Albert Einstein

Albert Einstein (føddur 14.

mars 1879 í Ulm, Týsklandi, deyður 18. apríl 1955 í Princeton, New Jersey) var ein týskføddur granskari, sum fann fram til relativitetsástøði. Hann fekk Nobel-heiðurslønina í 1921 í alisfrøði, hann fekk heiðurslønina fyri sína frágreiðing um tann fotoelektroniska virknaðin. Hann varð føddur í suðurtýska býnum Ulm, men tá hann var hálvt ára gamal flutti familjan til München, har pápin læt upp eina elektronikkfyritøku. Orsakað av peningaligum trupulleikum flutti familjan til Torino í Italia í 1894 og fáir mánaðir seinni til Pavia. Albert Einstein bleiv verandi í München fyri at gera seg lidnan við studentaskúlan. Hann valdi í 1895 at støðga í skúlanum fyri at fylgja aftaná foreldrunum.

Albert Einstein
Albert Einstein (1947)

16-ára gamal royndi hann at verða innskrivaður í polytekniska háskúlan í Zürichs uttan nakað studentaskúlaprógv. Hann kláraði tó ikki upptøkuroyndina, sjálvt um hann fekk topkarakterir í alisfrøði og støddfrøði, og tí tók hann í 1896 studentspróvtøku á studentaskúlanum í Aarau í Sveis. Síðan fór hann alt fyri eitt í holt við lesnaðin í alisfrøði (fysikk) á polytekniska háskúlanum, og fýra ár seinni fekk hann prógv. Sum 17-ára gamal frásegði Albert sær sítt týska ríkisborgaraskap, og í 1901 fekk hann sveisiskt ríkisborgaraskap. Eftir tvey ár við skiftandi vikariatum varð hann settur í starv sum tekniskur málsviðgeri á patentskrivstovuni í Zürich.

Í 1903 giftist hann við Mileva Maric, sum hann bleiv separeraður frá í 1916. Tey bæði fingu tveir synir, Hans Albert (1904) og Eduard (1910). 2. juni 1919 giftist hann við systkinabarni sínum Elsa Löwenthal, fødd Einstein. Efternavnið hevði hon frá fyrsta hjúnabandinum. Elsa var trý ár eldri enn Albert. Tey bæði fingu ongi børn saman.

Wiki FøroysktWiki Commons logo
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið

Tags:

14. mars18. apríl18791955ItaliaNew JerseyNobel-heiðurslønin í alisfrøðiTorinoTýskland

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

5. september1953SovjetsamveldiðJohn Goodman9. marsEgyptalandHeimspekiPlanturBenin City808SvøríkiEysturkommunaAnnar páskadagurForsíðaJapanFøroyska stavraðið5. augustTelefonlandakoturPáll FangiHeimsins londMarianna Debes DahlVilhelm IV av StórabretlandiHelena HeðinsdóttirMozilla FirefoxInternet ExplorerFonografurHolokaustBrún rotta1452RúsevniISO 8601FótbólturGeorge W. BushDanska verjanNiðurlondGepardur1960FøroyingarMagnus JákupssonHM fótbólturSólrún MichelsenKokainUSAFíggjarpolitikkurNúverandi hendingar7. marsFeilur 4010. februarMakrelPáskirSwangah2. aprílGrikska alfabetiðTokyo3. augustMerkiðJapanskt málStóra BretlandHøgni Egilstoft Nielsen2024Jóan Petur GregoriussenOnglandMiðøldinHetlandSameindu TjóðirSøgaLundiSuðuroyar🡆 More