Hugtakið Wiki vísir til eitt slag av ritbúnaði, sum gevur brúkarum møguleika at samstarva um at savna og skifta um vitan og kunning um ávís evni.
Ward Cunningham hevur ment forritið. Hann og Bo Leuf hava saman skrivað bókina "The Wiki Way" (2001), sum tøkniliga er avoldað, men sum kortini greiðir væl frá wikihugburðinum. Orðið, Wiki, stavar frá hawviiska WikiWiki.
Í einum Wiki kunnu brúkarar frítt skriva og almannakunngera tilfar, serliga skrivað tilfar, men í nýggjari forritum ber eisini til at goyma eitt nú myndir og fílur av ymsum sløgum. Brúkarar kunnu frítt broyta tilfar hjá hvørjum øðrum, teir kunnu kjakast um ávís evni og eru í vissan mun við til at tilevna skipanina av eini Wiki.
Grundskipanin í eini Wiki er ovurtekstaskipanin (hypertekstaskipanin), sum er høvuðsskipanin á internetinum. Ein Wiki er forritað t.d. í PHP, og dátur (síður) verða goymdar í einum dátugrunni, ofta MySQL.
Síður verða heintaðar ella stovnaðar við at brúka HTTP-protokollina og boðini, GET og POST.
Lesing fer fram á vanligari vevsíðu, meðan skriving og rætting fer fram í formpartinum á eini vevsíðu.
This article uses material from the Wikipedia Føroyskt article Wiki, which is released under the Creative Commons Attribution-ShareAlike 3.0 license ("CC BY-SA 3.0"); additional terms may apply (view authors). Innihaldið er tøkt undir CC BY-SA 4.0 um ikki annað verður viðmerkt. Images, videos and audio are available under their respective licenses.
®Wikipedia is a registered trademark of the Wiki Foundation, Inc. Wiki Føroyskt (DUHOCTRUNGQUOC.VN) is an independent company and has no affiliation with Wiki Foundation.