Taivan

Lýðveldið Kina (kinesiskt: 中華民國 Zhōnghúa míngúo) ella Taivan, Á hesi oyggj búgva um 23,5 mió.

中華民國
Zhōnghúa míngúo
Lýðveldið Kina
Flagg Taivan
(Flagg Taivan)
Skjaldarmerki Taivan
(Skjaldarmerki Taivan)
Tjóðarslagorð: Onki
Tjóðsangur: Zhōnghúa míngúo gúogē
Taivan
Alment mál Kinesiskt
Høvuðsstaður Taipei
Forseti Tsai Ing-wen
Varaforseti Lai Ching-te
Fullveldi 10. oktober 1911
7. desember 1949
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
36 179 km²
10,34 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2013
 - tættleiki
 
23 367 320
639/km²
Gjaldoyra Taivanskur dollari (TWD)
Tíðarøki UTC +8
Økisnavn á alnetinum .tw
Telefonkota +886

fólk.

Lýðveldið Kina hevur verið avbyrgt frá kinesiska meginlandinum síðan 1949, tá ið tjóðskaparstjórnin flýddi út í oynna, eftir at hon hevði tapt borgarakríggið ímóti kommunistunum. Stýrið í Taivan sigur seg enn verða lógliga stjórnarvaldið í øllum Kina, og Fólkalýðveldið Kina sigur Taivan verða kinverskan landslut. Fá lond hava viðurkent Taivan sum sjálvstøðugt ríki.

Stavseting

Á føroyskum verður landið við hvørt stavað Teivan, men eftir føroyskum stavsetingarreglum eigur tað at verða stavað Taivan.

Landafrøði

Oyggin liggur í Eysturkinesiska havinum, norðanfyri Filipsoyggjar og eystanfyri kinesiska meginlandið. Taivansundið skilur oynna frá meginlandinum.

Søga

Tá ið portugisiskir sjófarar fyrstu ferð komu til Taivan í 1590, nevndu teir oynna Ilha Formosa ("Oyggin Vakra"), tí hon var so fruktagóð, og fjøllini vóru so vøkur.

Politikkur

Hóast Taivan loysti frá Kina undir borgarakrígnum í 1949, so metir Kina enn, at Taivan er ein partur av Kinesiska Ríkinum, og landið hevur hótt Taivan, hvørja ferð tað hevur haft ætlanir um at taka formelt sjálvstýri.

Fólkið

Upprunafólkið

Langt fyri at kinverjar komu til Taivans, búðu mong fólkasløg har. Tey talaðu egið mál, men mangir siðir og gerandislív líktist. Kinverjar komu hagar í 17. øld, og sum tíðin leið, løgdu teir oynna undir seg og trokaðu burtur upprunafólkið, ið nú á døgum bara er 2 % av fólkinum í Taivan. Fjølmentasta upprunafólkið nú er amifólkið, sum eru dugnaligir leirkerasmiðir og bøndur. Amifólkið býr í stórum bygdum, og heima eru tað konufólkini, ið ráða.

Átrúnaður

Størstu átrúnaðirnir í Taivan eru buddisma, taoisma og konfusianisma. Hesir átrúnaðir líkjast nógv, og mong fólk trúgva á partar úr øllum trimum. Taoisman, ið tók seg upp í Kina um 300 f.Kr., er vegurin (tao) til einfalt lív og levnað leys av øllum jarðligum strevi. Endamálið hjá taoistum er at liva í samljóði við náttúruna, so at javnvág verður ímillum tann óvirkna kvinnupartin av likaminum (yin) og tann virkna mannpartin (yang).

Hygg eisini at

Ávísingar úteftir

  • Taiwan, wikivoyage.org (á enskum)
Wiki FøroysktTaivan 
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið

120°51′00″E / 23.71667°N 120.85000°E / 23.71667; 120.85000

Keldur

Tags:

Taivan StavsetingTaivan LandafrøðiTaivan SøgaTaivan PolitikkurTaivan FólkiðTaivan Hygg eisini atTaivan Ávísingar úteftirTaivan KeldurTaivan

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

JørðinBostonAnthony BourdainBjørnstjerne Bjørnson27. aprílFøroysk Wikipedia1973SkjaldarmerkiHinduismaTýskt mál4. januarJ.K. RowlingSameindu EmirríkiniHanus Debes JoensenStjórnin hjá RenziBurmaPingvinUSAKili19. januarForseti Sambandsríki AmerikaJóhannes av SkarðiFakfeløgEysturtýsklandMarianna Debes DahlSkopjeBeninBloggurPostnummur í FøroyumBilarSeinni heimsbardagi8. marsDublin17978. desemberÍtrótturBygdir og býir í Føroyum1828850FólkatrúgvValhøll (teknirøð)HelsingforssáttmálinSólskipaninKirkjubømúrurinÍrland (land)Norðurlendsk málRókurLuciano Pavarotti6. mars1989Anfinn KallsbergInternetKim Simonsen.ir194720. maiSteffan Klein PoulsenAkrabergVisible FishAlbaniaMahatma GandhiSámal SollYvirgangsálopið 9/11Føroyskar bókmentir🡆 More