2018

2018 var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum mánadegi.

Tað var ár 2018 eftir Kristi føðing, ár 18 í triðja ártúsund, ár 18 í 21, øld og ár 9 í 2010-árunum.

Árstal
2015 2016 201720182019 2020 2021
Áratíggju
2000-árini2010-árini2020-árini
Øldir
20. øld21. øld22. øld

Hendingar

  • 24. februar - Trygvi Danielsen vinnur filmsvirðislønina Geytan fyri filmin "111 góðir dagar". Maria Tórgarð vinnur áskoðaravirðislønina fyri filmin "Maðurin við blæðuni".
  • 10. mars - Føroyska Tónlistavirðislønin (FMA) verður latin í Norðurlandahúsinum.
  • 24. mars - Nógv fólk kemur saman á Tórsvølli, at síggja eyðkenda HM-steypið í fótbólti og franska fótbóltsleikaran Christian Karembeu, ið var við til at vinna steypið til Fraklands í 1998. Eftir steðgin í Føroyum fór steypið víðari til Íslands á ferð síni kring heimin, áðrenn tað endar í Russlandi til heimsmeistarakappingina í summar.
  • 25. mars - Kalsoyingar vakna við at standmyndin av Kópakonuni, ið stendur í Mikladali, hevur verið ílatin í burka.
  • 9. mai - Kommunulæknafelag Føroya lýsa yvir verkfalli. Kommunulæknafelagið og lænardeild Fíggjamálaráðsins koma til semju tann 18. mai 2018.
  • 20. mai - Beinir Bergsson vinnur fyrstu EBBU virðislønina fyri yrkingasavn sítt Lítli drongurin og beinagrindin.
  • 27. mai - Magnus Tausen verður endurvaldur formaður Flogbóltsamband Føroya (FBF).
  • 1. juni - Hallur Holm fer frá sum formaður Frælsan Ítrótt Føroya (FÍF), eftir 8 ár í formanssessinum. Sølvi Reinert Hansen tekur við sum nýggjur formaður.
  • 3. juni -
    • Matstovan Koks vinnur virðislønina "ársins matstova" frá The Nordic Prize.
    • Tórshavnar maraton verður hildið fyri fjórðu ferð.
  • 8. juni - Gekkurin í Kringvarpi Føroya fer uppá 3 milliónir krónur fyri fyrstu ferð.
  • 8. - 11. juni - FM í langgeil 2018 verður hildin í Pálshøll í Vági.
  • 9. juni - Olaf Johannesen vinnur eina Reumert virðisløn fyri "ekstraordinære præstationer og særlige talenter inden for dansk scenekunst" í Keypmannahavn.
  • 10. juni - Vípan úr fimleikafelaginum Støkk gerst nummar 10 í Heimsmeistarakappingini í etiskum fimleiki, ið verður hildin í Budapest. Hetta er besta úrslit Føroya í altjóða fimleikakapping nakrantíð.
  • 18. september - Flogbóltsfelagið Mjølnir fyllir 40 ár.
  • 25. oktober - Føroya Tele boðar frá avtalu við samskiftisveitaran Huawei, ið ber við sær at Føroyar raðfestast millum tey fyrstu í heiminum ið fáa 5G fartøkni summarið 2019.
  • 18. november - Havnarmaðurin David Arge Galán endurvinnur heimsmeistaraheitið í Pro Men's Physique í Los Angeles. Hann vann hetta heiti fyri fyrstu ferð í 2015.
  • 23. november -
    • Føroyar verða valdar sum vertur fyri U17 EM undankapping hjá kvinnum. Hetta gerst greitt eftir eitt lutakast í Nyon í Sveis. Kappingin skal haldast í døgunum 16. til 24. oktober 2019.
    • Verkhúsið Virkni fyllir 25 ár.
  • 26. november -
    • Í sambandi við bókadagar, boðar Rigmor Dam, løgtingskvinna í mentamálum, frá at øll børn fødd frá 01. januar 2018, somuleiðis ættleidd børn, fáa nýggju bókina Barnasangbók Føroya, sum gávu frá landinum.
    • Føroyar fáa eitt nýtt uppsjóvar skip, tá norska skipið Herøy verður skrásett undir føroyskum flaggi. Nýgja skipið fær navnið Katrin Jóhanna, VA 410.

Ítróttur

Fótbóltur

Landsdystir

Hondbóltur

  • 17. februar - Steypafinala Kvinnur: Kyndil - VÍF (19-23)
    • Dagsins leikarar: Maya Dragoljubovic (Kyndil), Kristina Griksaite (VÍF)
  • 17. februar - Steypafinala Menn: Menn: Kyndil - H71 (24-17)
Landsdystir
  • 25. mars - Føroyar - Makedonia (24-28) í Skopje - A-Kvinnur - EM-undankapping
  • 25. mars - Føroyar - Turkaland (29-27) í Hoyvík - U20-Kvinnur - HM-undankapping
  • 2. juni - Føroyar - Svøríki (13-32) í Svøríki - A-kvinnur - EM-undankapping

Svimjing.

  • 8. juni - Havnar svimjifelag setur nýtt føroyskt met í 4x100 metra blandaðari svimjing. Liðið manna Óli Mortensen, Alvi Hjelm, Niels Nattestad, og Bartal E. Eidesgaard. Nýggja metið er tíðin 4:11.85.

Føðingar

Andlát

Keldur

Wiki Føroyskt2018 
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið

Tags:

2018 Hendingar2018 Føðingar2018 Andlát2018 Keldur20182010-árini21. øldGregorianski kalendarinMánadagur

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

Russiskt málHeimamúsGorfuglurFakfeløgFranz BeckenbauerHttpsThomas JeffersonGuernseyImmanuel Kant11. øldSvøríkiSambandsflokkurinFøroyingasøgaEgyptalandSeinni heimsbardagiSeyðabræviðRuandaItaliaBrasilNes, VágurNúverandi hendingarHavhesturSuni úr Hørg21. aprílBrasiliaJóan Jakku GuttesenValhøll (teknirøð)12. januar2001ConnecticutOne Hundred and One DalmatiansJon HestoyEnskt málMoldovaTina TurnerVanuatuVinnuháskúlinSkopjeKim SimonsenErling HaalandRichard NixonAthenFøroyingarNiðurlendskt málISO19657. januarPetteri OrpoSnjóhvíta og teir sjey dvørgarnir (1937 filmur)Boris JeltsinHvalastøðin á GjánoyriFótbóltur í FøroyumMount EverestFøroyarJørðinHeimsvevurNýonglandJohn Arni Nilssen15. januar🡆 More