Fótbóltur Í Føroyum

Fótbóltur í Føroyum.

Størsta ítróttagreinin í Føroyum er fótbóltur. Í 2015 vóru 4.733 limir skrásettir í fótbóltsfeløgunum, og 22 fótbóltsvøllir í fullari stødd vóru kring landið. Allir vóru graslíkisvøllir uttan tann í Hvalba, sum er grasvøllur.

Fótbóltur Í Føroyum
Fótbóltur í Føroyum.

Føroyar eru við í nógvum altjóðakappingum til dømis EM og HM í fótbólti.

Søga

Fótbóltur Í Føroyum 
Tann 18. juli 1909 spældi HB sín annan dyst ímóti Tvøroyrar Bóltfelag í Havn, sum HB vann 3-1.

Føroyskur fótbóltur hevur røtur aftur í 19. øld. Í apríl mánaði 1892 stovnaðu tvørámenn "Tværå Boldklub" TB, sum sostatt gjørdist fyrsta fótbóltsfelagið. Nógv ár gingu, áðrenn nakað annað felag varð stovnað, so TB spældi fyri tað mesta móti eingilskum trolaramanningum og trongisvágmonnum, ið møguliga eisini høvdu eitt felag um tað mundið. Smb. hundrað ára minnisritinum hjá TB eru menn tó ósamdir í hesum máli. Fyrsta veruliga fótbóltsfelag, sum varð stovnað eftir hetta, var Havnar Bóltfelag (HB), ið sá dagsins ljós í oktober 1904. Klaksvíkingar høvdu tó longu í august stovnað "Klagsvigs Idrætsforening" , men teir fóru har norðuri tó ikki at spæla fótbólt fyrr enn í 1911.

Í 1942 byrjaði landskappingin í føroyskum mansfótbólti. Henda kapping hevur síðani á hvørjum ári staðfest, hvat felag er best í Føroyum. Men øll byrjan er torfør, og tí var eingin kapping í 1944 orsakað av bólttroti.

Kappingin er broytt fleiri ferðir. Týdningarmesta broytingin hendi undan leikárinum 1976, tá ið beinleiðis upp- og niðurflyting millum deildirnar varð innførd.

Fótbóltur Í Føroyum 
Fótbóltur í Vagur

Í 1988 varð 1. deild víðkað til 10 feløg. Í 1996 innførdi fótbóltssambandið regluna um, at vinnandi liðið í einum dysti fekk 3 stig. Í 2005 varð kappingin umløgd enn einaferð, so nú spæla liðini í 1. deild 27 dystir hvør móti øðrum. Skeiva dystartalið ger, at nú fáa summi lið tveir heimadystir móti onkrum mótstøðuliði, meðan tey fáa tveir útidystir móti onkrum øðrum. Skipanin er roynd í nøkur ár í Danmark, og enn er ov tíðliga at gera nakra niðurstøðu um virðið í hesi skipan fyri føroyskan fótbólt.

Í 1955 varð ein føroysk steypakapping sett á stovn. Føroysk feløg høvdu tó undan hesum dystast um ymisk steyp, men hetta var fyrstu ferð, at steypakapping í fótbólti varð fyriskipað undir ÍSF. Tá ið Fótbóltssamband Føroya varð stovnað í 1979, tóku teir sær av øllum føroyskum fótbóltskappingum.

Bóltfeløg

AB, B36, EB/Streymur, FS Vágar, , HB, ÍF, , MB, NSÍ, B71, Skála, , TB, B68, Undri FF, FC Suðuroy.

FM vinnarar (síðan 1977)

       

Steypavinnarar (síðan 1977)

       

Sí eisini

Wiki FøroysktFótbóltur Í Føroyum 
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið

Tags:

Fótbóltur Í Føroyum SøgaFótbóltur Í Føroyum BóltfeløgFótbóltur Í Føroyum FM vinnarar (síðan 1977)Fótbóltur Í Føroyum Steypavinnarar (síðan 1977)Fótbóltur Í Føroyum Sí eisiniFótbóltur Í FøroyumFótbólturÍtróttur í Føroyum

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

Fjøll í FøroyumInternetSameindu TjóðirBankNordikISBN1892Føroyska krónan1945Stavanger1994Taivan9. aprílLeipzig.irKili10. januarTaylor SwiftHavhestur201925. aprílSørvágurSpaniaJóannes PaturssonKetturFuerteventuraFøroysk landafrøðiFólkatalsfrøðiWikiBjörn SkifsAnn-Louise HansonHargabrøðurnirNicolae CeauşescuFøroysk WikipediaÍrland (land)1. novemberAfroamerikanararKjadLeksandSomaliaMerkiðAvstraliaThe New York TimesAltjóða arbeiðaradagurYvirgangsálopið móti Charlie HebdoKolturRussiska kollveltingin 1917Fíggjarkreppan 2007-2009633VjetnamVeðurlagsbroytingarHanus Debes JoensenVistfrøði12. aprílSkógurHelsingforssáttmálinFøroyskir fótbóltsmeistararNykøbing MorsPeter FondaUSA1904University of CambridgeSámal Soll2013Boris Jeltsin12. mai🡆 More