Ruth Vang: Føroyskur politikari og jarðamóður

Ruth Vang (fødd 5.

apríl 1966) er ein føroysk ljósmóðir, bankakvinna og politikari (Framsókn). Síðan mars 2020 er hon forkvinna fyri Framsókn. Frá desember 2022 er hon landssýriskvinna í fíggjarmálum.

Ruth Vang
er eitt menniskja
Fødd(ur) 5. apr 1966
Starv ljósmóðir, politikari
Politiskur flokkur Framsókn
Dátuheiti

Bakgrund

Ruth Vang býr í Havn. Hon er útbúgvin ljóðmóðir frá Danmarks Jordemoderskole í Keypmannahavn í 1992 og starvaðist sum ljósmóðir á Landssjúkrahúsinum 1992-99, og sum leiðandi ljósmóðir 1999-2005. Meðan hon var í starvi sum ljósmóðir las hon HD í roknskapi og fíggjarstýring á Aarhus Handelsskole 2001 – 2005 og broytti síðan yrkisleið til fíggjarheimin. Frá 2005-11 var hon fíggjarráðgevi í Eik Banka. Síðan 1. januar 2013 hevur hon verið í starvi sum deildarleiðari í Tórshavnar kommunu. men er í farloyvi, meðan hon er í Løgtinginum.

Politisk lívsleið

Ruth Vang stillaði upp til Løgtingsvalið 2015 uttan at verða vald, men eftir at landsstýrið varð skipað og flokkur hennara kom í samgongu, tók hon sæti í løgtinginum sum avloysari fyri formannin í Framsókn, Poul Michelsen, tá ið hann varð valdur til vinnu- og uttanríkismálaráðharri í stjórnini hjá Aksel V. Johannesen. Framsókn telvaði seg til formanssessin í Fíggjarnevndini, tá ið nevndarsessirnir vóru býttir. Júst tá var Annika Olsen, ið varð vald fyri Fólkaflokkin, farin úr Fólkaflokkinum og blivin limur í Framsókn, og Sonja Jógvansdóttir, ið varð vald fyri Javnaðarflokkin, fór úr flokkinum og gjørdist leysgangari, og harvið misti samgongan meirlutan. Tá ið Annika Olsen gjørdist limur í Framsókn fekk samgongan aftur meirluta, og Annika fekk formanssessin í Fíggjarnevndini, men eftir stórt trýst, valdi hon at fara úr aftur Framsókn og gerast leysgangari og segði eisini formanssessin í Fíggjarnevndini frá sær, og samgongan kom aftur í minniluta, men Sonja Jógvansdóttir lovaði at stuðla samgonguni, hóast hon var leysgangari. Ruth Vang gjørdist síðan forkvinna í Fíggjarnevndini.

Á løgtingsvalinum 2022 varð Ruth vald í løgtingið við 981 atkvøðum. Framsókn fekk 3 limir valdir og flokkurin kom í lyklastøðu, tá ið samgonga skuldi skipast. Tann 22. desember 2022 varð Ruth vald til landsstýriskvinnu í fíggjarmálum.

Løgtingsnevndir

Familja

Hon er dóttir Ester og Petur Danielsen og er gift med Dánjal Vang. Tey eiga trý børn: Ester, Petur Kristinn og Hanna.

Keldur


Wiki FøroysktRuth Vang: Bakgrund, Politisk lívsleið, Familja 
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið

Tags:

Ruth Vang BakgrundRuth Vang Politisk lívsleiðRuth Vang FamiljaRuth Vang KeldurRuth Vang19665. aprílFramsóknFøroyar

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

Búskapur FøroyaTeilandK2. maiHarry PotterTinBúskapurBíblianFranz BeckenbauerOhioLaosFaðir várEirikur XIV av SvøríkiBjarni Kárason Petersen27. augustSuðurossetiaSuðurlandPussy RiotNew York CityEstiska krónanTelduspølAlpurnarGregorianski kalendarinMarianna Debes DahlLikkaRobin WilliamsKalviMassachusettsJapanskt málISBNNelson MandelaISO 316614. oktoberTurks- og CaicosoyggjarnarEdinburghSúlaHeðin Lisberg OlsenBilarJapanPersónur (máll.)TwitterGyltur MorgunSkálatoftirSnjóhvíta og teir sjey dvørgarnir (1937 filmur)1850Mina ReinertÍverksetarafelagMumbaiReimund LanggaardTýr (tónleikabólkur)EvropaEstlandAvstraliaNýsælandÓli JógvanssonPólskt mál4SWikipediaHttps552 f.Kr.New Orleans20. augustKofi AnnanSlovenskt málRabindranath TagoreUSAHvalastøðin við ÁirInstagram🡆 More