Islam (arábiskt الإسلام, al-ʾIslām) er ein Ábrahamsk trúgv, ið umleið 21 % heimsins íbúgvum fylgja.
Tey, ið hoyra til Islam, eita muslimar. Miðdepilin í trúnni er tær fimm súlurnar: trúarjáttanin, bønin, fastan, olmussan og pílgrímsferðin. Heilaga skrift muslima er Koranin, ið er eitt savn við teimum opinberingum, sum Muhammed profetur fekk í árunum 610 til 632 í Mekka og Medina í Saudi-Arabia. Muslimar eru í 2 høvuðsbólkum, Sunni Islam (umleið 90 %) og Shia Islam (uml. 10 %), aðrar smærri rørslur eru eisini til, t.d. sufisma og Ahmadiyya.
Islam er eitt arábiskt navnorð, ið er kemur frá semitisku 'hjáljóðs-rótini' s-l-m ið formar ein bólk av orðum ið sipa (serliga) til "fullkomleika", "tryggleika" og "frið", ("friður" eitur t.d. salam á arábiskum). Í átrúnaðarligum høpi verður islam umsett til at merkja "at leggja seg undir" ella "geva seg til". Islam er ein átrúnaður, ið byggir upp á Guðs vilja og er borin fram gjøgnum nógv ár av profetum. Í dag er islam ein ordiliga stórur átrúnaður og er í yvir 50 londum. Tey, ið trúgva á islam, eru muslimar, og teir flestu muslimarnir búgva í beltinum frá Marokko til Pakistan. Eisini eru nógvir muslimar í Vesturafrika og Landsynningsásia. Indonesia er tað landið í heiminum, sum hevur flest muslimar.
Muslimar halda gudstænastu í einari mosku.
This article uses material from the Wikipedia Føroyskt article Islam, which is released under the Creative Commons Attribution-ShareAlike 3.0 license ("CC BY-SA 3.0"); additional terms may apply (view authors). Innihaldið er tøkt undir CC BY-SA 4.0 um ikki annað verður viðmerkt. Images, videos and audio are available under their respective licenses.
®Wikipedia is a registered trademark of the Wiki Foundation, Inc. Wiki Føroyskt (DUHOCTRUNGQUOC.VN) is an independent company and has no affiliation with Wiki Foundation.