Ólavsøka

Ólavsøka verður hátíðarhildin 28.

juli">28. og 29. juli og er tjóðarhátíð føroyinga.

Ólavsøka
Ólavsøkuskrúðgongan 28. juli á Niels Finsens gøtu

Í túsund ár hava føroyingar hildið hátíð fyri sameiningini av politikki og kristindómi á deyðadegi Ólavs Heilaga. Hesin Noregs kongur fall í bardaga á Stiklastøðum hin 29. juli 1030 og gjørdist halgimenni norðmanna.

Deyðadagur hansara gjørdist tingdagur føroyinga. Føroyingar vóru teir einastu norðurlendingar, sum settu ting á ólavsøku. Eingin veit rættuliga hví. Men hon verður hildin enn í dag í Tórshavn, tá ið tingmenn, kirkjumenn og høgir embætismenn ganga í skrúðgongu úr Løgtingshúsinum oman í Dómkirkjuna til guðstænastu og niðan aftur í Løgtingið, sum verður sett hvørt ár á ólavsøku. At tinghald og ólavsøka hoyra saman er hjá føroyingum ein næstan túsund ára mentanarlig siðvenja.

Hátíðarhald hevur helst altíð verið í sambandi við tinghaldið. Vit vita frá gomlum keldum, at nógv fólk kom til Havnar á ólavsøku. Sambandið millum Løgting og kirkju er eisini gamalt, tó helst ikki eldri enn 1609, tá ið fyrsta kirkja varð bygd í Tórshavn, úti á Reyni. Í 1673 skrivaði prósturin Lucas Debes, at hvør tingdagur byrjaði við guðstænastu í Havnar kirkju. Núverandi Havnar Kirkja, Dómkirkjan, varð bygd í 1788.

Í dag er skrúðgongan ein fastur partur av ólavsøkuni. Tað tykist at hava verið ógvuliga ymist, sum skrúðgongan hevur verið skipað. Í hvussu er var eingin føst skipan, t.d. um raðfylgjuna. Við hvørt hevur eisini politisk ósemja verið um henda spurning. Tað hevur ikki enn eydnast at fáa eina fasta skipan. Men kortini - so sæst á hvørjari ólavsøku enn í dag hitt gamla sambandið millum ting og kirkju.

Og hin stóra mannfjøld, sum hvørt ár skoðar skrúðgonguna við løgtingsmonnum, prestum og donskum embætismonnum úr løgtingshúsinum oman í Dómkirkjuna og niðanaftur, væntar at síggja hesa sjón ár um ár.

Myndir


Slóð úteftir

Wiki FøroysktÓlavsøka 
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið

Keldur

Tags:

28. juli29. juliFøroyar

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

PolitikkurÁnirnarOxygenJens Olivur Lisberg1781Fyrsti summardagurVípaJóhan landleysiPeter FondaMagnesiumTunlar í FøroyumFløggKoreanskt málEvrasia1945Landspartar í ÍrlandiMicrosoft WindowsSupermanFlaggdagar í FøroyumMike PenceAlfrøði13. maiFylki NoregsISBNGrønland24. aprílImmunskipanKarlamagnusÍtrótturKommunur í Føroyum1935FríggjadagurMerkið1865Bundesliga 2015-16Soppar.cz1710-árini.clHolokaust1901Almenn ognGeorge CarlinBóghvítuhvalurNeymarAvstraliaMagnOyggjaleikir 1989Marie AntoinetteSeinni heimsbardagiThomas JeffersonMahatma GandhiTórshavnBrisMannarættindiApostólska trúarjáttaninNúverandi hendingarKlaksvíkingur 10-mannafarAndré SilvaFjøll í FøroyumDaniel Jacob Danielsen1892JørðinBobby FischerOnglandAldehyd🡆 More