Jordan

Jordan (arabiskt الأردن al-ʾUrdunn), alment Hashemitiska Kongsríkið Jordan er eitt kongsríki í Miðeystri ið hevur mark til Sýria, Irak, Saudiarábia, Ísrael og Vestara Áarbakka.

المملكة الأردنية الهاشمية
Hashemitiska Kongsríkið Jordan
Flagg Jordan
(Flagg Jordan)
Skjaldarmerki Jordan
(Skjaldarmerki Jordan)
Tjóðarslagorð:
Tjóðsangur: "As-salam al-malaki al-urdoni"
Jordan
Alment mál Arabiskt
Høvuðsstaður Amman
Kongur Abdullah II
Forsætisráðharri Bisher Khasawneh
Fullveldi 25. mai 1946
(frá Stóra Bretland)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
89.342 km²
0.6 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2015
 - tættleiki
 
9.531.712
114/km²
Gjaldoyra Dinar (JOD)
Tíðarøki UTC +2
Økisnavn á alnetinum .jo
Telefonkota +962

Eldri heiti fyri hetta økið er Trans-Jordania. Í eldri døgum (m.a. av summum krossfarum), vóru heitini Cis-Jordania (heiman Jordaná) og Trans-Jordania (handan Jordaná) nýtt um núverandi Ísrael/Palestina og Jordan. Málið er arábiskt, og tað búgva uml. seks mió í landinum. Meginparturin av Jordan er oyðimørk.

Landalæra

Jordan er ytst í útnyðringspartinum á arabisku hálvoynni. Jordan hevur ógvuliga lítið strandarøki, og einasti havnabýur er Al'Aqabah innast í Akabafirði. Akabafjørður er langur fjørður norðast í Reyðahavi ímillum Saudiarabia og Sinai. Hann er 160 km langur og 27 km breiður, har hann er breiðastur. Innast í firðinum er einasti havnabýur í Jordan, Al'Aqabah; og har er einasta strandaøki, Jordan eigur. Al'Aqabah er væl umtóktur ferðamannastaður.

Stórt vatntrot er í Miðeystri. Eftirlitið við Jordaná, ið er mark ímillum Jordan og Ísrael, er vorðið týðandi mál í friðarsamráðingunum ímillum tey bæði londini. Jordan, sum er rættiliga fátækt land, má fáa nógv vatn úr ánni, so at teir kunnu veita meiri vatn á búnaðarlendi og sostatt útvega sær meiri mat.

Í eystara parti í landinum er mest oyðimørk.

Fólkið

Flestu jordanar eru muslimar og tala arabiskt.

Stórur fólkavøkstur er í Jordan, har tað eru næstan líka mong palestinsk flóttafólk sum jordanar. Eitt av mest átrokandi málunum hjá stjórnini er tí at útvega hús og arbeiði og at menna skúlaverkið og heilsuverkið, tí at fólkið fjølgast so ógvuliga skjótt.

Søga

Jordan er ikki gamalt ríki - varð stovnað í 1946; men nakrir av fyrstu býum í heiminum vórðu bygdir her. Jordan, við Hussein kongi (1935–1999) á odda, átt týðandi leiklut í friðarsamráðingunum ímillum Ísrael og PLO og arabisku grannalond Ísraels.

Tá ið Ísrael varð sett á stovn í 1948, vórðu tíggjutúsundtals palestinar noyddir at flyta úr landi sínum og gjørdust flóttafólk í Jordan og øðrum arabiskum londum. Nú, gott og væl 60 ár seinni, eru teir har enn. Bara í Jordan eru 1,8 milliónir palestinsk flóttafólk. Mangir palestinar eru føddir og vaksnir upp í flóttalegum, eitt nú tætt við høvuðsstað Jordans – Amman.

Petra

Petra er kendasti fornaldarbýur í Jordan. Nabatar høgdu í 4. øld f. Kr. henda stórsligna, tigulsteinsreyða býin inn í oyðimarkarklettin. Ímillum hesar ótrúligu byggingarnar eru kongliga klettagrøvin og Khazneh (skattkamarið). Fyri at sleppa inn í býin, mást tú ríða ígjøgnum eina tronga gjógv, ið er 500 metrar long.

Wiki FøroysktJordan 
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið

Tags:

Jordan LandalæraJordan SøgaJordan PetraJordanArabiskt málIrakMiðeysturOyðimørkPalestinaSaudiarábiaSýriaVestari ÁarbakkiÍsrael

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

Vetrar-OL 2014Frits JohannesenP/F TelevarpiðKristina BærendsenVFlaggdagarPersónur (máll.)HavhesturSaltangaráImmunskipan1710-árini23. juniWikimediaFøroyska sjálvstýrisrørslanJólafundurin 1888Wall StreetTryggingarfelagið Føroyar2004Cider1069FinnlandÚtvarp FøroyaMagnesiumHanus KambanPolitikkurPóllandPlanturFróðskaparsetur FøroyaPolitikkur í FøroyumGjaldoyraAldehydSkótiPro VitaFacebookNevaleikurPhoenixMuhammedAnfinn KallsbergFøroyskt ross16. aprílLøgmenn í FøroyumBrisFøroyingarPalli PummKlaksvíkar kommunaEiffeltorniðPólskt málKyknaAmy WinehouseBloggurFriðað náttúruøki í FøroyumMiðjarðarhaviðThomas Jefferson🡆 More