Bakkafrost: Føroysk alifyritøka

P/F Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum.

Felagið varð stovnað í 1968 av brøðrunum Hans og Róland Jacobsen á Glyvrum. Í 2010 varð Bakkafrost skrásett á virðisbrævamarknaðinum í Oslo (OSE). Í apríl 2011 keypti p/f Bakkafrost fyritøkuna p/f Havsbrún fyri 1,1 milliard krónur. Regin Jacobsen, ið er sonur Hans á Bakka, er stjóri á Bakkafrost.

Bakkafrost
Slag
Partafelag
Handlað sum OSE: BAKKA
Ídnaður Matídnaður
Stovnað 1968
Stovnari/ar Róland og Hans Jacobsen
Høvuðsskrivstova Glyvrar
Lyklapersónar
Regin Jacobsen (CEO), Rúni M Hansen (nevndarformaður)
Vørur Laksur
Nettosøla 2,7 milliardir DKK (2014)
Inntøka áðrenn rentu og skatt
899 million DKK (2014)
Vinningur 647 milliónir DKK (2014)
Eigari Oddvør Jacobsen (9,50%) Regin Jacobsen (9,30%) og umeið 3050 onnur úr 22 londum
Tal av starvsfólkum
1000 (2014)
Heimasíða bakkafrost.com

Hin 28. november 2013 fór virði á Bakkafrost uppum 4,4 milliardir krónur, tá partabrøv vóru seld fyri 90,25 norskar krónur. Fyritøkan átti tá 48.858.065 partabrøv.

Úrslitið hjá Bakkafrost fyri 2013 var 727 milliónir krónur fyri skatt og 589 milliónir krónur eftir skatt. Alideildin hevði eitt gott úrslit, orsakað av tí góða laksaprísinum. Men Bakkafrost missir framvegis pening í sølusáttmálum fyri lidnar vørur, var sagt í ársfrágreiðingini. Sagt varð eisini, at framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri royndist væl.

28. mai 2015 vóru partabrøv hjá Bakkafrost seld fyri 206 norskar krónur. Tann dagin vaks virði á Bakkafrost til 10 milliardir norskar krónur, ið er met.

Nevndin

í februar 2015 sá nevndin í Bakkafrost soleiðis út:

  • Rúni M. Hansen, nevndarformaður (nevndarformaður síðan 2009, eigur 10.000 partabrøv í fyritøkuni)
  • Johannes Jensen, næstformaður (nevndarlimur síðan 2009, eigur ongi partabrøv í fyritøkuni)
  • Tor Magne Lønnum (nevndarlimur síðan 2014, eigur 1.500 partabrøv í fyritøkuni)
  • Virgar Dahl (nevndarlimur síðan 2006, eigur 7.000 partabrøv í fyritøkuni)
  • Annika Frederiksberg (nevndarlimur síðan 2008, eigur 14.532 partabrøv í fyritøkuni)
  • Øystein Sandvik (nevndarlimur síðan 2013, eigur ongi partabrøv í fyritøkuni)

Heiður

  • 2015 - Ársins virki
  • 2015 - Stockman-virðislønina til smærri og miðalstórar fyritøkur
  • 2014 - Bakkafrost kosið sum nummar tvey av miðalstórum fyritøkum, ið eru skrásettar á Oslo Børs, vald út av 600 greinarum. Tað er IR Nordic Invest sum saman við Oslo Børs og Dagens Industri, ið gera metingina.
  • 2014 - Regin Jacobsen kosin sum nummar eitt av stjórum á miðalsórum fyritøkum, ið eru skrásettar á Oslo Børs, valdur út av 600 greinarum
  • 2009 - Ársins virki

Keldur

Slóðir úteftir

Tags:

Bakkafrost NevndinBakkafrost HeiðurBakkafrost KeldurBakkafrost Slóðir úteftirBakkafrostFiskaalingFøroyarGlyvrarHans JacobsenRegin Jacobsen

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

SuðurkoreaDublin1537Føroysk landafrøðiNúverandi hendingar19. marsMalariaMarie Antoinette1923ToftirÍsraelFríðrikur Petersen927Soppar1944MaldivoyggjarOtto von BismarckUTCTheodor ThomassenDálking930-áriniVeturPauli DahlBeşiktaş J.K.vjetnamSandra BullockHeine Hestoy6. juliRúsdrekkasøla LandsinsSaudiarabiaJarnMalaisia1906Per ZachariassenArgentinaDonald TrumpMozilla FirefoxJon HestoySlovakiskt mál.arOnglandHeimsins londWindhoekFróðskaparsetur Føroya161919. augustPol PotKanadaKolinda Grabar-Kitarović10. januarMicrosoft WindowsIrak1917Fjodor DostojevskijVetrar-OL 2014BartalsøkaDemokraatitNorrøn gudalæraMjólk1966GluggarnirMariuhøna1975Hans Jacob W. Hjelm1600-áriniSuni úr HørgFraklandJens Pauli Heinesen🡆 More