Brunei (maleisiskt: Negara Brunei Darussalam) liggur í landsynningshorninum av Ásia.
| |||
Tjóðarslagorð: | |||
Tjóðsangur: "Allah Peliharakan Sultan" | |||
Alment mál | Maleisiskt | ||
Høvuðsstaður | Bandar Seri Begawan | ||
Sultanur og forseti | Hassanal Bolkiah | ||
Forsætisráðharri | Al-Muhtadee Billah | ||
Fullveldi | 1. januar 1984 (frá Stóra Bretland) | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) | 5.765 km² 8.6 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2016 - tættleiki | 417.256 72.11/km² | ||
Gjaldoyra | Dollar (BND) | ||
Tíðarøki | UTC +8 | ||
Økisnavn á alnetinum | .bn | ||
Telefonkota | +673 | ||
Brunei hevur bara mark við Maleisia. Inni í landspartinum Sarawak á Borneo í Maleisia er lítla landið Brunei. Inni í landinum er regnskógur; fram við strendurnar er slætt og mýrilendi. Landið var einaferð ein gloymdur blettur í bretska heimsveldinum og skjól hjá sjórænarum; men hetta varð alt fullkomiliga broytt, tá ið olja varð funnin har í 1929. Nú er Brunei eitt tað ríkasta landið í Ásia og vælferðarsamfelag. Fólkið rindar ikki skatt, og útbúgving, heilsurøkt og eftirlønarskipanir eru ókeypis. Men øll politisk andstøða er bannlýst.
Ríkisovastin í Brunei er av ríkastu monnum í heiminum. Olju- og gassríkidømi landsins fyri at takka eigur Hassanal Bolkiah ognir fyri einar 160 milliardir krónur; sjálvur vil hann vera við, at so nógv eigur hann ikki. Í høvuðsstaðnum í Brunei, Bandar Seri Begawan, hevur hann latið byggjað og sjálvur goldið størstu mosku í heiminum. Hon kostaði 3 milliardir krónur.
This article uses material from the Wikipedia Føroyskt article Brunei, which is released under the Creative Commons Attribution-ShareAlike 3.0 license ("CC BY-SA 3.0"); additional terms may apply (view authors). Innihaldið er tøkt undir CC BY-SA 4.0 um ikki annað verður viðmerkt. Images, videos and audio are available under their respective licenses.
®Wikipedia is a registered trademark of the Wiki Foundation, Inc. Wiki Føroyskt (DUHOCTRUNGQUOC.VN) is an independent company and has no affiliation with Wiki Foundation.