Karsten Hoydal (28.
mars">28. mars 1912 í Hoydølum - 4. apríl 1990) var føroyskur rithøvundur.
Karsten Hoydal | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 28. mar 1912 í/á Hoydalar |
Andaðist | 4. apr 1990 |
Alma mater | University of Copenhagen Faculty of Life Sciences |
Starv | høvundur, politikari, yrkjari, agronomist |
Politiskur flokkur | Tjóðveldi |
Børn | Gunnar Hoydal, Annika Hoydal, Kjartan Hoydal |
Mál | danskt mál, Føroyskt mál |
Dátuheiti | |
ISNI | 0000000114909504 |
VIAF | 43340906 |
LCAuth | n86841209 |
Commons | Karsten Hoydal |
Hann fór ungur til Danmarkar at útbúgva seg innan landbúnað og fiskivinnu og starvaðist innan hetta arbeiðsøkið. Eitt skiftið var hann í Ekvador sum ráðgevi hjá Sameindum Tjóðum. Hann var løgtingsmaður og landsstýrismaður umboðandi Tjóðveldisflokkin. Karsten var fjøltáttaður høvundur og skald. Hann skrivaði yrkingar, stuttsøgur, týddi, ummælti, skrivaði yrkisgreinar og barnasøgur. Í sínum skaldskapi lýsti hann m.a. náttúruna, lívskorini, barnalyndið og vandan við kríggi og hernaðardubbing. Karsten Hoydal var nýskapandi høvundur, bæði málsliga og innihaldsliga.
Fyrsta útgáva hansara var Náttarljóð, hon stóð í Varðanum 12, og var prentað í 1932.
Karsten Hoydal gav út 4 yrkingasøvn: »Myrkrið reyða« 1946, »Syngjandi grót« 1951, »Vatnið og ljósið« 1960 og heildarsavnið »Teinur og tal« 1972.
Kona hansara var Maria Louisa, fødd Falk-Rønne. Saman áttu tey fýra børn: tvíburðarnir Gunnar og Kjartan, Anniku og Egil. Politikarin Høgni Hoydal er abbasonur hansara.
This article uses material from the Wikipedia Føroyskt article Karsten Hoydal, which is released under the Creative Commons Attribution-ShareAlike 3.0 license ("CC BY-SA 3.0"); additional terms may apply (view authors). Innihaldið er tøkt undir CC BY-SA 4.0 um ikki annað verður viðmerkt. Images, videos and audio are available under their respective licenses.
®Wikipedia is a registered trademark of the Wiki Foundation, Inc. Wiki Føroyskt (DUHOCTRUNGQUOC.VN) is an independent company and has no affiliation with Wiki Foundation.