Talv

Talv er eitt borðspæl, har tveir telvarar kunnu telva.

Telvað verður á einum borði við 64 puntum, har hvør telvari hevur 16 talvfólk, ein tað hvíta fólkið, og ein tað svarta fólkið.

Talv
The Chess Pieces
The Chess Pieces

Frá vinstru hvítur kongur, svartur rókur, svørt frúgv, hvít finna, svartur riddari og hvítur bispur.
Spælarar 2
Aldursbólkur 8 ár og upp
Uppsetanartíð 30-60 sekund
Spælitíð 10-240 minuttir
Reglufjøltætti Miðal
Strategistøði Høgt
Tilvildarlig líkindi Eingin
Neyðugur dugnaskapur Taktikkur, strategi
Talv

Endamálið er at vinna við at seta kongin hjá mótpartinum skák og mát (eisini rópt mát).

Telvarar skiftast um at leika, men hvítur – tað er telvarin við hvíta fólkinum – leikar altíð fyrst. Ymsu fólkini hava hvør sítt gongulag.

Inngangur

Talv verður telvað um allan heim bæði fyri at stytta sær stundir og á professionellum støði. Bæði kvinnur og menn í øllum aldursbólkum telva. Nógvar kappingar eru bæði í talvfeløgum og á altjóða støði. Eisini er væl umtókt at telva á internetinum ímóti telvarum runt allan heim.

Borð og fólk

a b c d e f g h
8 Talv  Talv  Talv  Talv  Talv  Talv  Talv  Talv  8
7 Talv  Talv  Talv  Talv  Talv  Talv  Talv  Talv  7
6 Talv  Talv  Talv  Talv  Talv  Talv  Talv  Talv  6
5 Talv  Talv  Talv  Talv  Talv  Talv  Talv  Talv  5
4 Talv  Talv  Talv  Talv  Talv  Talv  Talv  Talv  4
3 Talv  Talv  Talv  Talv  Talv  Talv  Talv  Talv  3
2 Talv  Talv  Talv  Talv  Talv  Talv  Talv  Talv  2
1 Talv  Talv  Talv  Talv  Talv  Talv  Talv  Talv  1
a b c d e f g h


Tá ið talvið byrjar, standa talvfólkini, sum myndin vísir omanfyri. Hvítur leikar fyrst og so svartur, og er tað ikki loyvt at leypa leik um. Hvør hevur hvíta, og hvør hevur svarta fólkið, verður antin avgjørt við lutakasti, ella verður tað avgjørt av teimum, ið skipa fyri kappingini.

Talvfólk
Talv  Kongur
Talv  Frúgv
Talv  Rókur
Talv  Bispur
Talv  Riddari
Talv  Finna

Á fyrsta og áttanda raði standa 8 fólk, sum vit vanliga rópa menn. Frá vinstru standa rókur, riddari, bispur, frúgv og kongur. Og frammanfyri teir standa 8 finnur.

Borðið er býtt sundur í 8 loddrættar linjur, sum verða nevndar við tølinum 1-8, og 8 vatnrættar røðir, sum verða nevndar við stavinum a-h. Við hesum ber til at nevna hvønn einstakan punt við heitunum frá a1 til h8, sum í einari koordinatskipan.

Sí eisini

Ávísingar úteftir

Wiki FøroysktTalv 
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið

Tags:

Talv InngangurTalv Borð og fólkTalv Sí eisiniTalv Ávísingar úteftirTalvBorðspælTalvfólkTelvari

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

MontserratMáninBritney SpearsAssýrar1. áratúsundRegin JacobsenÖlandDunnaldur DunnaVictoria drotningNoregFongsulMaudlandKenny RogersNorskahaviðTvøroyrar Bóltfelag1345ÁratíggjuOniscus asellusMowiLøgreglaSámar156420. februarFranskt málKabulFjøll í FøroyumApplePussy RiotFótbóltur18822018EyðkvæmiKinaEysturríkiÁtrúnaður í FøroyumMette FrederiksenDario FoNorðurkoreaGooglePragEinahandil2020-áriniMikkjal á RyggiMissouriColoradoPrix FøroyarVatikaniðRoss20224. novemberKalmarsamveldiðMontenegro9. februarGibraltarBrúgvin um StreyminKirkjuliga Heimamissiónin í FøroyumNepalBjarnirOmanMarilyn MonroeVestari ÁarbakkiLuka ModrićReyði KrossurStjørnufrøðiVirgil van Dijk31. juli🡆 More