Eurovision Song Contest

Eurovision Song Contest, (Franskt: Concours Eurovision de la chanson), ofta stytt niður til ESC, Eurovision, ella EuroSong, er ein tónleikakapping, sum limir í European Broadcasting Union kunnu luttaka í.

Talan er ikki bert um Evropa, men eisini um Norðurafrika, ein lítlan part av Miðeystri og norðara part av Asiu. Hetta er tí at sendinetið hjá EBU ikki bert fevnir um Evropa, men nøkur lond afturat uttanfyri heimspartamarkið. Hesi lond hava tí eisini møguleikan fyri at luttaka. Tónleikakappingin hevur verið fyriskipað á hvørjum ári síðan 1956.

Eurovision Song Contest
Kort sum vísir londini sum kunnu luttaka í Eurovision Song Contest. Tey myrkagrønu hava luttikið í minsta lagi einaferð.

Hvørt limaland sendir ein sang, ið verður framførdur beinleiðis í sjónvarpi og/ella útvarpi. Síðani atkvøða londini fyri tí sanginum í kappingini, ið eftir teirra tykki er best umtóktur. Ikki er loyvt at atkvøða fyri sínum egna landi.

Kappingin hevur verið send hvørt ár frá tí fyrstu kappingini í 1956, og er tað longst koyrandi sjónvarpsevni í heiminum. Kappingin er eisini eitt av teimum sjónvarpsevnunum í heiminum, ið savnar flestar áskoðarar, tá ítróttarsendingar ikki verða taldar við. Síðstu árini hevur áskoðaratalið ligið ímillum 100 og 600 milliónir kring heimin. Eurovision hevur eisini verið víst uttanfyri Evropa millum annað í Argentina, Avstralia, Brasil, Brunei, Kanada, Kina, Kolumbia, Egyptalandi, India, Indonesia, Japan, Jordan, Malaisia, Meksiko, Nýsælandi, Filipsoyggjunum, Singapor, Suðurkorea, Suðurafrika, Suriname, Taivan, Teilandi, USA, Uruguay, Venesuela, og Vjetnam. Hesi lond hava tó ikki rætt til at luttaka. Eitt undantak hevur tó verið givið. Tað var í 2015, tá Avstralia var bjóðað at luttaka í sambandi við 60 ára hátíðarhald kappingarinnar.

Síðani 2000 hevur kappingin eisini verið send yvir internetið ígjøgnum almennu heimasíðuna www.eurovision.tv.

At vinna Eurovision gevur listamonnum eina rúgvu av møguleikum og miðlaumtalu á yrkisleiðini. Artistar, ið eru vorðnir kendir av at hava luttikið í Eurovision, eru millum aðrar: italska Domenico Modugno, ið rakk triðja pláss í 1958 við sanginum "Nel blu dipinto di blu", betri kendur sum "Volare"; Svenski ABBA, ið vann kappingina í 1974 við sanginum "Waterloo"; Céline Dion, ið vann fyr Sveis í 1988 við franska sanginum "Ne partez pas sans moi"; spanski Julio Iglesias, ið rakk fjórða pláss í 1970, men hevur nú selt yvir 300 milliónir stakfløgur kring heimin; og bretski Bucks Fizz, ið vann í 1981 við sanginum "Making Your Mind Up".

Í Danmark og Noregi verða tær lokalu tónleikakappingarnar nevndar Melodi Grand Prix. Føroyar hevur ikki luttikið sum land, men fleiri føroyingar hava roynt seg í innleiðandi umførunum í Danmark, Svøríki og Íslandi. Í Danmark hava t.d. hesi luttikið: Jens Marni Hansen (2010), tónleikabólkurin The Dreams (2008), Petsi Tvørfoss (2004) og Annika Hoydal (1979). Í Íslandi hevur Jógvan Hansen luttikið meir enn eina ferð, og í Svøríki hevur Brandur Enni luttikið, eisini meira enn einaferð.

