Julianski Kalendarin

Julianski kalendarin varð brúktur í Rómverjaríkinum síðan 45 f.Kr..

Hann varð seinni brúktur í næstan øllum vesturheiminum til 1582. Síðan varð hann skiftur út, stig fyri stig, við gregorianska kalendaran.

Julianski Kalendarin
November 1614 í julianska kalendaranum.

Julius Cæsar, keisari í Rom (deyður ár 44 f.Kr), dagførdi tann kalendaran, ið hevði verið nýttur í Rom. Frammanundan hevði verið nýttur ein mánakalendari við 12 mánaðum - (mánamánaðum). Árið var tí ov stutt, og av og á vórðu so eyka dagar lagdir afturat. Eftir ferð í Egyptalandi, har Julius Cæsar helst hevur havt høvi at fundast við teir lærdu í Alexandria, gjørdi hann av at skifta til nýggjan kalendara; við tað at árið er umleið 365,25 samdøgur, skuldi árið verða 365 dagar í 3 ár og 366 dagar 4. árið. Árið við eyka degnum kalla vit leypár ella skotár. Skiftið var gjørt við, at ár 46 f.Kr. varð longt við 80 døgum - partvís lagdir inn efti februar mánað og partvís millum november og desember. Hetta árið varð soleiðs 445 dagar. Hesin kalendarin - uppkallaður eftir Juliusi - varð galdandi til 1582, tá Gregorius XIII pávi innførdi nýggjan kalendara, gregorianska kalendaran.

Í Føroyum var tann julianski kalendarin brúktur fram til og við 16. november 1700.

Wiki FøroysktWiki Commons logo
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið

Tags:

158245 f.Kr.Gregorianski kalendarinRómverjaríkiðVesturheimurin

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

Christian MatrasLundiAthenKokainRio de JaneiroKim HansenHTMLFlaggdagar í Føroyum1890LiberalismaYvirgangsálopið móti Charlie HebdoSuðurkoreaManilaThe New York TimesWikimediaKári P. HøjgaardWFPMalmö10. februarMark CavendishKarlamagnusGlobala upphitinginFríðrikur PetersenMustafa Kemal AtatürkHvítravnurBrøðurnir GrimmLatínskt málTelefonlandakotur1953Arktis17. augustKjadJanuarTollaksmessa27. januarHeimspekiSúlaMozilla FirefoxHelena HeðinsdóttirJóan Petur GregoriussenTróndur BogasonRasmus Rasmussen, tónleikariKiliGoogleJens Olivur LisbergGjaldoyraHolokaust17. maiOpið innihald12. marsFøroyingarSólrún MichelsenFeilur 408. augustVágurDanska verjanKasakstanMeginfelag Føroyskra StudentaLuksemburgKanadaÚtvarp FøroyaKansasSólskipaninFótbóltur í FøroyumIP-adressaRúsevniSerrekundaIngun í SkrivarastovuEsterarbókHundabræviðKubaBelgiaPortugal🡆 More