Løgtingsvalið 2019

Løgtingsvalið 2019 til Føroya Løgting varð leygardagin hin 31.

august 2019. Løgmaður, Aksel V. Johannesen, útskrivaði valið ólavsøkudag 29. juli 2019. Valið varð seinasta dagin í valskeiðnum, sum møguligt var at halda løgtingsval, tí at seinasta løgtingsval var tann 1.september 2015. Á valinum í 2019 vóru okkurt um 1000 fleiri veljarar enn á valinum 2015.

Flokkar og valevni

Sjey tingfólk høvdu boðað frá, at tey stilla ikki uppaftur. Tey vóru Kári P. Højgaard, Bjørn Kalsø, Sonja Jógvansdóttir, Magni Laksáfoss, Helena Dam á Neystabø, Edmund Joensen og Joen Magnus Rasmussen.

Kristin Michelsen, sum varð valdur á listanum hjá Javnaðarflokkinum á seinasta løgtingsvali, var hesa ferð á listanum hjá Sjálvstýrinum.

Níggju flokkar vóru at velja millum á løgtingsvalinum 2019. Tað vóru teir sjey flokkarnir, sum tá vóru í løgtinginum, og tveir nýggir. Teir nýggju vóru Framtakið fyri rættinum at velja kannabis og Føroyaflokkurin. Tilsamans 179 valevni bjóðaðu seg fram til løgtingsvalið, 121 menn og 58 kvinnur. Tann 17. august kl. 18 var seinasta freist at lata valevnislistar inn til formannin í løgtingsvalnevndini.

Atkvøðugreiðslan byrjaði 31. august 2019, kl. 10.00 fyrrapart og helt fram til kl. 20.00.

Flokkar Valevni
  AFólkaflokkurin 28
  BSambandsflokkurin 29
  CJavnaðarflokkurin 28
  DSjálvstýri 15
  ETjóðveldi 34
  FFramsókn 14
  HMiðflokkurin 15
  K – Framtakið 12
  L – Føroyaflokkurin 4

Úrslit

Flokkar

Fólkaflokkurin gekk 5,6 prosentstig fram og gjørdist stóri vinnarin á løgtingsvalinum. Javnaðarflokkurin hevði størstu afturgongdina við 2,9 prosentstig, men hinir flokkarnir í samgonguni, Tjóðveldi og Framsókn, mistu eisini meira enn 2 prosentstig hvør.

  • Atkvøðurætt: 37.821
  • Atkvøður: 33.819
  • Blankar/Ógildugar: 82/47
  • Valluttøka: 89,8%
Flokkar Atkvøður Tinglimir
Listar Val 2019 % Val 2015 % Munur Val 2019 Val 2015
  AFólkaflokkurin 8298 24,5 6102 18,9 +5,6 8 6
  BSambandsflokkurin 6882 20,3 6046 18,7 +1,6 7 6
  CJavnaðarflokkurin 7495 22,2 8093 25,1 -2,9 7 8
  DSjálvstýri 1158 3,4 1305 4,0 -0,6 1 2
  ETjóðveldi 6129 18,1 6691 20,7 -2,6 6 7
  FFramsókn 1562 4,6 2241 6,9 -2,3 2 2
  HMiðflokkurin 1816 5,4 1779 5,5 -0,1 2 2
  K – Framtakið 312 0,9 0 0 +0,9 0 0
  L – Føroyaflokkurin 167 0,5 0 0 +0,5 0 0
33819 32374 33 33

Tølini eru frá heimasíðuni hjá Løgtinginum (atkvøður) og frá heimasíðuni hjá KvF (tinglimir).

Persónligar atkvøður

Aksel V. Johannesen gjørdist toppskorari á valinum við 2323 atkvøðum. Bárður á Steig Nielsen fekk næstflestar við 1218. Av teimum valevnunum, ið vórðu vald inn á ting fyri fyrstu ferð, fekk Beinir Johannesen flestar atkvøður við 998.

Persónligar atkvøður av teimum 33 fólkunum, ið manna nýggja løgtingið.
(25 menn og 8 kvinnur. Fínteljingin er liðug.)

Valevni Atkvøður
  CAksel V. Johannesen 2323
  BBárður á Steig Nielsen 1218
  EHøgni Hoydal 1208
  ABeinir Johannesen 998
  AJacob Vestergaard 783
  AJørgen Niclasen 722
  AJógvan á Lakjuni 683
  AChristian Andreasen 580
  BMagnus Rasmussen 575
  AJákup Mikkelsen 548
  CIngilín Didriksen Strøm 546
  BHelgi Abrahamsen 497
  ESirið Stenberg 493
  HJenis av Rana 471
  BKaj Leo Holm Johannesen 468
  AUni Rasmussen 465
  AElsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur 461
  CHenrik Old 443
  CHeðin Mortensen 429
  EBjørt Samuelsen 404
  HBill Justinussen 371
  B – Frimodt Rasmussen 357
  CDjóni Nolsøe Joensen 352
  EKristina Háfoss 344
  BRósa Samuelsen 314
  E – Beinta Løwe 301
  DKristin Michelsen 298
  EHervør Pálsdóttir 289
  C – Jóhannis Joensen 285
  FBjarni K. Petersen 280
  BJohan Dahl 276
  CBjarni Hammer 271
  FPoul Michelsen 271

Hygg eisini at

Ávísingar úteftir

Keldur

Tags:

Løgtingsvalið 2019 Flokkar og valevniLøgtingsvalið 2019 ÚrslitLøgtingsvalið 2019 Hygg eisini atLøgtingsvalið 2019 Ávísingar úteftirLøgtingsvalið 2019 KeldurLøgtingsvalið 2019201929. juli31. augustAksel V. JohannesenFøroya LøgtingLøgtingsvalLøgtingsvalið 2015

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

JakartaJill JohnsonÍtrótturNew HampshireKornSelma SandáMichelle Obama1923RógvingValmásiGusGusHenry KissingerJapanskt málISO 3166INiðurlendskt málNobelvirðislønin í bókmentumTheodor ThomassenBeatrix av NiðurlondumKolRabindranath Tagore160-áriniLikkaTýskt málSuni úr HørgAktiv deyðshjálpEAlment málLandbúnaðurIranBygdir og býir í FøroyumNáttkjarraLúturES-RáðiðEcce Homo (Elías García Martínez)Skotskt málMumbaiBretsku Jómfrúoyggjar1928GanaNykøbing MorsEstlandHvítabjørn258G! Festival29. novemberGary NumanNorrønt2024MóritiusAvstraliaGuðrun GaardKofi AnnanSonja Aldén28. oktoberLaosBlankskáliNew York CityTristan da Cunha20. augustLæmingurGrikskt málEnskt málGulerla🡆 More