2012

2012 (MMXII) er tað 503.

Árstal
2009 2010 201120122013 2014 2015
Áratíggju
2000-árini2010-árini2020-árini
Øldir
20. øld21. øld22. øld

skotár síðan Kristi Føðing. Árið byrjaði ein sunnudag.

Hendingar

  • 1. januar - Ein augustur gjørdi landgongd í Nesi í Hvalba nýggjársmorgun, hann lá á liðini og var illa fyri. Ongin roynd var gjørd at fáa hann útaftur, og hann doyði seinni sama dag.
  • 22. mars - Nýggja Airbus-flogfarið hjá Atlantic Airways kemur til Føroya frá Airbus-verksmiðjuni í Hamburg í Týsklandi.
  • 28. mars - Nýggja Airbus-flogfarið hjá Atlantic Airways fer fyri fyrstu ferð í rutuflúgving. Hesin fyrsti rutuflogtúrurin er til Kastrup Flogvøll í Keypmannahavn.

Ítróttur

Fótbóltur

Landsdystir menn
Landsdystir kvinnur
Føroyameistarakappingin
  • 6. oktober - EB/Streymur vann sítt annað føroyameistaraheitið við 58 stigum, ÍF vann silvur við 54 stigum og HB vann bronsu við 45 stigum, sama stigatal sum KÍ og Víkingur, men HB hevði betri málúrtøku. FC Suðuroy endaði niðast við 9 stigum og B68 endaði næstniðast við 24 stigum, sama stigatal sum TB, men B68 hevði verri málúrtøku. Niðurflytarar gjørdust tí FC Suðuroy og B68.
  • 22. september spældu KÍ kvinnur seinasta dystin og kundu enda kappingarárið við enn einum føroyameistaraheiti, hesaferð við 52 stigum. Nummar tvey gjørdist B36 við 45 stigum og nummar trý gjørdist AB við 37 stigum.
Steypakappingin
  • 25. august - Víkingur vann steypafinaluna móti EB/Streymi eftir umdyst og brotsparkskapping. Vanligi dysturin endaði 2-2, í longdu leiktíðini gjørdist støðan 1-1 (tvs. samlað 3-3). Síðan var brotssparkskapping, sum endaði 4-5 (EB/Streymur 4 og Víkingur 5).
  • 25. august - KÍ kvinnurnar vunnu steypafinaluna 2-1 móti B36.

Hondbóltur

Svimjing

  • Pál Joensen luttók á Summar-OL 2012 í London. Hann er fyrsti føroyski svimjarin, sum hevur klárað at kvalifisera seg til OL. Hann svam fyri Danmark, tí Føroyar ikki er sjálvstøðug tjóð og tí ikki fær loyvi til at kappast innan OL. Pál kom ikki í nakra finalu, hann gjørdist nummar 10, 13 og 17 í teimum trimum kappingunum, ið hann luttók í. Men tað er stórt yvirhøvur at koma við til OL. Hann var annar føroyingurin nakrantíð, ið hevur luttikið á OL. Hin føroyingurin er Katrin Olsen.
  • 16. desember - Pál Joensen vann sítt fyrsta HM heiðursmerki (og fyrsta HM heiðursmerki nakar føroyingur hevur vunnið innan tær stóru ítróttagreinirnar) tá hann gjørdist nummar trý í 1500 metrum frí á HM í svimjing á stuttgeil (25 m) í Istanbul. Hann kom á mál við tíðini 14:36.93 og vann HM bronsu.

Klatring

  • 17. juli - Tað eydnaðist fýra monnum at klatra upp á toppin á Trøllkonufingri, sum er ein 313 metrar høgur drangur. Teir fýra vóru: Herman Eysturoy, Absalon Eysturoy, Aksel Poulsen og Bjartur Lamhauge. Tríggir aðrir vóru eisini við á Trøllkonufingri, men komu ikki heilt upp á toppin, teir vóru: Heini Hátún, Hjálmar Hátún og ein dani.

Føðingar

Andlát

Wiki Føroyskt2012 
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið

Tags:

2012 Hendingar2012 Føðingar2012 Andlát2012

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

IndiaOmega16641. áratúsund f.Kr.AndorraAlfrøðiFC BarcelonaWakeoyggjNASAJason BatemanSvimjing (ítróttur)1689Sachsen-Anhalt660Florida7. øldRagnar FinssonGrátt undir steiniHósdagurAprílSick of MyselfRituvíkEygaBryggjaríNitrofuran1947SaturnSkotlandMalan Eyðunsdóttir2013InternetFuglar í FøroyumNikola TeslaHebraiskt málMoiraeISBN1929Hannah Montana.lsThe Sword in the Stone (filmur)OrsaIrakFlorida Keys1188Bahá'í trúgvin800Enskt málGeorg II av StórabretlandiBrussel5166. aprílBundesligaKyrrahavið2018Marius ZiskaMicrosoft WindowsKøvievniSunnudagurNobelvirðislønin í bókmentumØkisnavnGNU Free Documentation LicensePussy RiotHanjaMai23. desemberLimaGeorg I av StórabretlandiFlaggdagur🡆 More