Sambandsflokkurin

Sambandsflokkurin varð sum tann fyrsti flokkurin í Føroyum stovnaður í 1906.

Ikki ber til við vissu at dagfesta, nær flokkurin varð stovnaður, men tann 18. august 1906 boða 13 av 22 tinglimum frá í Dimmalætting, at teir hava skipað seg í ein politiskan flokk á tingi, ið nevnir seg ”sambandsmenn”. Flokkurin er ein liberalur flokkur, sum virkar fyri eini støðugari og frísinnaðari menning av Føroya fólki, búskaparlig, mentunarliga og stjórnarliga. Flokkurin gongur inn fyri, í ríkisfelagsskapi við Danmark, at reka ein framburðssinnaðan politikk á øllum økjum.

Sambandsflokkurin
Formaður Bárður á Steig Nielsen
Stovnaður 1906
Ideologi Konservativ liberalisma
Agrarianisma
Sambandsflokkur
Politisk støða Mið-høgra
Lokalt tilknýti Venstre
Altjóða tilknýti Onki
Evropeiskt tilknýti Onki
Litir          Blátt, hvítt
Løgting
7 / 33
Fólkatingið
(Føroyskir sessir)
1 / 2
Heimasíða
www.samband.fo
Sambandsflokkurin
Fýra av sambandsmonnunum, sum vórðu valdir í 1906.

Formenn

Sambandsløgmenn

Umboð á Løgtingi

2019–2023

Á løgtingsvalinum 31. august 2019 fekk Sambandsflokkurin 7 tingfólk vald.

2015–2019

2011–2015

Á løgtingsvalinum 29. oktober 2011 fekk Sambandsflokkurin 8 tingfólk vald. Hin 10. februar 2014 vaks flokkurin við einum tingmanni afturat, tá Gerhard Lognberg gjørdist limur í flokkinum, eftir at hann varð koyrdur úr Javnaðarflokkinnum 2. november 2013 og síðan var uttanflokkatingmaður í góðar tríggjar mánaðar. Sambandsflokkurin hevur ikki havt 9 tinglimir síðan 1932.

Navn Heimstaður
Bárður á Steig Nielsen Vestmanna
Alfred Olsen Saltnes
Rósa Samuelsen Sandavágur
Helgi Abrahamsen Strendur
Edva Jacobsen Fuglafjørður
Eivin Jacobsen Sørvágur
Reimund Langgaard Leirvík
Jóna Mortensen Tórshavn
Gerhard Lognberg Skopun

Umboð á Løgtingi 2015–2019

Navn Atkvøður Annað
Kaj Leo Holm Johannesen 603 Floksformaður
Edmund Joensen 636 Fyrrverandi fólkatingslimur
Magnus Rasmussen 500
Bjørn Kalsø 486 Landsstýrismaður
Bárður á Steig Nielsen 592
Magni Laksáfoss 374

Umboð í Landsstýrinum

Navn Heimstaður
Kaj Leo Johannesen Tórshavn
Bjørn Kalsø Syðradalur, Kalsoy
Johan Dahl Vágur

Keldur

Ávisingar úteftir

Tags:

Sambandsflokkurin FormennSambandsflokkurin SambandsløgmennSambandsflokkurin Umboð á LøgtingiSambandsflokkurin Umboð á Løgtingi 2015–2019Sambandsflokkurin Umboð í LandsstýrinumSambandsflokkurin KeldurSambandsflokkurin Ávisingar úteftirSambandsflokkurin18. august1906DanmarkDimmalættingFøroyumLiberalisma

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

1989DálkingEinahandilFøroyska sjálvstýrisrørslanPáll Danielsen29. novemberCiderManchester United F.C.1537ParaguaiButanVivian MaierKykna5. februarNewt GingrichFøroysk landafrøðiWindhoekVictor HugoAsiaSosialliberalisma540-árini f.Kr.Clement Attlee15. øldJóannes PaturssonMillum FrændurSopparSuni úr Hørg14. augustVårgårda kommunaWilliam HeinesenNATOZlatan IbrahimovićTom HanksDýrSosialir miðlaryvltuTailendskt málHestoyCharles DarwinJonas Gahr StøreLøgmenn í FøroyumLibya14. januarHeimsins londByzantinska ríkiðSjónvarp FøroyaFlensborgFyrsti summardagurPink FloydHøvuðsstaðurFótbóltur í FøroyumFranz BeckenbauerBruneiOlshanaChristina Aguilera1675Michael Laudrup1966KveikiISBNFólkaræðiArmeniaFagurígðaArlington🡆 More