John Arni Nilssen

IM John Arni Nilssen er ein føroyskur telvari, sum í 2013 vann heimsmeistaraheitið fyri amatør-telvarar, tvs.

fyri telvarar sum høvdu eitt styrkital á minni enn 2400. Kappingin varð hildin á griksku oynni Kreta í mai 2013. Til HM kappingina kom hann í A-bólkin, hann fekk 6½ stig av 9 møguligum og endaði ½ stig fremri enn týskarin, Torsten Lang. Hetta er fyrstu ferð, at ein føroyskur telvari vinnur eina alheims kapping í talvi, sum altjóða talvsambandið FIDE skipar fyri.

John Arni er úr Skopun, men í løtuni búsitandi í Keypmannahavn. Hann telvaði sum ungur í felagnum Róki í Skopun, síðan fór telvaði hann fyri Havnar Telvingafelag. Hann hevur fleiri ferðir verið á Talv-Olympiadu umboðandi Føroyar.

Smálandakapping í Monako 2013

Smálandakapping var í talvi í Monako síðst í november 2013. Føroyska liðið fekk eina góða byrjan við at vinna 3-1 á Luksemburg 25. november. John Arni hevði svart á øðrum borði móti Christian Jeitz og fekk javnt. Tann 26. november vunnu føroyingarnir 3½-½ móti Kypros.

Talv-OL 2012 í Istanbul

John Arni luttók á Talv-OL í Istanbul í september 2012 saman við IM Helga Dam Ziska, IM John Arna Nilssen, IM John Rødgaard, Jóan Hendrik Andreasen og Rógva Egilstoft Nielsen.. Teir fingu besta úrslit higartil, um hugt veður eftir, hvussu nógv prosent teir vunnu, teir vunnu 56% av leikunum, sum teir telvaðu. Føroyar endaði sum nummar 68 av 157 londum. Áðrenn kappingina var Føroyar mett til at vera á einum 74. plássi. Føroyar fekk í alt 24½ stig av 44 møguligum. Teir vunnu fimm dystir, taptu fýra og telvaðu tveir javnt. Helgi Dam Ziska (1. borð) kláraði srg best við 6½ stigi, John Rødgård (3. borð) fekk 6 stig og Rógvi Egilstoft Nielsen (5. borð) fekk 4½ stig. John Arni og Jóan Hendrik fingu ávikavist 4 og 3½ stig. Armenia vann kappingina, Russland var nummar tvey og Ukraina var nummar trý. Føroyar var frammanfyri Finnland, sum endaði sum nummar 74.

Keldur

Tags:

KretaTelvari

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

MoskvaTheodor ThomassenSalisbury157ZFrankiska ríkiðArlingtonOyraSálmabók Føroya KirkjuDanmarkMike PenceOyggjMalaisiaTalvPólskt málPostnummur í FøroyumWilliam Heinesen11281619Meginfelag Føroyskra StudentaTórshavnPáll DanielsenÆtlanarbúskapurFyrsti summardagur2024Føroyskur maturSaudiarabiaBeşiktaş J.K.TernaJugoslaviaKristoffur KolumbusTvøroyrar BóltfelagNewt GingrichTin1557John BunyanHans Jacob Jacobsen2006Krabbadýr19481999Daniel Jacob DanielsenSystem of a Down11. aprílLívfrøðiBakkafrostFranklin D. RooseveltSouthampton1966NóllywoodJóannes Patursson13. februarSan FranciscoÍbúgvarHundabræviðNý SælandJon FosseFuglur15372020-árini29. november1733FøroyumOrlando BloomEinahandil91218. augustKanada10. januarNikita KhrusjtjovKøvievni25. mai🡆 More