Leo Tolstoj

Greivi Lev Nikolajevitsj Tolstoj (russiskt: Лев Николаевич Толстой, føddur 9.

september">9. september 1828 í Tula, deyður 20. november 1910 í Astapovo í núverandi Lipetsk oblast), í Norðurlondum vanliga nevndur Leo Tolstoj, var ein russiskur rithøvundur, hann skrivaði skaldsøgur og essays, hann var dramatikari og heimspekingur – eins væl og pasifistur, kristin anarkistur og útbúgvingarreformator. Hann er kanska tann persónurin í tí aristokratisku Tolstoj familjuni, sum hevur havt størstu ávirkan.

Leo Tolstoj
Portrett av Leo Tolstoj, 1887

Sum rithøvundur er Tolstoj viðurkendur kring allan heimin sum ein av týdningarmiklastu skaldsøguhøvundum í heimsbókmentunum, seinni í lívinum skrivaði hann eisini sjónleikir og essay. Hann er serliga kendur fyri síni meistarverk Kríggj og friður (Krig og fred) (186569) og Anna Karenina (187577). Hesar báðar skaldsøgurnar vera mettar at vera tær bestu innan realistiska fiksjón bæði tá hugsa verður um vævi, breidd og realistiskan framburð av tí russiska lívinum í 19. øld.

Finnbogi Ísakson hevur týtt eina skaldsøgu hjá Tolstoj, sum ber heitið Kreutzer sonatan.

Skaldsøgur og stuttsøgur

Heitini eru á norskum:

  • Barndom (1852)
  • Gutteår (1854)
  • Ungdom (1856)
  • Sevastopolfortellingene (1-3, 1855-56)
  • Kosakkene (1863)
  • Polikusjka (1863)
  • Krig og fred (1-4, 1867-69)
  • Anna Karenina (1873–77)
  • En bekjennelse (1879–82)
  • Historien om en hest (1885)
  • Ivan Iljitsj' død (1886)
  • Mørkets makt (1886)
  • Kreutzer sonatan (1890), útgivin á føroyskum í týðing eftir Finnboga Ísakson.
  • Hva er kunsten? (1897–98)
  • Oppstandelse (1899)
  • Det levende liket (1900)
  • Hadji Murat (útgivið eftir deyða hansara í 1910)
  • Guds rike finnes hos deg (fyrst útgivin á týskum í 1894)

Keldur


Wiki FøroysktLeo Tolstoj 
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið

Tags:

1828191020. november9. septemberKristindómurRithøvundurRussiskt mál

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

1918Rebekka FugløFyrsti summardagurSinkMike Pence1781Ejvind Vilhelm2022FlaggdagurJens Olivur Lisberg19. marsGanaÍsraelAlfrøði.czMarie AntoinetteThe New York TimesWikiWiki16. aprílGNU Free Documentation LicenseTheodor ThomassenHomerBygdir og býir í FøroyumMahatma GandhiEysturríkiVNevaleikurISO 316610. aprílFøroyska stavraðiðEiffeltorniðRasismugreininSamkyndleikiKenniorðPlatonLøgmaðurDanmarkOrlando BloomLøgmenn í FøroyumFriðað náttúruøki í FøroyumMannarættindiSaksunSupermanJon FosseFøroyingarDaniel Jacob DanielsenOyggjaleikir 1989Kristina BærendsenFuerteventuraWashington DCApostólska trúarjáttaninÁnirnarJarðfrøðiClaudio MonteverdiMálKirkjubøkur🡆 More