New Delhi

New Delhi (i/ˌnjuː ˈdɛli/) er høvuðsstaður í India og eitt av teimum 11 landslutunum í Dehli.

Sjálvt um Delhi og New Delhi í vanligari talu verða nýtt við somu merking, tá ið høvuðsstaðurin í India verður umrøddur, so er talan um tvær ymiskar eindir, har New Delhi er ein lítil partur av Delhi. Tað ið á enskum nevnist National Capital Region er ein nógv størri eind, ið er umgird av Haryana á trimum síðum og Uttar Pradesh móti eystri.

New Delhi
Høvuðsstaður og landspartur
Við urinum frá ovast til vinstru: Stjórnarbygningurin, Connaught Plássið, Jantar Mantar, Rashtrapati Bhavan, India Gate
Við urinum frá ovast til vinstru: Stjórnarbygningurin, Connaught Plássið, Jantar Mantar, Rashtrapati Bhavan, India Gate
Land New Delhi India
Union territory Delhi
Stovnað 1911
Inaugurated 1931
Øki
 • Høvuðsstaður 42,7 km2 (Bad rounding here16 sq mi)
Hædd 216 m (709 ft)
Fólkatal (2011)
 • Høvuðsstaður 257,803
 • Tættleiki 6,000/km2 (16,000/sq mi)
 • Stórbýurin Dehli (2016) 26,454,000
Íbúgvanavn Delhiite
Tíðasona IST (UTC+5:30)
Postnummur 110xxx
Økiskota +91-11
Akfar skráseting DL-1x-x-xxxx to DL-14x-x-xxxx
Civic agency New Delhi Municipal Council
Heimasíða www.ndmc.gov.in
New Delhi
Býurin New Delhi liggur í Delhi landslutinum.

Grundarsteinurin í býnum varð lagdur av Georg 5. av Stórabretlandi undir Delhi Durbar í 1911. Steinurin varð teknaður og tilevnaður av bretsku arkitektunum Sir Edwin Lutyens og Sir Herbert Baker. Tann nýggi høvuðsstaðurin varð vígdur hin 13. februar 1931, av Viceroy and Governor-General of India Lord Irwin.

Søga

Delhi hevði virkað sum politiskur og fíggjarligur miðdepil undir fleiri ymiskum veldum i søguni hjá forna India og Delhi Sultanatinum, har tað kendasta var Mughal-ríkið frá 1649 til 1857. Í byrjanini av 1900-árunum, varð eitt uppskot lagt fyri bretsku fyrisitingini um at broyta høvuðsstaðin hjá Bretska Indiska Heimsveldi, ið var almenna navni á India tá, frá Calcutta á eysturstrondini til Delhi. Bretska stjórnin í India meinti, at tað logistiskt sæð var lættari at stjórna India úr Delhi mitt í Norðurindia.

Jørðin har ið nýggi býurin skuldi byggjast varð fingin til vega við lógini um ognartøku av jørð frá 1894.

Jarðfrøði

New Delhi hevur eina vídd á 427 km2, og tað er ein lítil partur av stórbýnum Delhi. Eftirsum at býurin liggur í Norðurindiska láglendinum (Indo-Gangetic Plain), so er tað lítil hæddarmunur í býnum. New Delhi og økini kring býin vóru einaferð ein partur av Aravalli fjallarøðini. Tað ið er eftir av teimum fjøllunum er Delhi-ryggurin, ið eisini verður nevnt Lungurnar hjá Delhi.

Ítróttur

Býurin var vertur fyri Commonwealth Games í 2010 og er hvørt ár vertur fyri Delhi Hálvmaraton kappingina. Býurin hevur fyrr verið vertur fyri Asiatisku leikunum í 1951 og 1982. New Delhi vísti áhuga fyri at gerast vertur fyri Asiatisku leikunum 2019, men hin 2. august 2010 sýtti stjórnin fyri at stuðla ynskinum orsakað av skuldsetingum um mutur á Commonwealth Games 2010.

Keldur

Tags:

New Delhi SøgaNew Delhi JarðfrøðiNew Delhi ÍtrótturNew Delhi KeldurNew DelhiIndiaListenMynd:NewDelhi1.ogg

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

1960J. R. R. Tolkien12. apríl1989Núverandi hendingarGanaBilarZSameindu EmirríkiniNorðuramerikaFranz BeckenbauerHargabrøðurnirAleksandur MikliGoidelisk mál.kiLøgtingsvalSystem of a Down18511858Høgrahallur politikkurTaivanListasavn FøroyaTónleikur11. øldRuth VangGrikskt málSúlaRusslandUngarnFilmurHumlaFólkaræðiliga Lýðveldið KongoHavnar BóltfelagFøroyska krónanUniversity of CambridgeISOInternetBrasilia20. maiJapanGeorge W. BushMaltiskt málTjóðpallur FøroyaSuðuramerika1969KenniorðThe New York TimesEiffeltorniðForsíða1780-árini3. marsRussiska kollveltingin 1917KjøtátarFaðir várIngálvur av ReyniUpphavsrætturKeypmannahavnSamuel Beckett.nrÚtvarp Føroya29. novemberMarkusarmessa20. februarISBN13. maiP-tal🡆 More