Gasageirin

Gasageirin (arábiskt: قطاع غزة‎ Qiṭāʿ Ġazza/Qita' Ghazzah) er staddur á eysturstrond Miðjarðarhavs.

Geirin hevur mark við Egyptaland í ein útsynning og Ísrael í ein sunnan, eystan og norðan. Hann er umleið 41 kilometrar langur, millum 6 og 12 kilometrar breiður og hevur eitt øki í alt 360 ferkilometrar. Geirin hevur navn sítt eftir Gasa, størsta býi í geiranum. Smali Gasageirin - har fleiri enn 1,7 mió. palestinar búgva - hevði verið undir ísraelskum ræði síðan seksdaga-kríggið í 1967. Eftir samráðingar millum palestinsku frælsisrørsluna PLO og Ísrael í Noregi í 1993, játtaði Ísrael at geva palestinum í Gasageira og vestan Jordan heimastýri.

Gasageirin
Kort.

Íbúgvatalið var í juli 2010 umleið 1,6 milliónir, flest øll eftirkomarar eftir flóttafólkum. Ein millión av íbúgvunum vóru í mars 2005 mettir at vera palestinsk flóttafólk, tó at meginpartur teirra var føddur í Gasageiranum; eldra ættarliðið rýmdi til Gasa í palestinsku flýggjanini í 1948 eftir arabisk-ísraelska kríggið í 1948 frá summum pørtum av Bretsktyvirrádda Palestina, ið gjørdist partar av Ísrael. Íbúgvarnir eru fyrst og fremst Sunni Muslimar.

Keldur

Wiki FøroysktGasageirin 
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið

Tags:

Arábiskt málEgyptalandMiðjarðarhavNoregÍsrael

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

Kvinna2020-áriniRibeVWikiWikiFlaggdagar í FøroyumFranz BeckenbauerBíblianSúlukongurDanmarkWien10. aprílRebekka FugløAvstraliaJodKinaSuni úr Hørg1710-áriniFlaggdagurSvínoyar kommunaMálKvæðiHenrik IbsenOlshanaNapoleon BonaparteFyrsti summardagurSólrún MichelsenOxygenAdolf HitlerAltjóða felagsskapurHjáorðBládúgvaFausto CercignaniBóghvítuhvalurMike PenceÓdnir20081902KirkjubøkurBrisFøroyski tjóðbúninUEFA Champions League 2015-1624. aprílNeymarOyggjaleikirTruman CapoteBobby FischerLøgmanssteypiðHeine HestoyÁnirnarLe Corbusier1945HavfrøðiUpphavsrætturGuðmundur JoensenApostólska trúarjáttaninPauli DahlAstat🡆 More