Boston

Boston er høvuðsstaður og størsti býur í Massachusetts.

Boston liggur á eysturstrondini í Massachusetts í New England-økinum, eitt sindur norðan fyri New York býin. Umframt at vera kendur fyri sínar góðu og nógvu hægru lærustovnar er Boston eisini kendur sum býurin, har "Declaration of Independence" varð undirskrivað í 1776. Sjónvarpsrøðin Boston Legal, Cheers ella Sam's Bar er eisini upptikin í Boston . Tann barrin er opin enn og sær soleiðis út, sum tá ið tey tóku upp. Ally McBeal er somuleiðis upptikið í Boston, býnum sum eisini hýsir The Red Sox, ið vann World Series í hornabóltur í 2007 . Annars er Boston eisini kendur fyri vakra fjørðin, "The Big Dig" og modernaða listasavnið.

Boston, Massachusetts
Boston
Skjøldur Flagg
Skjøldur hjá Boston. Flaggið hjá Boston.
Grunddáta
Land: USA USA
Stakríki: Massachusetts Massachusetts
Vídd: 125.43 km²
Fólkatal (2011): 617 594
Íbúgvatættleiki: 4,925/km²
Heimasíða: www.CityOfBoston.gov

Sum við øllum øðrum stórbýum í USA, so myndar harðskapur og annað líknandi lívið í býnum eisini, serliga náttarlívið.

Skúlaskapur

Boston er ein universitetsbýur við tveimum stórum universitetum við umleið 250.000 lesandi tilsamans . Her sigst vera fleiri lærustovnar enn í øllum Stóra Bretlandi. Deildirnar hjá universitetinum eru spjaddar runt um allan býin, sum er ógvuliga sermerktur av studentalívi. Studentar síggjast við fúkandi ferð á súkklum, og kaféirnar eru sum oftast stúgvandi fullar í døgurðatímanum og eftir skúlatíð. Í Boston er tað sum í flest øðrum lestrarbýum trupult at fáa bústað. Í Cambridge í Boston er meðalaldurin á fólki 30 ár .

Boston Maraton

Hvørt ár síðan 1897 hevur Boston Maraton verið fyriskipað í býnum. Nógv fólk hava luttikið, ikki bert fólk úr USA men úr fleiri londum. Maraton renningin í Boston verður altíð hildið á Patriots' Day, sum er triðja mánadag í apríl. Maraton'ið fer fram í fleiri býum í stórbýnum Boston.

15. apríl 2013 gjørdist eitt blóðugt maraton í Boston. Umleið ein tíma eftir at fyrsti rennarin varð komin á mál, klokkan var tá 2:50 lokal tíð, brustu tvær bumbur á Copley Square tætt við málstrikuna. Í minsta lagi tveir áskoðarir lótu lív og minst 40 fólk vóru særd. Ein triðja bumba brast uttanfyri John F. Kennedy Presidential Library and Museum.

Ávísingar úteftir

Wiki FøroysktBoston 
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið

71°3′49″W / 42.35806°N 71.06361°W / 42.35806; -71.06361

Keldur

Tags:

Boston SkúlaskapurBoston MaratonBoston Ávísingar úteftirBoston KeldurBoston17762007Amerikanska FrælsisyvirlýsinginHornabólturMassachusettsNew EnglandNew York City

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

Mount St. Helens1926MýrisnípaFloridaVetrar-OL 2014Kolinda Grabar-KitarovićHiplingurPeter Fonda9. oktoberRoger FedererBeninVatikaniðVaðhorn20162020-áriniMao ZedongApostólska trúarjáttaninBartalsøkaKyknaLatínamerikaLe CorbusierWindhoekVictor HugoFjodor Dostojevskij13. februarGeometriNashvilleHavDustsúgvariChristoffer von GabelFilipsoyggjarBygdir og býir í FøroyumTinganesFøroyska sjálvstýrisrørslanPáll Finnur Páll18751707EysturoyartunnilinJon Fosse1948yvltuDagur og vika989Zlatan Ibrahimović1687HM í fótbólti 2006157Kristoffur KolumbusHúsavíkarbrøviniNiels Petur Nolsøe22. øldNý SælandNewt GingrichReyni Service1975AlmannastovanLatínskt málSosialliberalismaFuglakvæðið eldraMichael JacksonÁr1922Jonas Gahr StøreFuglafjørðurOregonOyggj1999🡆 More