Bulgaria

Bulgaria er eitt lýðveldi í Evropa.

Република България
Republika Bǎlgarija
Lýðveldið Bulgaria
Flagg Bulgaria
(Flagg Bulgaria)
Skjaldarmerki Bulgaria
(Skjaldarmerki Bulgaria)
Tjóðarslagorð: Съединението прави силата
Tjóðsangur: Mila rodino
Bulgaria
Alment mál Bulgarskt
Høvuðsstaður Sofia
Forseti Rumen Radev (Румен Радев)
Forsætisráðharri Kiril Petkov (Кирил Петков)
Fullveldi 1878
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
110 994 km²
Íbúgvar
 - tilsamans 2021
 - tættleiki
 
6 875 040
63/km²
Gjaldoyra Lev
Tíðarøki EET +2
Økisnavn á alnetinum .bg
Telefonkota +359

Í norðri hevur Bulgaria mark við Rumenia, í suðri við Turkaland og Grikkaland, og í vestri við Lýðveldið Makedónia og Serbia. Landaøki, ið nú er Bulgaria, hevur mestsum alla tíð sína staðið í skugganum av sterku grannum sínum. Bæði grikkar, rómverjar og turkar hava rátt her, og frá 1944 til 1989 var Bulgaria partur í kommunistiska Eysturevropa.

Søga

Bulgaria var í gomlum døgum máttmikið ríki, men seinni løgdu býsantiskar og síðan osmanniskar herdeildir landið undir seg. Í 1870-árunum fóru bulgarar at krevja frælsi. Turkar fóru ógvuliga harðliga fram ímóti sjálvstýrisrørsluni, og tað elvdi til vreði í Evropa, helst í Russlandi. Í 1877 leyp Russland á Turkaland. Bretar stuðlaðu turkum, og í 1878 varð vápnahvíld fingin í lag ímillum londini við San Stefano-avtalini. Eftir avtaluni gjørdist Bulgaria væl størri, men ikki leið long tíð, so var syðri partur í landinum aftur undir turkiskum yvirræði. Í 1887 sameindu bulgarar við Stefani Stambulov á odda (1854-1895) norðara og syðra part og valdu Ferdinand av Coburg, skyldmann Victoriu drotning, til valdsharra. Men í sjey ár var Stambulov veruligi valdsharrin í Bulgaria, sum nú gjørdist sterkasta Balkanlandið og hildið at vera sterkasta bulverkið fyri russiskari landtøku á Balkan. Stambulov legði alla orku í at fáa semju í lag við Turkaland, gamla fígginda Russlands, tað hóvaði ikki Ferdnandi, sum setti hann frá í 1894. Stambulov varð myrdur í 1895, kanska vóru Ferdinand og russar vorðnir samdir um at beina fyri honum.

Fólkið

Mesta fólkið er bulgarar; lítil partur turkar og makedónar.

Politikkur

Mentan

Bulgaria 
Anna-Maria Ravnopolska-Dean.

Fólkið hevur altíð lagt dent á at goyma gamlar bulgarskar siðir. Tí hava mangir býir sínar sermerktu stevnur við tónleiki og skrúðgongu. Siður er mangastaðni, at stevnufólkini lata seg í skreytbúna og gekkaskort, ið tey sjálvi hava gjørt.

Tónleikarar

Búskapur

Síðan 1989 hevur ein liður fram ímóti fólkaræði og at umskipa búskapin verið at skifta ríkisriknu stórgarðarnar sundur í smáar garðar. Nógv hevur eisini verið gjørt at fáa útlendsk ferðafólk at koma til gomlu býirnar og til strendurnar við Svartahav. Jarnmálmurin og kolið í Bulgaria eru ikki so góð, sum krevst at gera jarn, ið kann nýtast í tungídnaðinum. Fyrr keypti Bulgaria jarn, kol og olju bíliga úr Sovjetsamveldinum, men nú má hetta verða keypt á fría marknaðinum. Seinastu árini hevur Vesturevropa lænt Bulgaria nógvan pening at umskipa og menna ídnaðin, til dømis telduídnaðin. Klædnaídnaður og matvøruídnaður eru tyðandi vinnuvegir.

Landafrøði

Fleiri enn ein millión fólk býr í høvuðsstaðnum Sofia. Býurin er týðandi ídnaðarmiðdepil, og bæði á láglendinum og í hálendinum uttan um býin hava bøndurnir nógv dýrahald. Mangir gamlir og vakrir bygningar eru í býnum, til dømis Alexander Nevsky-kirkjan, bygd teimum russisku hermonnum til minnis, ið róku turkar úr Sofia í 1878. Vegakervið í Bulgaria er gott. Í Sofia koyrir meginparturin av fólkinum í tráðbussum.

Býir

  • Sofia
  • Plovdiv
  • Varna
  • Burgas
  • Ruse
  • Stara Zagora
  • Pleven
  • Sliven

Keldur

Hygg eisini at

Ávisingar úteftir

Wiki FøroysktBulgaria 
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið

Tags:

Bulgaria SøgaBulgaria FólkiðBulgaria PolitikkurBulgaria MentanBulgaria BúskapurBulgaria LandafrøðiBulgaria KeldurBulgaria Hygg eisini atBulgaria Ávisingar úteftirBulgaria19441989EvropaGrikkalandKommunismaLýðveldið MakedóniaRumeniaSerbiaTurkaland

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

Jarðskjálvtin í Sendai 2011Mike PenceVínFilmurKári P. HøjgaardNiðurlondJólatræPostnummur í Føroyum.tzKeypmannahavnJean-Paul BelmondoGnagdýrHM í fótbólti fyri feløgLiberal AllianceBleona QeretiMentanarvirðisløn LandsinsFausto CercignaniPetteri OrpoPolitikkurOmanKatrin OttarsdóttirAsiaSkandinaviaEnskt málAlkoholAretha FranklinMarnar Djurhuus13. marsBloggurMark No LimitsFøroyska fótbóltsmanslandsliðiðDávur DjurhuusMallorkaSprotinKøvievni24. marsTeldur1. januarRinganna Harri - Ringliðið (filmur)SlovakiaGary CooperAtopiskt eksemPol PotSummartíðChinua AchebeOdense20231. marsSakaris Emil Joensen1662SotsjiSøguligar hendingarBeogradOle WichNavajo NationFamiljan GriffinUSABaltimoreBermudaVladimir PutinMicrosoft WindowsMalariaTadsjikistanÍtrótturŁISO 3166KaribiaKim Simonsen2. aprílMarokko14. februar2002🡆 More