Andalusia

Andalusia er ein sjálvstýrandi landspartur í Suðurspania.

Høvuðsstaður er Sevilla. Landsparturin fevnir um 87.600 ferkilometrar og hevur 7,4 mió. íbúgvar (2005). Nú á døgum er ferðavinnan ein stór inntøkukelda fyri Andalusia, og nógvir føroyingar hava hoyrt um ella enntá verið á Costa del Sol (sólstrondini).

Andalusia
Flaggið hjá Andalusia
Andalusia
Kort.

Søga

Tá ið maurarnir komu til Spaniu var Andalusia nærum oyðin. Teir fóru undir at veita vatn oman á láglendið og út um fløtuna, har teir umsíðir kundu vælta bæði rís, bummull, morberjatrø og allar suðrønar fruktir. Arabar (maurar) hava sett sín dám á Andalusia, millum annað við at byggja navnframa Alhambra, sum framvegis er at síggja, tó í sterkt endurskaptum formi, av tí at meginparturin av anlegginum brendi í 1800-árunum. Andalusia var miðdepilin í Maurararíkinum í 7-800 ár, har Córdoba var mentanarmiðstøð.

Landalæra

Suðuri í Spaniu er láglendið Andalusia, sum áin Guadalquivir rennur ígjøgnum. Andalusia er lýggjasti blettur í allari Evropu (30 °C í miðal í juli). Andalusia er ein vælveltur slætti, har alskyns fruktir eru at fáa.

Bøkur um lívið í Andalusia

Føroyski ævintýrarin og rithøvundurin Durita Holm flutti fyri nøkrum árum síðani til eina lítla andalusiska bygd, og hon hevur skrivað bókina "Á Smølum Andalusiskum Gøtum" (2003) um fólkið og lívið har, umframt søguna hjá landspartinum.

  • Holm, Durita: Á Smølum Andalusiskum Gøtum (2003). Freyja.
  • Stewart, Chris: Driving over Lemons (1999), A Parrot in the Pepper Tree (2002), The Almond Blossom Appreciation Society (2006). Sort of Books.

Keldur

  • Den lille danske encyklopædi. Gyldendal (2005).

Slóðir úteftir

Wiki FøroysktAndalusia 
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið

Tags:

Andalusia SøgaAndalusia LandalæraAndalusia Bøkur um lívið í Andalusia KeldurAndalusia Slóðir úteftirAndalusiaFøroyarHøvuðsstaðurSpania

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

Oyggjaleikir 1989BrisSnjóhvíta og teir sjey dvørgarnir (1937 filmur)Colorado12. marsStóra BretlandPalli PummKøvievniTwitterSummartíðMagnKenniorð24. aprílFøroyska sjálvstýrisrørslan19. marsHavfrøði1790The New York TimesBýur1069Tryggingarfelagið FøroyarFløggKlaksvíkar kommunaParisKyksilvurTórður JóanssonFausto CercignaniGeorge CarlinFríggjadagur20. februarHargabrøðurnirDaniel Jacob DanielsenPeter FondaKvinnaGjaldoyra1892MáninMálSeinni heimsbardagiKyknaUmskapanin (týðing)SpaniaFinnlandSaksunJodPalestinaFeilur 40UTCSeyðurEnskt málSólinHenry FordMike Pence2012EvrasiaFrits JohannesenTalumálMark CavendishGrønlandMagnesiumFylki Noregs🡆 More