsað varð um dýravernd. Tað eru stórar broytingar farnar fram viðvíkjandi grindadrápi. Hesar broytingar kunnu best verða lýstar við ásetingunum í lógini um vernd av dýrum: Um viðferð, § 1, her undir um flutning, § 17, og um avlíving av dýrum, § 8.

Keldur

Wiki FøroysktGrindadráp 
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið

Tags:

FøroyumNoregSeyðabrævið

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

Karl Martin Samuelsen83815 (tal)Skotvápn27. oktoberMontserratSigurð JoensenBilarFøroyskt málBloggurLimburgiskt mál1909UmeåTadsjikistanGrand Theft Auto IVAlfrøðiFiskurFólkaræðiSjavsurCalgaryVøtn í FøroyumSvenskt málFinnlandNorska LøvaÓli JacobsenBrandur SandoyJönköpings länDøgg NónsgjógvBátasmiðurDavid HilbertPolynesia2023LausannePalestina22. septemberSt. Pætursborg2002GuamKlettafjøll1940Tannlæknar í FøroyumEM í fótbóltiGreta ThunbergBýarvøksurJóhan Hendrik Winther PoulsenEM í fótbólti 20161942LæknarAmerikaISO 3166LibyaMoiraeBob HoskinsBuenos AiresEysturríkiNykøbing MorsFaroese Music AwardsUddevallaHavFirenseGasageirinTindhólmur90-áriniISO 3166-1 alfa-2Norskt málMartin Joensen (1953)Il VoloParaguaiSúlaKyrrahaviðJarnMarxisma🡆 More