Føroyskt Ross

Føroyska rossið ella føroyski hesturin er eitt lítið ross, sum helst er ein poni eins og hetlandsrossið.

Tað føroyska rossið er ættað undan teimum, landnámsmenn høvdu við sær. Tey vóru smá, og eru seinni blandað við m.a. norsk og íslendsk ross. Hesi vórðu størri og betri før fyri at draga vognar og plógv.

Føroyskt Ross
Føroyskt ross í vetrarbúna.
Føroyskt Ross
Føroysk ross, Líggjas, Snarka, Libby og Bello.

Útsjónd og eginleikar

Tey føroysku rossini er smá og kná, hæddin er 120-132 cm. Teir vanligastu litirnir eru brúnt og svartbrúnt, men eisini eru nøkur reyð, svørt og flekkut. Fyrr í tíðini høvdu tey fleiri litir, men av tí at stovnurin minkaði so nógv, hvurvu fleiri litir. Føroyska rossið er vant at ganga úti alt árið, og klárar seg í føroysku náttúruni uttan ískoytisfóður. Er kavi so skava tey seg fram til grasið við hóvnum. Orsakað av nógva føroyska regninum hevur rossið ein tættan fitiríkan feld ið verjur móti regninum. Summarfeldurin er stutter og blankur, vetrarfeldurin er langur við serliga longum broddum.

Klyvjaross

Klyvjaross var heitið ið føroyingar nýttu um arbeiðsrossið teir brúktu til flutning o.a. arbeiði. Klyvjaross vórðu m.a. nýtt sum plógdjór, fólkaflutning og til torvflutning; tveir rossaleypar vórðu festir á rossið, ein á hvørji síðu, og síðan fyltir við torvi.

Hóttan og varðveitsla

Um ár 1800 vóru uml. 800 føroysk ross í Føroyum, men tíðliga í 20’du øld gjørdist rossið ein útflutningsvøra, bretar sum høvdu flutt ross í hópatali úr skotsku oyggjunum til arbeiðsross í kolanámunum, vendu sær nú til Føroya fyri at innflyta arbeiðsross. Hetta var ein av høvuðsorsøkunum, at rossatalið í Føroyum minkaði so skjótt. Í 1960’unum var farið undir at finna fram til tey fáu føroysku rossini ið eftir vóru. 4 ryssur og 1 greðing funnu tey fram til og eru hesi forfedrar til øll tey núlivandi føroysku rossini, eini 60 í tali. Føroyska rossið varð lýst sum egið slag í 1978, og var hetta aftur staðfest við DNA-kanningum í 2003. Føroyska rossið er framvegis álvarsliga hótt, og talið skal upp á minst 200 áðrenn talan ikki er um álvarsliga hótt djór.

Slóðir úteftir

Wiki FøroysktFøroyskt Ross 
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið

Tags:

Føroyskt Ross Útsjónd og eginleikarFøroyskt Ross KlyvjarossFøroyskt Ross Hóttan og varðveitslaFøroyskt Ross Slóðir úteftirFøroyskt RossHetlandsrossNoregÍsland

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

Vilhelm III av OnglandiKroatiaBókmentirBotkyrka kommunaFacebook1850Eyðfinn JensenSigri Mitra Gaïni2006TváttarbjørnUmesámiskt málApostólska trúarjáttaninTomas TranströmerSosialismaSands kommunaRitbúnaðurBjarnirManilaTeitur LassenMoldova2008FøroyarSmyril (fuglur)Petteri OrpoOpið innihaldSusanna MälkkiSambia800ForsíðaMentanarvirðisløn LandsinsSuðuroyarTórsvøllurBelgiaFøroyskur dansurFinleif MortensenLouis PasteurSuleiman mikliBill Clinton.ptEivør PálsdóttirClickhazeKalviTróndur PaturssonJamaikaEvnafrøðiLäänemaaHansina IversenSlovenskt málPragPólskt málFriedrich Schiller2016RConway TwittySan FranciscoHimalaiaScarlett JohanssonLúturFlorida🡆 More