Jørgen-Frantz Jacobsen (29.
november">29. november 1900 - 24. mars 1938).
Jørgen-Frantz Jacobsen | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 29. nov 1900 í/á Tórshavn |
Andaðist | 24. mar 1938 í/á Vejle |
Starv | høvundur, journalistur, yrkjari |
Mál | Føroyskt mál, danskt mál |
Dátuheiti | |
ISNI | 0000000108647026 |
VIAF | 4982263 |
LCAuth | n84054848 |
IMDB | nm0414740 |
Commons | Jørgen-Frantz Jacobsen |
Jørgen-Frantz Jacobsen úr Tórshavn var cand. mag. í søgu og fronskum frá Keypmannahavnar universiteti. Hann hevði sera stóran áhuga fyri søgu, og skrivaði sum blaðmaður í Keypmannahavn eina røð av kronikkum og greinum, umframt tvær avbera góðar bøkur um Føroya politisku viðurskifti við Norðurlond og Danmark. Longu 21 ára gamal fekk hann tuberklar í lungunum, og drúgv tíðarskeið av sínum stutta lívi var hann bundin at bróstsjúkrahúsum.
Jørgen-Frantz Jacobsen hevði bókmentaligar ætlanir, og í 1934 fór hann undir lívsverk sítt - ta søguligu bókina Barbaru. Skaldsøgan, ið varð skrivað á donskum (Barba og Harra Pál, føroysk týðing, Christian Matras) og kom út árið eftir deyða hansara, gjørdist brátt víðagitin og varð týdd til mong mál. Jørgen-Frantz náddi ongantíð at skriva endan á søguni, og hesin er tí skrivaður av Williami Heinesen. Teir høvdu tosað saman um, hvussu søgan skuldi enda, og tí er endin væntandi í anda Jørgen-Frantz'.
Jørgen-Frantz Jacobsen var yvirhugaður brævskrivari og stóð í føstum brævaskifti við javngamla vinmann sín og frænda, Williami Heinesen skaldi (1900-91), ið eisini var tikin úr leikum sum brævskrivari. William Heinesen gav í 1963 út eitt úrval av brøvunum hjá Jørgen-Frantz í bókini Det dyrebare liv (føroyskt: Dýrmæta lív). Í einum brævi verður tikið til:
Í brøvunum umrøður hann sítt at síggja til vónleysa ástarband við eitt konufólk, sum hann rópar Barbaru, og sínar ætlanir um at skriva eina skaldsøgu, hvørs søgugongd skal uttaná byggja á sagnir um ta ungu prestakonuna Beintu Broberg, ið hugtók øll við sínum vakurleika og yndi. Hendan søguliga sorinskrivaradóttir var eftir søgnini tveimum monnum at deyða og tí triðja til stóra vanlukku. Men tað søguliga hevur einans týdning sum ytri ramma - tann samansetta, órannsakandi og sera menniskjaliga Barba hevur lítið til felags við tað ónda konufólkið í søgnini. Um Barbu skrivar hann:
This article uses material from the Wikipedia Føroyskt article Jørgen-Frantz Jacobsen, which is released under the Creative Commons Attribution-ShareAlike 3.0 license ("CC BY-SA 3.0"); additional terms may apply (view authors). Innihaldið er tøkt undir CC BY-SA 4.0 um ikki annað verður viðmerkt. Images, videos and audio are available under their respective licenses.
®Wikipedia is a registered trademark of the Wiki Foundation, Inc. Wiki Føroyskt (DUHOCTRUNGQUOC.VN) is an independent company and has no affiliation with Wiki Foundation.