Rumenia

Rumenia er lýðveldi í Evropa.

România
Flagg Rumeniu
(Flagg Rumeniu)
Skjaldarmerki Rumeniu
(Skjaldarmerki Rumeniu)
Tjóðarslagorð:
Tjóðsangur: Deşteaptă-te, române!
Rumenia
Alment mál Rumenskt
Høvuðsstaður Bukarest
Forseti Klaus Iohannis
Forsætisráðharri Marcel Ciolacu
Fullveldi 1877
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
238 391 km²
Íbúgvar
 - tilsamans 2011
 - tættleiki
 
20 121 641
84,4/km²
Gjaldoyra Leu
Tíðarøki EET +2
Økisnavn á alnetinum .ro
Telefonkota +40

Í norðri hevur Rumenia mark við Ukraina, í eystri við Moldova og Ukraina, í suðri við Bulgaria, og í vestri við Serbia og Ungarn.

Nicolae Ceauşescu í Rumenia var, til hann varð koyrdur frá í 1989, seinasti kommunistiski einræðisharrin í Evropa.

Søga

Landið tók loysing frá Osmanska ríkinum í 1878, men kríggj hava havt við sær, at landamørkini fleiri ferðir eru flutt síðan tá.

Frá 1965, til hann varð rendur frá og avrættaður í 1989, stýrdi kommuninstaovastin Nicolae Ceauşescu (26. januar 1918 – 25. desember 1989) Rumenia. Hann var eirindaleysur einaræðisharri. Eitt av málum hansara var, at meiri fólk skuldi vera í landinum, og tí eggjaði hann konum at eiga mong børn, men mong vórðu so niðurundirkomin, at tey kundu ikki hava børnini og sendu tey á barnaheim. Summi børn vórðu ættleidd burtur, men enn eru mong børn á barnaheimi.

Fólkið

Í Rumenia eru mong ymisk fólkasløg; fjølmentastir eru rumenar, men har eru eisini ungarar, týskarar og sigoynarar, og við strondina við Svartahav, har ið nú eru mangir frítíðarstaðir, hava turkar og ukreinar búsett seg. Fyrr búði mesta fólkið á bygd og livdi av landbúnaði, men so hvørt ídnaðurin hevur ment seg, eru alt fleiri og fleiri fólk flutt til býirnar at búgva.

Nú á døgum búgva um 250 000 sigoynarar í Rumenia. Fyrr vóru sigoynarar flakkfólk, ið fóru víða um, men nú búgva teir flestu í útryðjunum í býunum og liva til dømis av at selja ross og gamalt jarn. Sigoynarar hava lívliga mentan, og teimum dámar væl dans og tónleik.

Landafrøði

Rumenia er av størstu londum í Evropa. Karpatafjøll eru sum ein ovurstórur bugur suður og eystur ígjøgnum landslutin Transsylvania. Norðan fyri og vestan fyri fjøllini er landsluturin Transsylvania. Lendið sunnan fyri og eystan fyri fjøllini er avbera fruktagott.

Býir

  • Bukarest (1 928 000)
  • Iaşi (318 000)
  • Constanţa (307 000)
  • Timişoara (307 000)
  • Galaţi (299 000)

Búskapur

Í kollvelting í 1989 varð fyrilitsleysa kommunistsstýrið, ið hevði vanrøkt landið, felt. Síðan kollveltingina eru viðurskiftini batnað, men enn er Rumenia fátækt land, vinnuloysið er stórt og matur ógvuliga dýrur.

Keldur

Ávisingar úteftir

Wiki FøroysktRumenia 
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið

Tags:

Rumenia SøgaRumenia FólkiðRumenia LandafrøðiRumenia BúskapurRumenia KeldurRumenia Ávisingar úteftirRumeniaBulgariaEvropaMoldovaSerbiaUkrainaUngarn

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

TernaMonakoTváttarbjørn25Conway TwittySýraH.C. AndersenAltjóða arbeiðaradagurSjónleikariWikimediaFlaggdagar í FøroyumABBAPortugisiskt málSigri Mitra Gaïni14. desemberBúskapur FøroyaEirikur XIV av Svøríki1SummartíðJames GandolfiniAristotelesBýflugubíturG! FestivalWashington DCIndonesiaKEysturoyNew HampshireLikkaMumbaiBjörn SkifsGwen StefaniAllahalgannadagur1923Estiska krónanSignabøurDSorinskrivariTú alfagra land míttNew York CityFerðavinnaAleksandur MikliNorðdepilJakob FuglsangJamaikaUmesámiskt málISO 3166Postnummur í FøroyumCarl Friedrich GaussBíblianMarie CurieScarlett JohanssonLäänemaaTaivanTjaldurPrestagjøld í FøroyumEBarnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðsPlantur🡆 More