Oxygen (latín oxygenium, úr grikskum ὀξύς-, oxys-, sýra, upprunaliga hvast, frá smakkinum á sýru, og -γενής, -genēs, framleiðari, upprunaliga upphav; symbol O), er eitt frumevni, ið hevur atomnummar 8 í skeiðbundnu skipaninini.
| |||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||
|
Á føroyskum verður evnið eisini nevnt súrni og súrevni av upprunaheitinum, sum meira neyvt kundi verið umsett sýruupphav. Latínska heitið kemur av, at lívrunnin evni sum t.d. fiti verða súr, tey trána, av oxygeni, og nanvgevarin, franski evnafrøðingurin Antoine Lavoisier, helt oxygen vera í øllum sýrum. Almenna danska heitið er oxygen, men heitið ilt verður eisini brúkt. Hetta seinna navnið kemur av, at oxygen nørir um eld.
Í reinari, turrari luft eru umleið 21 rúmprosent av O2.
This article uses material from the Wikipedia Føroyskt article Oxygen, which is released under the Creative Commons Attribution-ShareAlike 3.0 license ("CC BY-SA 3.0"); additional terms may apply (view authors). Innihaldið er tøkt undir CC BY-SA 4.0 um ikki annað verður viðmerkt. Images, videos and audio are available under their respective licenses.
®Wikipedia is a registered trademark of the Wiki Foundation, Inc. Wiki Føroyskt (DUHOCTRUNGQUOC.VN) is an independent company and has no affiliation with Wiki Foundation.