Marianna Debes Dahl

Marianna Debes Dahl (fødd 24.

november">24. november 1947 í Vestmanna) er føroyskur rithøvundur.

Hon hevur útbúgving sum lærari, men hevur starvast sum rithøvundur burturav nú í nøkur ár. Hon hevur verið virkin á vinstravonginum og var partur av lítla blaðbólkinum, sum frá 1983 til 1993 gav út blaðið Fríu Føroyar, hvørs undirheiti var "Friður - umhvørvisvernd - sosialistiskt tjóðveldi. Hon hevur umframt at skriva bøkur eisini framleitt ein hóp av sendingum til Útvarp Føroya. Fyrsta bók hennara var Burtur á heiði, ein barnabók, ið vann fyrstu virðisløn í kapping um at skriva barnabók.

Marianna er dóttir gamla landslæknan Hanus Debes Joensen (1913-1995). Hon fór 12 ára gomul til Danmarkar at ganga í skúla. Í 1971 kom hon heim aftur og fór í Læraraskúlan, haðani hon tók læraraprógv. Hon starvaðist í mong ár sum lærari, men hevur seinni roynt seg í øðrum størvum eisini. Marianna hevur verið virkin á mongum økjum, t.d. í Rithøvundafelag Føroya, Listafólkasambandinum (LISA), innan friðarrørsluna og í rørsluni ímóti rasuskilnaði (apartheid). Hon hevur verið sera virkin høvundur innan mong tekstasløg. Hon hevur skrivað smábarna- og barnabøkur, bøkur fyri ung, stuttsøgur, skaldsøgur, ferðafrásagnir, leikir, hevur týtt og ummælt, skrivað, týtt og lagt til rættis nógvar ljóðmyndir, sum Útvarp Føroya hevur sent. Hon er gift við Árna Dahl, tey eiga tvey børn: Tóta Árnadóttir, (fødd 1970) og Teitur Árnason, (føddur 1972).

Ritverk

Skaldsøgur

Ævisøgur

  • Úti á leysum oyggjum, 1997

Stuttsøgusøvn

Barnabøkur

  • Burtur á heiði, 1975
  • Dirdri, 1979
  • Skilnaður, 1981
  • Prikkut vár, 1989 (ikki útkomin enn)

Smábarnabøkur

  • Bjarta og snigilin, 1983
  • Døgg er dottin, 1984
  • Hanna og Hóri, 1984
  • Hóri letur upp, 1986
  • Sturli súkklar, 1985
  • Alvi er og ferðast, 1986
  • Tunnuflakin, 1990
  • Flosi fer í føðingardag, 1990 (ikki útkomin enn)

Myndabøkur

  • Sonurin, 1990 (La Filo á esperanto)

Lesibøkur

  • Ása fer í skúla, 1983

Ferðafrásagnir

  • Latið altíð sólina skína, 1982

Leikir

  • Skálatoftir, 1979 (saman við J.S. Hansen)
  • Bardagabørn, 1990

Týðingar

Týtt og lagt til rættis ljóðmyndir til útvarpið

Heiðurslønir

Keldur

Tags:

Marianna Debes Dahl RitverkMarianna Debes Dahl HeiðurslønirMarianna Debes Dahl KeldurMarianna Debes Dahl194724. novemberFøroyarVestmanna

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

Dante AlighieriSingaporGerald FordRumenia9. juniBangkok1905MaturKamehameha I1806GooglePólland194715211284KarachiÚtbúgvingMahatma GandhiSri LankaLeonardo da VinciABBAFuglurDaniel Jacob DanielsenBruttotjóðarúrtøkaHM í fótbólti 2018ArábarNew OrleansLuksemborgTíðarsonurPussy Riot260 f.Kr.StaffanstorpGrikkalandSubwayKansas City (Kansas)KommunismaUpprunaamerikanararMeshuggah635Franskt málConcord, New HampshireN26. marsItaliaEddy MerckxHM í fótbólti 2014AfrikaGreta ThunbergBerlinAnfinn KallsbergAsiaTú alfagra land míttOtto von BismarckIrak-kríggiðHuddersfield Town A.F.C.Ludwig van BeethovenNew DelhiTuberklarHargabrøðurnirPatagoniaKópakonanHinduismaMidwayoyggjarYouTubeStrandfaraskip LandsinsHolokaustTýsklandÍtróttur🡆 More