Berlin er høvuðsstaður Týsklands.
Berlin varð grundaður við ánna Spree. Eftir gryvjum er siglandi í tvær aðrar stórar áir, Oder og Elbá.
Berlin | |
---|---|
Skjøldur | Kort |
Grunddáta | |
Vídd: | 891,85 km² |
Íbúgvar (2013): | 3 415 091 |
fyri km²: | 3 829 |
Postnummur: | D 10001 - 14199 |
Heimasíða: | Berlin.de |
Kort av býnum. | |
Í 2. heimbardaga varð Berlin illa bumbaður. Eftir kríggið varð hann býttur sundur í vestur- og eysturtýskan býarpart. Frá 1961 inntil 1990, býtti ein høgur múrur, Berlinmúrurin, fólkið sundur í teir báðar býarpartarnar. Nú er múrurin tikin niður, men munurin á báðum býarpørtunum er sjónskur. Tað verður leingi, áðrenn týska fólkið aftur fer at kenna seg sum eina tjóð.
Í 1989 varð múrurin brotin niður, og í 1990 vórðu tey bæði týsku londini løgd saman. Tá ið kríggið endaði, lá helvtin av húsunum í Berlin í toftini, og íbúgvatalið var ógvuliga nógv minkað. Annars er at siga, at eitt risaarbeiði er gjørt, síðan kríggið endaði, til at fáa ruddað toftirnar og reist nýggj hús. Til hetta arbeiðið hava berlinarar fingið stuðul frá Sambandsríkjunum.
12 fólk fólk lív og 48 vórðu særd 19. desember 2016, tá ein lastbilur koyrdi inn í eina mannamúgvu á einum jólamarknaði í vestara parti í Berlin við Gedächtniskirkjuna á kendu handilsgøtuni í Berlin, Kurfürstendamm.
Brandenburger Tor varð bygt í 1791 og er á gamla markinum millum Vesturberlin og Eysturberlin.
Hann er ikki gamal býur, og vegirnir eru tí beinir og breiðir.
| Baden-Württemberg | Bayern | Berlin | Brandenburg | Bremen
| Hamburg | Hessen | Mecklenburg-Vorpommern | Niedersachsen
| Nordrhein-Westfalen | Rheinland-Pfalz | Saarland | Sachsen
| Sachsen-Anhalt | Schleswig-Holstein | Thüringen |
This article uses material from the Wikipedia Føroyskt article Berlin, which is released under the Creative Commons Attribution-ShareAlike 3.0 license ("CC BY-SA 3.0"); additional terms may apply (view authors). Innihaldið er tøkt undir CC BY-SA 4.0 um ikki annað verður viðmerkt. Images, videos and audio are available under their respective licenses.
®Wikipedia is a registered trademark of the Wiki Foundation, Inc. Wiki Føroyskt (DUHOCTRUNGQUOC.VN) is an independent company and has no affiliation with Wiki Foundation.