Føroya Tele

Føroya Tele er størsti veitari av kunningar- og fjarskiftistænastum í Føroyum.

Samtakið Føroya Tele er móðurfyritøka, sum hevur dóttirfeløgini FT Net, FT Samskifti og Televarpið. Stjóri í Føroya Tele er Jan Ziskasen.

Søgan

Fyrsta telefonlinjan bleiv sett upp í 1905 av Ólavi á Heygum í Vestmanna (sí meiri á Telefon í Føroyum). Føroya Løgting yvirtók í 1906 hesa linjuna og stovnaði felag, ið fekk navnið "Færøernes Amtskommunes Telefonvæsen". Seinni fekk felagið navnið "Telefonverk Føroya Løgtings" (vanliga nevnt "Telefonverkið").

Í 1930 vóru allar bygdir í Føroyum knýttar á telefonnetið, tó undantikið Suðuroyggin, sum bert hevði radiotelegrafsamband við Tórshavn.

Í 1954 kundi man á fyrsta sinni ringja til útlandið - fyrst var tað bert til Danmarkar.

Í 1989 kom fartelefoni til Føroya.

Í apríl 1998 varð stovnandi aðalfundur hildin fyri at stovna Telefonverkið sum alment partafelag. Hetta nýggja partafelagið fekk navnið Føroya Tele. Føroya Løgting eigur framvegis allan partapeningin í Føroya Tele.

Frá 1. januar 1999 avtók Løgtingið einkarættin hjá Føroya Tele at reka fjarskiftistænastur í Føroyum. Hetta førdi við sær, at onnur feløg stungu seg upp og bjóðaðu fram fjarskiftistænastur.

Í 2002 varð Televarpið stovnað.

Á sumri 2004 flutti høvuðssæti hjá Føroya Tele í Havn inn í nýggjan snotiligan bygning, ið hevur fingið navnið Klingran.

Í 2005 vóru dótturfeløgini FT Net og FT Samskifti stovnað.

Í 2007 keypti Føroya Tele meirilutan av Formula.fo

Í 2008 varð SHEFA-2 kaðalin tikin í nýslu, sum FT hevur lagt millum Føroya, Hetland, Orknoyggjar og víðari til meginlandið.

Sí eisini

Keldur

Slóðir úteftir

Tags:

Føroya Tele SøganFøroya Tele Sí eisiniFøroya Tele KeldurFøroya Tele Slóðir úteftirFøroya TeleFøroyar

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

Frændur6. august927Almenn ogn9. oktoberBókígðaTailandKanada1947Algoritma7. januarSelatraðFullveldisríki1914.jo1906Mata HariOscar-virðisløninÍbúgvarHolmiumArmeniaTórur MortensenOtto von BismarckÆtlanarbúskapurLe CorbusierTíðarøkiPallebaHernaðarliga verjanListasavn FøroyaCharles Darwin15. desemberDanmarkPostnummur í FøroyumFernanda MontenegroSt. Pætursborg1619Páll DanielsenEinaræðiWilliam HeinesenMadison (Wisconsin)Pretoria870-áriniFuglafjørðurSunnudagur19. august29. novemberPol PotHenrik IbsenTariJazzKommunisma1572Elsa Funding1632Flaggdagar í FøroyumPer ZachariassenGeorgia (land)ManilaVivian MaierOxygen20. februarFagurígðaConcord, New HampshireFranklin D. Roosevelt🡆 More