Luttøka

Ár Lond sum luttóku fyri fystu ferð í kappingini
1956 Eurovision Song Contest  Belgia, Eurovision Song Contest  Frakland, Eurovision Song Contest  Týskland, Eurovision Song Contest  Luksemburg, Eurovision Song Contest  Niðurlond, Eurovision Song Contest  Italia, Eurovision Song Contest  Sveis
1957 Eurovision Song Contest  Danmark, Eurovision Song Contest  Stóra Bretland, Eurovision Song Contest  Eysturríki
1958 Eurovision Song Contest  Svøríki
1959 Eurovision Song Contest  Monako
1960 Eurovision Song Contest  Noreg
1961 Eurovision Song Contest  Finnland, Eurovision Song Contest  Jugoslavia, Eurovision Song Contest  Spania
1964 Eurovision Song Contest  Portugal
1965 Eurovision Song Contest  Írland
1971 Eurovision Song Contest  Malta
1973 Eurovision Song Contest  Ísrael
1974 Eurovision Song Contest  Grikkaland
1975 Eurovision Song Contest  Turkaland
1980 Eurovision Song Contest  Marokko
1981 Eurovision Song Contest  Kypros
1986 Eurovision Song Contest  Ísland
1993 Eurovision Song Contest  Bosnia-Hersegovina, Eurovision Song Contest  Kroatia, Eurovision Song Contest  Slovenia
1994 Eurovision Song Contest  Estland, Eurovision Song Contest  Ungarn, Eurovision Song Contest  Litava, Eurovision Song Contest  Pólland, Eurovision Song Contest  Rumenia, Eurovision Song Contest Russland, Eurovision Song Contest  Slovakia
1998 Eurovision Song Contest  Makedónia
2000 Eurovision Song Contest  Lettland
2003 Eurovision Song Contest  Ukraina
2004 Eurovision Song Contest  Albania, Eurovision Song Contest  Andorra, Eurovision Song Contest  Hvítarussland, Eurovision Song Contest  Serbia og Montenegro
2005 Eurovision Song Contest  Bulgaria, Eurovision Song Contest  Moldova
2006 Eurovision Song Contest  Armenia
2007 Eurovision Song Contest  Kekkia, Eurovision Song Contest  Georgia, Eurovision Song Contest  Montenegro, Eurovision Song Contest  Serbia
2008 Eurovision Song Contest  Aserbadsjan, Eurovision Song Contest  San Marino
2015 Eurovision Song Contest  Avstralia

