Tok

Eitt tok (á donskum tog, á týskum Zug) er eitt flutningsfar ið koyrur eftir skinnarum á einari jarnbreyt.

Vognarnir kunnu verða hálaðir av einum lokomotivi (fyrr í tíðini eisini av hestum) ella verða sjálvkoyrandi toksett. Sjálvkoyrandi lokomotiv eru eisini tok. Sporvognar skilja seg frá tokum við tað at tokið koyrir eftir skinnarum á jarnbreyt, meðan sporvognar koyra eftir vegnum og ikki í serstakum banum.

Tok
Bombardier X50 í Svøríki.
Tokið ER2-973 støðgar á støðini Ligovo í Russlandi

Sløg av tokum

  • Persóntok - Flutningur av fólki. Tað eru fleiri ymisk sløg av persóntokum, og nøvnini broytast frá landi til land:
    • Metrotok - Lokal ferðsla í stórbýum við nógvum tokum, evt. í tunnlum ella á hábreyt.
    • Økistok - Lokal og økisferðsla við nógvum steðgistøðum.
    • InterCity - Landsfevnandi tok við færri støðgum.
    • Snartok - Landsfevnandi tok við fáum støðgum.
    • Háferðartok - Sera skjót tok við fáum støðgum á háferðarbreytum ið eru bygdar júst til endamálið.
  • Góðstok - Flutningur av nærum øllum sløgum av góðsi.
  • Sertok - Tok ið bert koyra til serstøk høvi.
  • Veterantok - Tok ið ikki longur eru í dagligum rakstri, men sum t.d. kunnu koyra við ferðafólkum (turistum).
  • Materieltok - Tok ið ikki taka ferðafólk ella góðs men bert skulu flytast úr einum staði í annað.

Tags:

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

12. mars1. juliTryggingOpið innihaldSameindu TjóðirWikimediaLuksemburgLógarbrotLjóðfrøðiRebekka FugløFjøll í Føroyum8. augustWilliam ShakespeareUEFA Europa LeagueKlaksvíksstríðiðNovemberHBJútlandStøðugtblómandi summardái3. august16. aprílJapanskt málFebruarJulius CæsarWHOJørðin2012James GandolfiniIbadanÆtlanarbúskapurAvatarFaðir várTórshavnar kommunaFlaggdagar í Føroyum17. augustSeinni heimsbardagiKarinFraklandBuddismaRúsevniNarkotikaMerkiðPortugalSúlaAðalfundur Sameindu TjóðaKatólska kirkjanKommunur í FøroyumWikipediaKroatiaBretska SamveldiðPáskirKanadaMina ReinertGeorge W. BushMagnus JákupssonSnjóhvíta og teir sjey dvørgarnir (1937 filmur)EginteldurFlaggdagurSelma Sandá30. marsMount EverestBygdir og býir í FøroyumHaitiKommunismaHaris Alexiou200 (rokkbólkur)MonakoTrygdarráð ST🡆 More