Gerhard Lognberg

Gerhard Lognberg (føddur 1.

november">1. november 1950 í Skopun) er ein føroyskur politikari. Hann er borgarstjóri í Skopunar kommunu, hevur verið kommunstýrislimur har síðan 1984, varaborgarstjóri frá 1984-92 og borgarstjóri síðan 1992. Hann varð valdur inn á Føroya Løgting umboðandi Javnaðarflokkin fyri fyrstu ferð á løgtingsvalinum 2002. Hann varð afturvaldur á løgtingsvalunum í 2004, 2008 og 2011.

Gerhard Lognberg
Gerhard Lognberg
er eitt menniskja
Fødd(ur) 1. nov 1950 í/á Skopun
Starv politikari, plumber, Norwegian public servant
Politiskur flokkur Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin
Dátuheiti
Commons Gerhard Lognberg

Gerhard er útbúgvin rørsmiður. Hann arbeiddi sum sjómaður árini 1964–1967, síðan sum handverkari í ávísum tíðarskeiðum til 1998. Hann hevur verið leiðari av sjúkrabilatænastuni á Sandoynni síðan 1993.

Koyrdur úr Javnaðarflokkinum

Hin 2. november 2013 varð limaskapurin hjá Gerhardi í Javnaðarflokkinum tikin frá honum. Hetta hendi á floksleiðslufundi, har eittans mál var á skránni, limaskapurin hjá Gerhardi Lognberg. Áðrenn fundin var áheitan komin frá 7 av 9 limafeløgum Javnaðarfloksins um at taka limaskapin í Javnaðarflokkinum frá Gerhardi. Á fundinum vóru tað 27 ið atkvøddu fyri, 3 atkvøddu ímóti og ein atkvøða var blonk. Gerhard Lognberg er sostatt ikki limur í Javnaðarflokkinum longur, men gerst leysgangari í Løgtinginum, um hann ikki gerst limur í onkrum øðrum flokki.

Limur í Sambandsflokkinum

Eftir at hava verið uttanflokkatingmaður í gott tríggjar mánaðar, gjørdist Gerhard limur í Sambandsflokkinum og partur av tingmanningini hjá flokkinum. Harvið vaks Sambandsflokkurin frá 8 til 9 tingmenn og gjørdist eins stórur hvat viðvíkur tingmannatali, sum Fólkaflokkurin, ið eisini telur 9 tingfólk. Hetta hendi fáir dagar eftir, at ein breið semja fekst í lag millum allir flokkar á Tingi og Gerhard, sum tá var uttanflokka, um at landið skuldi gera bæði Skálafjarðartunnilin og Sandoyartunnilin, soleiðis at byrjast skuldi í 2018 við Skálafjarðartunnilin og tá tað hann er boraður í gjøgnum, skal Sandoyartunnilin gerast, og eftir ætlan skal tað vera koyrandi undir Skopunarfjørð í 2021. Ein av orsøkunum til at Gerhard var koyrdur úr Javnaðarflokkinum var júst ósemja um Sandoyartunnilin, umframt ósemju um onnur mál eisini.

Løgtingsnevndir

  • 2011- Limur í Rættarnevndini
  • 2008-11 - Næstformaður í Rættarnevndini
  • 2004-08 - Limur í Vinnunevndini
  • 2002-04 - Limur í Vinnunevndini

Keldur

Tags:

Gerhard Lognberg Koyrdur úr JavnaðarflokkinumGerhard Lognberg Limur í SambandsflokkinumGerhard Lognberg LøgtingsnevndirGerhard Lognberg KeldurGerhard Lognberg1. november1950FøroyarJavnaðarflokkurinLøgtingsvalið 2002Løgtingsvalið 2004Løgtingsvalið 2008Løgtingsvalið 2011Skopun

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

MpumalangaWikiWikiFøroyska stavraðiðLógKarsten HoydalGøtu kirkja21. øldÁtrúnaður í USASkjaldbøkurListi yvir borgarstjórar í Hvalbiar kommunuSystem of a Down2022Talufrælsi1924Bygdir og býir í FøroyumKosovoFosturtøkaArmeniaFrankiska ríkiðFasánurDunnuvík1. juniBringureyðiJapanApostólska trúarjáttanin9 (tal)Trond Fausa AurvågMinskAtli Pætursson DamNorska grundlóginÍslendsk WikipediaWolverhamptonJólafundurin 1888ØrðavíkSkírhósdagurSeyðurSenatið í USAPhilippe GarrelTýsklandHolgar JacobsenTónlist (tónleikabólkur)BeruStokkhólmLjósáHavnar KirkjaManchester United F.C.Martin Joensen (1953)HTML27. juniFríðrikur PetersenAlfrøðiZlatan IbrahimovićMoskvaSjósíl1894IP-adressaTurks- og CaicosoyggjarBretska hersetingin í FøroyumTórshavn1290-árini1812Fortuneo-OscaroEysturoyJerikoVaðstelkurLøgtingsvalið 2019Lutetium.bgLítla DímunJákup á Møn (teknirøð)Marilyn MonroeUmboðsmannatingið í USABangladesjZ🡆 More