Listi yvir vertslond og vinnarar

Ár Vertsbýur, land Vinnaraland Vinnarasangur Artistur
1956 Lugano, Sveis Eurovision Song Contest  Sveis «Refrain» Lys Assia
1957 Frankfurt, Týskland Eurovision Song Contest  Niðurlond «Net als toen» Corry Brokken
1958 Hilversum, Niðurlond Eurovision Song Contest  Frakland «Dors, mon amour» André Claveau
1959 Cannes, Frakland Eurovision Song Contest  Niðurlond «Een beetje» Teddy Scholten
1960 London, Stóra Bretland Eurovision Song Contest  Frakland «Tom Pillibi» Jacqueline Boyer
1961 Cannes, Frakland Eurovision Song Contest  Luksemburg «Nous les amoureux» Jean-Claude Pascal
1962 Luksemburg, Luksemburg Eurovision Song Contest  Frakland «Un premier amour» Isabelle Aubret
1963 London, Stóra Bretland Eurovision Song Contest  Danmark «Dansevise» Grethe & Jørgen Ingmann
1964 Keypmannahavn, Danmark Eurovision Song Contest  Italia «Non ho l'età» Gigliola Cinquetti
1965 Napoli, Italia Eurovision Song Contest  Luksemburg «Poupée de cire, poupée de son» France Gall
1966 Luxembourg (býur), Luksemburg Eurovision Song Contest  Eysturríki «Merci, Chérie» Udo Jürgens
1967 Wien, Eysturríki Eurovision Song Contest  Stóra Bretland «Puppet on a String» Sandie Shaw
1968 London, Stóra Bretland Eurovision Song Contest  Spania «La, la, la» Massiel
1969 Madrid, Spania Eurovision Song Contest  Spania «Vivo cantando» Salomé
1969 Eurovision Song Contest  Frakland «Un jour, un enfant» Frida Boccara
1969 Eurovision Song Contest  Niðurlond «De troubadour» Lenny Kuhr
1969 Eurovision Song Contest  Stóra Bretland «Boom bang a bang» Lulu
1970 Amsterdam, Niðurlond Eurovision Song Contest  Írland «All Kinds of Everything» Dana
1971 Dublin, Írland Eurovision Song Contest  Monako «Un banc, un arbre, une rue» Séverine
1972 Edinburgh, Stóra Bretland Eurovision Song Contest  Luksemburg «Après toi» Vicky Leandros
1973 Luxembourg, Luksemburg Eurovision Song Contest  Luksemburg «Tu te reconnaîtras» Anne-Marie David
1974 Brighton, Stóra Bretland Eurovision Song Contest  Svøríki «Waterloo» ABBA
1975 Stokkhólmur, Svøríki Eurovision Song Contest  Niðurlond «Ding-A-Dong» Teach-In
1976 Den Haag, Niðurlond Eurovision Song Contest  Stóra Bretland «Save Your Kisses for Me» Brotherhood of Man
1977 London, Stóra Bretland Eurovision Song Contest  Frakland «L'oiseau et l'enfant» Marie Myriam
1978 París, Frakland Eurovision Song Contest  Ísrael «A-ba'ni-bi» Izhar Cohen & Alphabeta
1979 Jerúsalem, Ísrael Eurovision Song Contest  Ísrael «Hallelujah» Milk and Honey & Gali Atari
1980 Den Haag, Niðurlond Eurovision Song Contest  Írland «What's another year?» Johnny Logan
1981 Dublin, Írland Eurovision Song Contest  Stóra Bretland «Making your mind up» Bucks Fizz
1982 Harrogate, Stóra Bretland Eurovision Song Contest  Týskland «Ein bißchen Frieden» Nicole
1983 München, Tyskland Eurovision Song Contest  Luksemburg «Si la vie est cadeau» Corinne Hermès
1984 Luxembourg, Luksemburg Eurovision Song Contest  Svøríki «Diggi-loo-diggi-ley» Herreys
1985 Göteborg, Svøríki Eurovision Song Contest  Noreg «La det swinge» Bobbysocks
1986 Bergen, Norge Eurovision Song Contest  Belgia «J'aime la vie» Sandra Kim
1987 Brussel, Belgia Eurovision Song Contest  Írland «Hold me now» Johnny Logan
1988 Dublin, Írland Eurovision Song Contest  Sveis «Ne partez pas sans moi» Céline Dion
1989 Lausanne, Sveis Eurovision Song Contest  Jugoslavia «Rock Me» Riva
1990 Zagreb, Jugoslavia Eurovision Song Contest  Italia «Insieme 1992» Toto Cutugno
1991 Róm, Italia Eurovision Song Contest  Svøríki «Fångad av en stormvind» Carola
1992 Malmö, Sverige Eurovision Song Contest  Írland «Why me?» Linda Martin
1993 Millstreet, Írland Eurovision Song Contest  Írland «In your eyes» Niamh Kavanagh
1994 Dublin, Írland Eurovision Song Contest  Írland «Rock 'n' Roll Kids» Paul Harrington & Charlie McGettigan
1995 Dublin, Írland Eurovision Song Contest  Noreg «Nocturne» Secret Garden
1996 Oslo, Noreg Eurovision Song Contest  Írland «The voice» Eimear Quinn
1997 Dublin, Írland Eurovision Song Contest  Stóra Bretland «Love shine a light» Katrina and the Waves
1998 Birmingham, Stóra Bretland Eurovision Song Contest  Ísrael «Diva» Dana International
1999 Jerúsalem, Ísrael Eurovision Song Contest  Svøríki «Take me to your heaven» Charlotte Nilsson
2000 Stokkhólmur, Svøríki Eurovision Song Contest  Danmark «Fly on the wings of love» Brødrene Olsen
2001 Keypmannahavn, Danmark Eurovision Song Contest  Estland «Everybody» Tanel Padar & Dave Benton
2002 Tallinn, Estland Eurovision Song Contest  Lettland «I wanna» Marie N
2003 Riga, Lettland Eurovision Song Contest  Turkaland «Everyway That I Can» Sertab Erener
2004 Istanbul, Turkaland Eurovision Song Contest  Ukraina «Wild Dances» Ruslana
2005 Kiev, Ukreina Eurovision Song Contest  Grikkaland «My number one» Elena Paparizou
2006 Athen, Grikkaland Eurovision Song Contest  Finnland «Hard Rock Hallelujah» Lordi
2007 Helsingfors, Finland Eurovision Song Contest  Serbia «Molitva» Marija Serifovic
2008 Beograd, Serbia Eurovision Song Contest  Russland «Believe» Dima Bilan
2009 Moskva, Russland Eurovision Song Contest  Noreg «Fairytale» Alexander Rybak
2010 Oslo, Noreg Eurovision Song Contest  Týskland «Satellite» Lena Meyer-Landrut
2011 Düsseldorf, Týskland Eurovision Song Contest  Aserbajdsjan «Running Scared» Eldar & Nigar
2012 Baku, Aserbajdsjan Eurovision Song Contest  Svøríki «Euphoria» Loreen
2013 Malmö, Svøríki Eurovision Song Contest  Danmark «Only Teardrops» Emmelie de Forest
2014 Keypmannahavn, Danmark Eurovision Song Contest  Eysturríki «Rise Like A Phoenix» Conchita Wurst
2015 Wien, Eysturríki Eurovision Song Contest  Svøríki «Heroes» Måns Zelmerlöw
2016 Stokkhólmur, Svøríki Eurovision Song Contest  Ukraina «1944» Jamala
2017 Kiev, Ukreina Eurovision Song Contest  Portugal «Amar pelos dois» Salvador Sobral
2018 Lissabon, Portugal Eurovision Song Contest  Ísrael «Toy» Netta

