Budapest er høvuðsstaður Ungarns og hevur umleið 1 735 000 íbúgvar (2013).
Býurin er størsti býurin í landinum og ein av størstu býum í ES. Hin 17. november 1873 vóru býinir Buda, Óbuda og Pest sameindir til ein stóran bý við nýggja navninum Budapest, sum inniheldur nøvnini á tveimum av fyrrverandi býunum Buda og Pest. Áin Donau rennur gjøgnum býin, býarpartarnir Buda og Pest liggja hvør sínu megin Donau, Buda er vestaru megin Donau, har var gamli ríkisdagshøvuðsstaðurin í keisaraveldinum Eysturríki-Ungarn. Eystaru megin Donau er Pest, sum er miðdepil fyri handil, fíggjarvirksemi og ríkisfyrisitingina. Mong ferðafólk koma til Budapest - nógv fleiri enn til hinar høvuðsstaðirnar í Miðevropa, og næstan tveir triðingar av útlendsku íløgunum í Ungarn eru í høvuðsstaðnum.
This article uses material from the Wikipedia Føroyskt article Budapest, which is released under the Creative Commons Attribution-ShareAlike 3.0 license ("CC BY-SA 3.0"); additional terms may apply (view authors). Innihaldið er tøkt undir CC BY-SA 4.0 um ikki annað verður viðmerkt. Images, videos and audio are available under their respective licenses.
®Wikipedia is a registered trademark of the Wiki Foundation, Inc. Wiki Føroyskt (DUHOCTRUNGQUOC.VN) is an independent company and has no affiliation with Wiki Foundation.