Rógvi Egilstoft

Rógvi Egilstoft (fyrr Rógvi Egilstoft Nielsen, føddur 7.

desember 1992) er føroyskur telvari, fótbóltsleikari og politikari úr Sandavági, búsitandi á Eiði. Hann vann føroyameistaraheitið í talvi í landsliðsbólkinum fyri einstaklingar fyrstu ferð langa fríggjadag hin 6. apríl 2012. Hann spælir í løtuni (2020) fótbólt við NSÍ. Hann hevur fyrr spælt við EB/Streymi, 07 Vestur og Skála. Hann hevur spælt 4 landsdystir við U19 landsliðnum og hevur verið við í hópinum hjá U21 landsliðnum. Rógvi er sonur Torkil Nielsen, sum eisini er telvari og sum er kendur fyri at skorað mál fyri føroyska A-landsliðið móti Eysturríki í 1990. Yngri bróđur Rógva, Høgni Egilstoft Nielsen, er eisini telvari. Á kommunuvalinum 2020 varð Rógvi fyrstvaldur í Eiðis kommunu og varð valdur til borgarstjóra frá 1. januar 2021.

Lívsleiđ innan talv

FM í talvi

  • 2015 - Føroyameistari
  • 2012 - Føroyameistari

Talv-OL 2012 í Istanbul

Rógvi Egilstoft Nielsen luttók á Talv-OL í Istanbul í september 2012 saman við IM Helga Dam Ziska, IM John Arna Nilssen, IM John Rødgaard, Jóan Hendrik Andreasen.. Teir fingu besta úrslit higartil, um hugt veður eftir, hvussu nógv prosent teir vunnu, teir vunnu 56% av leikunum, sum teir telvaðu. Føroyar endaði sum nummar 68 av 157 londum. Áðrenn kappingina var Føroyar mett til at vera á einum 74. plássi. Føroyar fekk í alt 24½ stig av 44 møguligum. Teir vunnu fimm dystir, taptu fýra og telvaðu tveir javnt. Helgi Dam Ziska (1. borð) var toppskjútti við 6½ stigi, John Rødgård (3. borð) fekk 6 stig og Rógvi Egilstoft Nielsen (5. borð) fekk 4½ stig. John Arni og Jóan Hendrik fingu ávikavist 4 og 3½ stig. Armenia vann kappingina, Russland var nummar tvey og Ukraina var nummar trý. Føroyar var frammanfyri Finnland, sum endaði sum nummar 74.

Keldur

Slóðir úteftir

Tags:

Rógvi Egilstoft Lívsleiđ innan talvRógvi Egilstoft KeldurRógvi Egilstoft Slóðir úteftirRógvi Egilstoft07 Vestur19927. desemberEB/StreymurEysturríkiHøgni Egilstoft NielsenNSÍSandavágurSkála ÍFTalv í FøroyumTorkil Nielsen

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

Finleif Mortensen1850ÍslandFøroyskar bókmentirEysturoyOsmiumAltjóða arbeiðaradagurRobin WilliamsBarbieFlogbólturBjörn SkifsJemenManilaLong IslandJane AustenVjetnamkríggiðBrandsvalaJóhan Olsen (bátasmiður)20041777Gyltur MorgunKharkivBjarnirKarachiTórsvøllurCarl Friedrich Gauss1937HeimastýrislóginFótbólturCiderGlitnirFirenseKurvabólturClaudio Monteverdi1606LeygardagurRon DeSantisOhioMýlAce WilderAlisfrøðiLúturMoskvaItalskt málHM í fótbólti 2014SSanto DomingoSierra LeonaLEstiska krónanHM í svimjing á stuttgeilKlaksvíkingur 10-mannafarEdinburghGanaCharley PrideTryggingEvnafrøðiAllahalgannadagurJohann Wolfgang von Goethe1940Beatrix av NiðurlondumBilarHydrogen🡆 More