Thomas Jefferson

Thomas Jefferson (* 13.

Thomas Jefferson
Thomas Jefferson
Føddur 13. apríl 1743
Virginia Shadwell, Virginia
USA Sambandsríki Amerika
Deyður 4. juli 1826
Virginia Charlottesville, Virginia
USA Sambandsríki Amerika
Útbúgving Løgfrøði
Álitisstørv
1801-1809 Forseti í USA
1797-1801 Varaforseti í USA
1790-1793 Uttanríkisráðharri í USA
1779-1781 Guvernørur í Virginia

apríl">13. apríl 1743 – † 4. juli 1826) var 3. forseti í Sambandsríki Amerika. Jefferson, sum avnoktaði meginpartin av Bíbliuni og tann imateriella Gud har frá og ein av høvuðsmonnunum aftanfyri "Declaration of Independence", sum hevur tað sera kenda sitati: "Vit halda tað vera rímiligt og sjálvsagt, at øll verða javnsett, og at vit hava fingið ávís ómissandi rættindi frá skaparanum - rættin til lívið, frælsið og stremban eftir eydnuni". Hann varð eisini tann sum kom við "Wall of separation between Church and State" sum gjørdi at kirkjan og staturin ikki skuldi blandast saman. Orsøkin varð at verja tey sum ikki hoyrdi til og sum møguliga eisini vóru forfylgt av kirkjuni tá.

Thomas Jefferson var amerikanskur sendimaður í Fraklandi í rokárunum 1785-1789 beint undan fronsku kollveltingini . Árini í Fraklandi ferðaðist hann víða í Evropa og fekk stóran áhuga og alsk til vín. Afturkomin til garðin, Monticello í Virginia í USA, hevði hann bæði vínfløskur og vínstokkar við sær frá ferðum á evropeiskum víngørðum. Alt lívið royndi hann at eksperimentera við at dyrka vín á Monticello og sigst Thomas Jefferson vera faðirin at amerikansku víndyrkingina. Viðurkendur er Jefferson eisini fyri arbeiðið at skilja sundur statin og kirkjuna, ivaleyst við íblástri frá sveisisk-franska samtíðar-heimspekinginum, Rousseau. Og ikki minst var Jefferson ein stovnsetarunum av USA, eitt nú at skriva Frælsisyvirlýsingina.

Triði forsetin í USA, Thomas Jefferson, var ein klókur og klárthugsandi maður. Hansara mongu rit verða enn goymd eins og dýrgripir. Tað eru 200 ár síðan hann livdi, men enn í dag verða nýtt orðatøk úr hansara ritum, millum annað "aldri reglurnar" :

  1. Útset aldri til í morgin, tað sum tú kanst gera í dag.
  2. Legg aldri tað yvir á annan, sum tú kanst gera sjálvur.
  3. Nýt aldri pengar, fyrr enn tú eigur teir: við øðrum orðum - fá tær aldri skuld.
  4. Keyp aldri nakað, bert tað er bíligt.
  5. Ver aldri hugmóðigur, tað kann skjótt gerast dýrt fyri teg.
  6. Halt ongantíð, at tú hevur etið ov lítið. Fleiri fólk doyggja av ováti enn av hunguri.
  7. Fuska ongantíð við einum arbeiði. Tað, sum er gjørt við gleði, møðir ikki og er aldri keðiligt.
  8. Stúr ikki fyri nøkrum, sum kanska aldri hendir; í níggju av tíggju førum hevur tú stúrt til einkis.
  9. Tel upp í tíggju, um tú ert uppøstur - og upp í hundrað um tú ert óður - áðrenn tú svarar.
  10. Noyð teg sjálvan at síggja alt frá tí góðu síðuni, so vinnur tú bæði á tær sjálvum og tínum mótstøðumonnum.
  11. Skriva brøv, tá ið tú ert illur, um tú leggur í. Men send tey ikki. Hugsað um tað til dagin eftir - og brenn so brævið.

Kelduávísingar


Wiki FøroysktThomas Jefferson 
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið

Tags:

13. apríl174318264. juliAmerikanska FrælsisyvirlýsinginBíblianForseti Sambandsríki AmerikaKirkjaSambandsríki Amerika

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

Https1924Dansk Melodi Grand PrixIranNólsoyingurin 10-mannafarAdolf HitlerBygdir og býir í FøroyumBergenWikiTurks- og CaicosoyggjarParabilRómversk-katólska kirkjan10. februarKlaksvíkSkótiFøroyskt málAleksandr PusjkinGregorianski kalendarinBátasmiður2007Nobelvirðislønin í bókmentumRognkelsiKríggið í UkrainaForsíðaKapitalismaHernaðarliga verjanJFøroyskt rossKinversk teknKaukasusKetturRoysikøtturLøgmenn í FøroyumHenry Kissinger2. oktober289Stjórnin hjá RenziAlfrøði1862ZLaosArgentinaBloggurGNU Free Documentation LicenseHannah MontanaApostólska trúarjáttaninUpprunafólk í Norður- og SuðuramerikaMichigan1989Epke Zonderland1881Vongblá ontFøroyski tjóðbúninEysturskúlinTvøroyriUtrecht (landslutur)HundabræviðFirenseAtli Pætursson DamListi yvir borgarstjórar í Hvalbiar kommunuVøtn í FøroyumLisboaPaulus ápostulGluggarnir1368Føroyskt (mál)SørvágurTwitter1812Pauli EllefsenJens Olivur Lisberg1914Taylor Swift🡆 More