Mjólk

Mjólk er tann hvíta ella gulhvíta vætan, ið hon-súgdjór framleiða til sínar ungar.

Mjólkin frá hvørjum einstøkum djóraslagi og frá menniskjum hevur ymiska samanseting, men hevur eisini felags eyðkenni. Eftirsum drekkivøran skal geva ungunum/børnunum øll tey føðsluevni, ið tey hava brúk fyri til tess at vaksa, inniheldur mjólkin tey føðsluevni, ið ungarnir ella børnini hava brúk fyri. Mjólk inniheldur serstakliga protein (eggjahvítaevni), feitt, sukur (laktosu) og kálk og haraftuar eisini onnur mineralir sum jarn og selen, og vitaminir sum t.d. vitamin B.

Mjólk
Eitt glas við mjólk

Menniskju drekka móðurmjólk sum pinku- og småbørn. Fólk við laktosuintoluransu tola ikki at drekka mjólk frá djórum.

Umframt at drekka mjólk verður mjólk ofta nýtt í matgerð, t.d. í greyti ella saman við morgunmatarvørum, og tá ið fólk baka køkur og annað. Mjólk er eisini tað ráevnið, ið verður nýtt til at flamleiða smør, ost og joghurt.

Alheims mjólkadagur er 1. juni.

Ymisk sløg av kúgvamjólk

Í dag er vanligt, at kúgvamjólkin fæst í ymiskum sløgum við ymiskum innihaldi av feitti.

  • Mjólk, sum á donskum verður nevnd sødmælk, hevur vanliga 3,5% av feitti. Tann føroyska mjólkin hjá MBM er í ljósabláum pakkum.
  • Millummjólk (letmælk á donskum) inniheldur 1,5% av feitti. Tann føroyska millummjólkin er í ljósareyðum pakkum.
  • Lættimjólk (minimælk á donskum) inniheldur 0,5% av feitti. Tann føroyska lættimjólkin frá MBM er í myrkagulum pakkum.
  • Soltimjólk (skummetmælk) inniheldur 0,1% av feitti. Tann føroyska soltimjólkin frá MBM er í ljósagrønum pakkum.

Onnur sløg av «mjólk»

Orðið mjólk verður eisini nýtt um hvítar drekkjuvørur, ið ikki koma frá djórum, t.d. sojamjólk, rísmjólk, mandilmjólk og kokosmjólk.

Innihaldið av feitti í ymiskum sløgum av mjólk

Slag Feitt Protein Laktosa Vatn Mineralir
Kúgvamjólk 4,0 3,3 4,9 87,2 0,7
Hestamjólk 1,6 2,7 6,2 89,0 0,5
Reinsdjóramjólk 22,5 10,3 2,5 63,3 1,4
Geitamjólk 3,3 2,9 4,3 87,0 0,9
Grísamjólk 7,9 5,2 4,9 80,7 1,0
Móðurmjólk 3,8 1,6 7,0 87,4 0,2

Keldur

Wiki FøroysktMjólk 
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið

Tags:

Mjólk Ymisk sløg av kúgvamjólkMjólk Onnur sløg av «mjólk»Mjólk Innihaldið av feitti í ymiskum sløgum av mjólkMjólk KeldurMjólkJarnKalsiumProteinSelenSukurVitamin

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

Konstantinopel (søguligur býur)KurvabólturLjviv14562007JarðfrøðiStjørnutekinFólkaræðiliga Lýðveldið KongoWilliam ShakespeareHósdagurSan DiegoNiðurlond.je366Martin LandauVígdis Hentze Olsen1870-áriniFaðir vár10. marsSukursjúka370 f.Kr.Fausto Cercignani2000MannarættindiArgentinaHeimsins londLæknafrøði1972OhioMoskvaSóttin svartaGoogleNýggja TestamentiNúverandi hendingar2014ISO 3166-1Hernaðarliga verjanHeimspekiJohannesburgFraklandHanus KambanEkvador12. oktober1980-áriniKoparWashingtonFøroyski tjóðbúninOrmurin langi (kvæði)UsbekistanMakaoHM í fótbólti 2014MenniskjaKolumbiaDer er et yndigt land16. øldJustin TrudeauSpanskt málGuinea-BissauNorðurlendsk málIlulissatJanus Djurhuus6. august9639. desember2023SaksunTýskt málTurkiskt málFosturtøkaDubai9. november19531810-árini1993🡆 More