Keldur

Slóðir úteftir

Wiki FøroysktEurovision Song Contest 
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið

Tags:

Eurovision Song Contest LuttøkaEurovision Song Contest Listi yvir vertslond og vinnararEurovision Song Contest KeldurEurovision Song Contest Slóðir úteftirEurovision Song Contest1956AfrikaAsiaEvropaMiðeystur

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

Millum FrændurN. F. S. GrundtvigTopografisk kortUkrainaApartheidHanus KambanSúlaA6. februarMissouri1675Skála ÍtróttarfelagArmenia1687Heine HestoyØkisnavnHans Jacob JacobsenTýskland1944AvstraliaLandafrøði5. augustKarlamagnus.joMariuhøna1986OnglandReyni ServicePeter FondaJóannes Patursson1855TeistiKaribiska HaviðSteintór Rasmussen1917SosialliberalismaLøgtingsformenn í FøroyumMarshallhjálpinJeremy RennerPer ZachariassenPretoriaKappróðurHøvuðsstaðurKolevniDanmarkThomas Jefferson158Meksiko2020EysturoyartunnilinNorðurkoreaBygdir og býir í FøroyumHttpAstat18. augustHelli28. februarNorrøn gudalæraPink FloydSingaporFólkaræði22. øldIndiaMerkið8. septemberByzantinska ríkið1892Sosialir miðlarSt. Pætursborg1926🡆 More