Rebekka Fuglø

Rebekka Fuglø Poulsen (fødd 1993) er ein føroyskur rennari, sum rennur fyri Treysti úr Klaksvík, Føroyar og danska felagið Vejle IF.

Hon gjørdist danmarksmeistari fyri ung í 800 m og 1500 m bæði innandura og uttandura í 2011. Hon luttók á Oyggjaleikunum í 2009 og 2011, seinnu ferðina kom hon í finalur, men vann onki heiðursmerki, hon setti tó nýtt føroyskt met í 800 m renning við tíðini 2.19,58, gamla metið átti Bjørk Herup Olsen. Rebekka vann FM í Cross renning 2012 (8 km) við tíðini 40 minuttir og 31 sekund. Guttorm Sørensen er venjari hjá Rebekku.

Lívsleið innan renning

Oyggjaleikir 2023 á Guernsey

Í juli 2023 luttók Rebekka á Oyggjaleikunum á Guernsey. Hon vann bronsu í 800 metrar renning við tíðini 2:17.73.

Oyggjaleikir 2019 á Gibraltar

Í juli 2019 luttók Rebekka á Oyggjaleikunum á Gibraltar. Hon vann trý heiðursmerki:

  • Silvur í 800 metrar renning við tíðini 2:13.53
  • Silvur í 1500 metrar renning við tíðini 4:37.75
  • Bronsu í 5000 metrar renning við tíðini 18:30.97.

DM 2018 í Odense

Í august 2018 luttók Rebekka á DM í Odense. Hon rann fyri Vejle, sum hon umboðar, tá hon rennur í Danmark. Tá Rebekka í 1500 metrar renning kom á mál, var hon danmarksmeistari við tíðini 4.29,62.

DM 2017 í Skive

Í februar 2017 luttók Rebekka á DM í frælsum ítrótti. Hon gjørdist nummar trý og vann harvið bronsu. Hon rann fimm sekund skjótari í innleiðandi við tíðini 4.30,71, ið var tætt við føroyska metið á 4.29,60, sum hon sjálv átti.

  • Bronsu í 1500 metrum renning við tíðini 4.35,04.

Vetrarkappingin 2016

  • Gull í 12 km renning við tíðini 49.19 í bólkinum Kvinnur opin bólkur.

FM í frælsum ítrótti 2015

  • Gull í 400 m renning við tíðini 59,17, ið var nýtt føroyskt met. Rebekka var fyrsta føroyska kvinnan, ið rann henda teinin undir 1 minutt.
  • Gull í 800 m renning

FM í lendisrenning 2015

Runnið var á fløtuni og í viðarlundini í Hoydølum. Talan var um 8 kilometrar tilsamans.

  • Gull við tíðini 38,35 minuttir

DM 2014 í Skive

Í februar 2014 luttók Rebekka fyri fyrstu ferð í kappingum fyri vaksin á DM.

  • Nr. 4 í 800m við tíðini 2.14,83 - tað var nýtt føroyskt met
  • Nr. 7 í 3000m við tíðini 11.07,27

Oyggjaleikir 2013 á Bermuda

  • Nr. 5 í 1500m við tíðini 4:38.27
  • Nr. 7 í 800m við tíðini 2:18.60

2012

Rebekka Fuglø vann silvur í 1500 innandura renning til DM gentur 18-19 ár.

DMU 2011

  • Gull - 800m við tíðini 2.18.32 (uttandura)
  • Gull - 1500m við tíðini 4.47.50 (uttandura)
  • Gull - 800m við tíðini 2.26.18 (innandura)
  • Gull - 1500m við tíðini 4.49.21 (innandura)

FM 2011

Rebekka Fuglø luttók í fýra kappingum til FM á Tórsbreyt í august 2011. Hon vann tær allar. Greinar og vinnarartíðirnar hjá henni vóru:

  • Gull - 200m við 29,37 sek.,
  • Gull - 400m við 66,12 sek.,
  • Gull - 800m við 2:31,10 min.
  • Gull - 1.500m við 5:35,92 min.

2010

Rebekka gjørdist nummar tvey hjá kvinnunum í samlaðu vetrarrenningini 2009/10. Hon gjørdist nummar tvey bæði í opna bólkinum og í bólkinum hjá kvinnuunglingum. Bert Bjørk Herup Olsen rann skjótari.

Ávísingar úteftir

Keldur

Tags:

Rebekka Fuglø Lívsleið innan renningRebekka Fuglø Ávísingar úteftirRebekka Fuglø KeldurRebekka Fuglø1993Bjørk Herup OlsenFøroyarGuttorm SørensenKlaksvíkTreysti

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

Everton F.C.UTCJarnForsíðaKveiki1944Marius ZiskaVivian MaierKapitalismaBretska hersetingin í FøroyumMarie AntoinetteSouthamptonZlatan IbrahimovićOljaSalisburyPolynesiaOmanArkimedes19. augustEmilius Marius Georgius LøbnerJemenFijiOtto von BismarckSjúrður Skaale13. maiFrits JohannesenNorðurlandahúsið í FøroyumLuciano PavarottiKolevniAndalusia18. januarTokTú alfagra land míttWilliam HeinesenBakkafrostValdstríbýtiFroukje VeenstraSímun av SkarðiMathias lassenListi yvir heimins lond eftir íbúgvatali7. januarGibraltarTorsbyThomas JeffersonMissouriFernanda MontenegroGalileo GalileiSkotskt whiskyNiels Petur NolsøeJackson Pollock196615. juliTær sjey deyðssyndirnar1923Selatrað989GöttingenÓlavsøkaLýðveldið NorðurmakedóniaNóllywoodUSAFøroysk kongarekkjaWikipediaBahá'í trúgvinFruktirNýsæland20. februarvjetnam1687Páll Finnur PállJazzFøroyar🡆 More