Rognkelsi

Rognkelsi (frøðiheiti: Cyclopteridae) er ógvuliga klumput í útsjónd og líkist ikki øðrum fiski ið liva kring Føroyar.

Í staðin fyri búkfjaðrar hevur rognkelsi eina soguskál undir búkinum. Í gýtingini í mars verður kallfiskurin næstan svartur um bakið og reyðbrúnur um búkin. Rognkelsi kemur inn á grunt vatn at gýta. Eins og hjá smá­fiskinum í taranum, ansar kallfiskurin rognkorninum. Kvennfiskurin gýtir fleiri túsund egg í eina stóra rúgvu, sum kallfiskurin síðan verjir. Eggjarúgvan kann liggja so ovarlaga í sjónum, at hon flýtur upp í vatnskorpuna. Kortini heldur kallfiskurin vakt og endar tí mangan við at verða etin av fugli.

Rognkelsi

Rognkelsi verður innan alivinnuna í Føroyum nýttur til tess at minka um tali av lúsum á aldum laksi. Rognkelsi dámar væl lús og riggar tí væl at seta í aliringar saman við laksunum. Tað hevur víst seg, at ikki øll rognkelsi eta nógvar lýs, og tí verða royndir gjørdar við at ala fram rognkelsi ið eta nógvar laksalýs.

Keldur

Tags:

FiskurFuglurFøroyarMars

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

12. marsTalvKekenia16. aprílMahatma Gandhi28. desemberWall StreetISO 3166-1Donald TrumpBobby Fischer1790OyggjaleikirReal Madrid C.F.Bradley Cooper2022FøroyingarMS-DOSKenniorðWikimediaNorðuramerikaFøroyska stavraðið1069Manchester City F.C.AvstraliaJóhan landleysiÍtrótturForsíðaWilliam ShakespeareBrisStella ArgusNóaKirkjubøkurAmy WinehouseMuhammedTjaldurPhoenixKappróður í FøroyumFløggJarnFøroyski tjóðbúninRegión HøvuðsstaðurinFjøll í Føroyum2004Orlando BloomSpaniaEnskt málErling HaalandParisPostnummur í FøroyumPlatonMótiPalli PummTruman CapoteGoogleFlaggdagurLe CorbusierNiðurlendskt málAmerikonsk landafrøðiFøroyskt🡆 More