Hernaðarliga Verjan

Hernaðarliga verjan skal við vápnum loysa hernaðarligar uppgávur.

Hernaðarliga verjan er í trimum deildum: herurin, loftverjan og sjóverjan. Harumframt er eisini t.d. heimaverja. Hernaðarliga verjan er undir verjumálaráðharranum og verjumálaráðnum. Ovasta hernaðarliga stýrið er verjuovastin og verjuyvirmannaráðið. Øll lond hava sína landsverju at verja seg fyri ágangi uttaneftir. Eisini hernaðarliga eru Føroyar partir í danska ríkinum, so í verjuni hava vit ikki so nógv at siga. Vit hava ikki føroyska landsverju, men Vaktar- og Bjargingartænastan og vaktarskip hennara verja t.d. fiskiøki okkara fyri ránsveiðu. Tey, ið starvast í landsverjuni, eru fólk í føstum starvi og verjuskyldug. Ovastarnir hava sersjantar undir sær. Nógv fólk við vanligari útbúgving eru eisini í føstum hernaðarligum starvi. Undirhermenn í føstum starvi, kostáplar, hava um hendir serliga ta dýru útgerðina. Tey verjuskyldugu verða innkallað og útbúgvin. Summi av teimum innkallaðu verða eykaovastar og sersjantar. Almenna fyrireikingin skal síggja til, at samfelagið er til reiðar til kríggj, og at útgerð fæst til vega. Tíðindi skulu verða send ótarnað og skjótt, og ósonn tíðindi ikki koma út í orð og loypa ótta á fólk. At fólkið er róligt og vil varðveita samfelagið, er grundarlagið undir verjuni. Almenna verjan bjargar eisini mannalívum og ognum. Hon hjálpir fólki úr vanda, sløkkir eldar, o.a.

Hernaðarliga Verjan
F16 kann flúgva skjótari enn ljóðið, eisini tá ið tað loypur á. Tað kann eisini søkja at málum á jørð ella á sjónum at hjálpa hinum verjueindunum.

Herurin arbeiðir á landi. Hermenninir eru í grønum og døkkum eyðkennisbúnum. Herurin hevur ymiskar eindir. Stríðshermenn og gonguhermenn (infanteristar) eru saman við stríðsvognunum í sjálvum bardaganum. Skotherdeildirnar, artillari, skjóta við kanónum. Verkfrøðingar byggja vegir, forðingar, brýr og støðir. Útgerðarliðini fáa útgerð til hermótini og taka særdar aftur við sær.

Sjóverjan verjir sjóøkið. Fólkið er í myrkabláum eyðkennisbúna. Sjóverjan nýtir skip. Á skipunum eru t.d. rakettir. Korvettirnar eru so stórar, at tær sigla í øllum veðri. Torpedobátar eru smáir og ganga skjótt. Kavbátar kunnu sigla niðri í sjónum. Minuleggjarar og minustrúkarar leggja og taka upp minur. Verjuskipini ansa eftir sjóøkinum. Tey eru eisini undir Grønlandi og Føroyum.

Flogvápnið verjir loftrúmið og hjálpir hinum verjueindunum. Fólkið er í ljósabláum eyðkennisbúna. Ymisk flogfør eru. Stríðsflogfør ella tyrlur flyta útgerð og fólk. Tyrlurnar verða eisini brúktar í bjargingartænastuni. Á jørðini hevur flogvápnið rakettir, sum kunnu skjóta flogfør niður.

Heimaverjan gongur hinum verjueindunum til handa við løttum, men týðandi uppgávum. Nøkur fá teirra hava fast starv. Flestu eru sjálvboðin, sum í frítíðini fáa stutta útbúgving, og sum kunnu møta við stuttum skotbrái.

Lond

Hernaðarliga Verjan 
HDMS Absalon (L16) er eitt av teimum stóru skipunum í danska flotanum. Við rakettunum hevur hon stóra megi.
Hernaðarliga Verjan 
Gonguherlið við kanón at verja seg fyri stríðsvognum. Kanónin kann skjóta stríðsvognar í smildur.
Land Árlig mett fíggjarætlan
(milliardir USD)
Kjarnorkuvápn Herfólk í 2013
Hernaðarliga Verjan  USA 682 7,700 1,369,532
Hernaðarliga Verjan  Fólkalýðveldið Kina 166 240 2,285,000
Hernaðarliga Verjan  Russland 94 8,500 766,000
Hernaðarliga Verjan  Stóra Bretland 63 225 198,810
Hernaðarliga Verjan  Frakland 62 300 222,215
Hernaðarliga Verjan  Japan 51 - 247,764
Hernaðarliga Verjan  Týskland 49 - 182,620
Hernaðarliga Verjan  India 43 90-100 1,325,000
Hernaðarliga Verjan  Suðurkorea 41 - 655,000
Hernaðarliga Verjan  Saudiarabia 40 - 233,500
Hernaðarliga Verjan  Italia 40 - 179,155
Hernaðarliga Verjan  Brasil 27 - 318,480
Hernaðarliga Verjan  Avstralia 27 - 56,552
Hernaðarliga Verjan  Spania 25 - 123,300
Hernaðarliga Verjan  Turkaland 25 - 664,049
Hernaðarliga Verjan  Kanada 21 - 65,700
Hernaðarliga Verjan  Teivan 19 - 290,000
Hernaðarliga Verjan  Irak 18 - 271,400
Hernaðarliga Verjan  Ísrael 16 50 176,500
Hernaðarliga Verjan  Niðurlond 13 - 37,365
Hernaðarliga Verjan  Noreg 6 - 24,450
Hernaðarliga Verjan  Danmark 3 - 18,628
Wiki FøroysktHernaðarliga Verjan 
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið

Tags:

Føroyar

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

Sverri SjúrðarsonKvæðamálHannah Montana1557IrakUngarska fótbóltslandsliðiðTjaldurNFLPussy RiotUkraina1892SkotlandFøroysktKommunismaOscar fyri besta filminBill ClintonJoan CrawfordApopleksiHøvuðsstaðurSøga TýsklandsSameindu EmirríkiniHolmiumGoogleSjavsur19. desemberNagoyaReindýr20. juniGianluigi BuffonAleksandr PusjkinAserbadsjanKolkataBrisbaneNúverandi hendingarLikkaSun Yat-senUpprunaamerikanararLady Gaga1806SionismaFøroyska krónan27. marsHvítarusslandAnkaraMerkiðSopparReinsaríiðFrælsur ítrótturTansania1993ÍdnaðarkollveltinginKnoxville, TennesseeKarachiSeyðurIndonesiaTetrisThe BeatlesDagur og vikaEdgar de WahlRastafarilæranFrans páviBurmaPaulus ápostulStjørnufrøði🡆 More