Tú alfagra land mítt er tjóðarsangur hjá Føroyum.
Sangurin er yrktur á háskúlanum í Føgrulíð 1. februar 1906. "Mítt alfagra land" var yvirskriftin hjá Símuni av Skarði (1872-1942), tá ið hann 1. februar 1906 hevði gjørt yrkingina, sum seinni gjørdist tjóðsangur okkara. Fyrstu ferð ”Tú alfagra land mítt” kom á prent, var í Tingakrossi 8. januar 1908. Uppi yvir tekstinum er tilskilað, at lag er eftir Petur Alberg, og niðriundir er í fótnotu sagt frá, at sangurin hevði verið sungin á konsert í Havn annan jóladag.
"Tú alfagra land mítt" líkist ikki hinum føroysku fosturlandssangunum heilt. Hugsa vit um teir elstu av hesum sangunum frá 1870-árunum og 1880-árunum, so byrja teir ofta við at siga, hvar Føroyar eru, nevniliga langt burtur - yrkjararnir vóru staddir í Keypmannahavn og sóu landið haðani - og úti á miðjum havi, tað verður nevnt, at landið er lítið, at tað eitur Føroyar, at tað er føðiland okkara og tí mugu vit æra tað; landið er fátækt, men yrkjaranum leingist eftir tí, hann elskar tað og ynskir tí góða framtíð í Guds navni. ”Tú alfagra land mítt” lýsir hvørki landslagið, vinnuvegirnar, søguna, legu landsins ella stødd og aldur tess, sum var so vanligt í teimum eldru føðilandssangunum; tann kunnleikin er her ein givin fyritreyt.
Síðan Føroyar fóru at taka lut í altjóða fótbólti, er tjóðsongur okkar borin fram víða um lond. Henda yrkingin, sum fyri 100 árum síðani varð yrkt í Føgrulíð, har sum søgan í dag teskar úr hvørjum steini, hoyrist nú langt út um Føroya strendur, men fyrst og fremst hevur hon vunnið sær pláss í føroyinga sál.
Tú alfagra land mítt,
mín dýrasta ogn!
á vetri so randhvítt,
á sumri við logn,
tú tekur meg at tær
so tætt í tín favn.
Tit oyggjar so mætar,
Gud signi tað navn,
sum menn tykkum góvu,
tá teir tykkum sóu.
Ja, Gud signi Føroyar, mítt land!
Hin roðin, sum skínur
á sumri í líð,
hin ódnin sum tínir
mangt lív vetrartíð,
og myrkrið, sum fjalir
mær bjartasta mál,
og ljósið, sum spælir
mær sigur í sál:
alt streingir, ið tóna,
sum vága og vóna,
at eg verji Føroyar, mítt land.
Eg nígi tí niður
í bøn til tín, Gud:
Hin heilagi friður
mær falli í lut!
Lat sál mína tváa
sær í tíni dýrd!
So torir hon vága
- av Gudi væl skírd -
at bera tað merkið,
sum eyðkennir verkið,
ið varðveitir Føroyar, mítt land!
This article uses material from the Wikipedia Føroyskt article Tú alfagra land mítt, which is released under the Creative Commons Attribution-ShareAlike 3.0 license ("CC BY-SA 3.0"); additional terms may apply (view authors). Innihaldið er tøkt undir CC BY-SA 4.0 um ikki annað verður viðmerkt. Images, videos and audio are available under their respective licenses.
®Wikipedia is a registered trademark of the Wiki Foundation, Inc. Wiki Føroyskt (DUHOCTRUNGQUOC.VN) is an independent company and has no affiliation with Wiki Foundation.